Regin, Simme og Haldin vóru við í føroyafilmi frá 1961

Regin, sáli (1939-2019), Simme (føddur 1932) og Haldin, sáli (1938-2012) avmyndaðir í Tórshøll í 1961 í sambandi við føroyafilm.

Fekk forvitnisliga mynd frá 1961 sendandi frá vinmanni. Kenni allar tónleikararnar á myndini Simma Jacobsen, Regin Jacobsen, sála og Haldin Joensen, sála. Dittaði mær at ringja til Simma, sum nú er 91 ára gamla. Spurdi, um hann minnist hesa mynd. Jú, tað gjørdi hann. Hetta skuldi gerast áhugaverd samrøða. Og Simmi sigur: Læs resten

Standmyndin ongan góðan havt í mong, mong ár. Nú hómast ein glotti

Gleði meg aftur at síggja umvældu standmyndina í Havnará. Brotin gløs mugu skiftast, nýggj ljós í ánna, ja, og pumpiverkið skamt frá vegnum má høvuðsumvælast. Vit síggja ljósini í ánni og rørini, har vatnið verður sproytað upp á standmyndina. (Mynd Vagnur)

Vit eru so heppin at hava Plantasjuna og harvið Havnará sum nærmasti granni. Gangi fram við ánni mest sum hvønn dag og fegnist um trø, dunnur og serligu standmyndina í ánni. Í 1992 evnaði listamaðurin Tróndur Patursson standmyndina, sum myndar hest við Sjúrði á bakinum og ormin Frænir, sum kemur úr ánni. Hugskotið hevur listamaðurin funnið í Sjúrðarkvæðnum – Regin smiði. .

Vøkur standmynd úr stáli við vøkrum litgløsum, sum fingu ljós frá lyktum í ánni. Nógv fólk sóust fyrstu árini standa við áarbakkan hyggjandi at standmyndini og uttan iva lótu tankarnar reika. Men seinastu nógvu árini hevur standmyndin ongan góðan havt. Dittaði mær at kanna málið, hví so var. Spell, tí meg minnist vakra samspælið millum vatnið, litgløsini, hestin, Sjúrð og ormin Frænir. Læs resten

Úr myndasavninum – Áhugaverd mynd frá 1950-árunum

10-mannaførini liggja undir Müllers pakkhúsi, áðrenn leiðin gongur út á Gulan. (Mynd Christian Holm Jacobsen myndasavn.)

Hvørja ferð eg síggi eldri mynd, hugsaði allar fyrstum árið, myndin er tikin? Myndin omanfyri er løtt at gita, tí nýggi Sjómansskúlin er góður at miðja seg eftir. Ùtgrevsturin til Sjómansskúlan byrjaði í 1958 og eftir drúgt arbeiði var skúlin vígdur 4. januar 1962. So myndin er frá 1958 ella 1959. Helst 1958. Uppi á Heynum høgru megin flutti Høgni Mohr og konan inn í nýggj hús í 1959. Síggi ikki húsini á myndini. Áhugavert at síggja júst hesa myndina, tí tá varð róð kapp inn í Vágsbotn.

Kappróðrarbátarnir stóðu til framsýningar á Bursatanga, og tá teir vóru flotaðir á ólavsøku, róðu teir fram við áskoðarunum á Vágsbotni, áðrenn leiðin gekk vestureftir undir Müllers pakkhús fyri síðani at rógva út undir Argjaland ella út á Gulan. Skipasmiðjan var ikki eins stór í 1958. Ein sleipivongnur og so stóra barakkin, har alt timburarbeiðið fór fram. Tá bygdi skipasmiðjan skip úr timbri. Hekla áraka Skeiva pakkhús er á nógvum myndum. Hetta far má hava ligið mong ár við teym, tí fá skip eru avmyndað so nógv sum Hekla, sum hevur sína søgu. Á myndini er Sjómansskúli sjómansskúli og ikki kontór hjá skipasmiðjuni MESt. Áhugaverd mynd. (Vagnur)

Hitti tvær skemtiligar gentur í Keypmannahavn í 2009

Gentur vildu á henda hátt stuðla teimum samkyndu. (Mynd Vagnur)

Genturnar vildu á henda hátt stuðla teimum samkyndu. (Mynd Vagnur)

Vit vóru í Danmark í 2009 og vitjaðu ein vinkonu, sum tíverri ikki er millum okkum longur. Eg var tá úti fyri serligari hending við kanalirnar í Keypmannahavn, tá fólk flokkaðust um tvær ungar gentur, sum høvdu eins litt yvirskegg og hárið. Eg fann fram myndatólið og spurdi genturnar, um eg kundi taka mynd av teimum. Jú, tað kundi eg gott, og eg fekk eisini søguna um yvirskeggini. Læs resten

Vangamyndin – Malvina keypti fyrsta neistaflaggið í 1952

Malvina beyð sær at gjalda flaggið, sum kostaði 125 krónur. (Mynd Vagnur)

Tá ið Malvina á Dunga kom úr Hvalba til Havnar sum fimtan ára gomul genta, vildi hon rógva kapp ella spæla hondbólt. Hon valdi hondbóltsspælið og koma á standa í málinum hjá neistakvinnum í tólv ár. Tað var Malvina, sum tók stig at útvega Neistanum egið flagg. – Eg helt tað vera skomm, at Neistin einki egið flagg átti, og tí beyð eg mær at gjalda flaggið sjálv, sum varð keypt úr Danmark, sigur Malvina. Læs resten

Skiparin Ingolf Rasmussen havt sítt lívsstarv á sjónum í 62 ár

Ingolf fór sum sekstan ára gamal til skips við slupp. (Mynd Vagnur)

Ingolf fór sum sekstan ára gamal til skips við slupp. (Mynd Vagnur)

Ørindini míni at banka á dyrnar hjá Ingolfi Rasmussen var at vita, um hann átti nakrar myndir frá hendingini, tá Sólborg brendi í 1979. Tað skuldi bara ganga ein løta, til vit funnu útav, at vit báðir vóru í nærmastu familju. Ikki visti eg, at Ingolf og eg eru trímenningar. Ómetaliga áhugavert at práta við henda dámliga og róliga skiparan, sum var skipari umborð á trolarunum Sólborg og Hercules, tá ið tær brendu. Ingolf fór longu til skips sum sekstan ára gamal og hevur starvast á sjónum í 62 ár.

Tá eg bankaði á dyrnar hjá Ingolfi Rasmussen ovarlaga í Torfinsgøtu í Havn, hitti eg ein dámligan og fyrikomandi mann. Konuna Jónu kendi eg beinanvegin – hon er dóttir Jens Guttesen, sum vit kenna frá tónleiki og sangi í Brøðrasamkomuni. Komin innar í gongina síggi eg longu, at skiparan hevur siglt úti í verðini, tí millum annað hekk stórt ísbjarnaskinn á bróstinum í gongini og á skápi í stovuni stóð vøkur kajakk. (Greinin skrivað í desember mánað í 2014.) Læs resten

Eg kom av tilvild at hitta aftur Petur Zachariassen úr Hvalvík

Petur, sum hevði postin í 34 ár, dámar væl at fáast við seyð. (Mynd Vagnur)

Tilvildin kann vera løgin og kann føra til mangt undarligt og áhugavert. Pápi mín Helge í Smæruni skeyt haru í Hvalvík hjá Tummasi Eikholm bónda, og ein vinmaður mín hevði á ungum árum vinkonu úr Hvalvík. Tí kendi eg nøkur fá fólk í bygdini. Eg kann minnast, at eg var eitt sindur bergtikin av nøkrum toftum á eini trøð í bygdini. Hetta vóru leivdir frá revahaldi í Føroyum seinast í 30-árunum. Ein leygardag herfyri hitti eg 76 ára gamla Petur Zachariassen, kallaður Petur post, og hetta skuldi gerast áhugaverd og gevandi tilvild. (Skrivað í 2015) Læs resten

Føroyavinurin Gianfranco Contri vitjar aftur í Føroyum

"Franco" er komin til Føroya við ferðaliði at fylgja sólarmyrkingini. (Mynd Vagnur)

Franco er komin til Føroya við ferðaliði at fylgja sólarmyrkingini. (Mynd Vagnur)

Hóskvøldið stendur Franco, sum vit rópa hann í durinum hjá okkum. Ein serliga vinsalur og fittur italiumaður, sum búði fleiri ár í Føroyum, og sum hevur skrivað føroyska/italska orðabók. Hann kom fyrstu ferð til Føroya sum ferðamaður í 1982 og hevur í fleiri umførum verið aftur í Føroyum sum ferðaleiðari millum annað tvær ferðir, tá Føroyar og Italia spældu landsdystir í fótbólti. Nú er hann ferðaleiðari hjá tjúgu fólkum ymsa staðni frá í Italia, sum vildu síggja sólarmyrkingina. Franco er prátingarsamur 63 ára gamal maður. Skrivað í 2015. Læs resten

Úr myndasavninum – Forvitnislig mynd frá 1958 í Vágsbotni

Postbáturin við bryggju í Vágsbotni. (Mynd: Christian Holm Jacobsen myndasavn)

Í 1958 var undiritaði níggju ára gamal, og fyri okkum ungu var Vágsbotnur dragandi og spennandi. Myndin vekir minni og framburðin í okkara samfelagi hesi sekstifimm árini. Nógv áhugaverd at síggja. Ferðafólk, farmur og annað viðføri hvørt um annað á dekkinum. Har frammi hegnpelar, stórur kassi á dekkinum, ja, nakrir ølkassar koma undan vinstrumegin. Handa oljutunnan er serlig við báðum jarnringunum um miðjuna. Eisini súkklan, barnavognurin og bilurin Fø 100.

Leggið til merkis  klæðini fólkini eru í. Menninir í troyggju niður í buksuna og belti um miðjuna. Tú sært mest sum ikki longur menn í hatti og alpuhúgvu. Í 1958 var Vágsbotnur, Vaglið og Kongabrúgvin miðdepulin í Havn. Býarsavn? Komi at hugsa um Birgar Johannessen, sála, sum stríddist fyri býarsavni. Ófatullgt, at eingin á Vaglinum ynskir og vil stríðast fyri mátmiklum býarsavni. Vaglið svimur peningini, og nú gera tey eina omaná á, sum kostar nógvan pening. Sjálvandi eigur Havnini at húsa glasilgum býarsavni. Súkklan, barnavognurin, og hví ikki søguligu øl-og sodavatnkassarnir á myndini kundu havt pláss á býarsavni. Birgar royndi, men fekk ikki nógvan stuðul, má sigast. (Vagnur apríl 2023)