Úr myndasavninum – Áhugaverd mynd av Áarstovu í Havn

Oman Áarvegin og Havnará. Húsaskjøldurin vit sígga yvirav hjá Essaba er Áarstova. (Mynd Verjir yvir Havnarvág

Tá eg kom fram á myndina omanfyri í bókini “Verjir yvir Havnarvág”, kom eg at hugsa um Áarstovu, sum eg ikki minnist,  og sum uttan iva er tikin niður fyri mína tíð. Økið var eitt parkeringsøki, men nú er standmynd sett har til minnist um brøðurnar Janus og Hans Andrias Djurhuus. Á myndini síggja vit Cafe Natúr, sum vit róptu klædnahandilin hjá Essaba. Sunnanfyri Áarstovu kemur Hotel Djurhuus undan og niðast vinstrumegin minnist eg tey á Lag høvdu handil. Hvørt mansbarn kennist við nøvnini Janus og Hans Andrias Djurhuus, sum báðir høvdu serligar skaldagávur. Hanus Kamban hevur skrivað bøkur um teir báðar.

Janus var mest kendur fyri frálíkar yrkingar. (Mynd Bókmentasøga 2)
Janus var mest kendur fyri frálíkar yrkingar. (Mynd Bókmentasøga 2)

Janus var borin í heim í Áarstovu í 1881 og andaðist í 1948, og Hans Andrias er føddur í Áarstovu í 1883 og andaðist í 1951. Teir vóru av skaldarætt, tí langabbin var Sjóvarbóndin Jens Christian Djurhuus. Janus gekk í realskúla í Havn og tók prógv í 1897. Seinasta skúlaárið var Jákup Dahl lærari hansara, og Janus skal hava greitt frá, at tað var í realskúlanum, at hann fekk alsk fyri tí málsliga og tjóðskaparliga. Um hetta mundið var danin Emil Bruun prestur í Suðursteymoy og búði í Sandagerði. Til hansara gekk Janus at læra latín og griskt mál.

Janus tók studentsprógv í 1900 og tók sama ár upp lestur við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Hann las eitt skifti læknafrøði, men í 1904 fór hann at lesa løgfrøði og tók prógv í 1911. Eitt skifti arbeiddi hann í Danmark men flutti aftur til Føroyar. Ymisk viðurskifti høvdu við sær, at hann í 1928 misti loyvi sítt at arbeiða sum sakførari. Janus fór í myrkt hol, flutti til Danmarkar uttan iva við tí í kvittanum ongantíð at koma heimaftur. í 1938 fær hann sakførararættindi síni aftur og sama árið flutti hann aftur til Føroyar. Her búði hann seinasta tíggju ára skeiðið av lívi sínum, til hann andaðist í 1948.

Hvørt mansbarn í Føroyum kennir frálíku barnarímurnar hjá Hans Andriasi. (Mynd Bókamentasøga 2)
Hvørt mansbarn í Føroyum kennir frálíku barnarímurnar hjá Hans Andriasi. (Mynd Bókamentasøga 2)

Hans Andrias Djurhuus var borin í hem í Áarstovu í 1883. Hans Andrias hevði øðrvísi lívsleið enn Janus, tí aftan á barnaskúlaár fór Hans Andrias til skips, men har treivst hann ikki væl. í 1901 leitaði hann sær á háskúla í Føgrulíð. Her fekk hann á fyrsta sinni undirvísing í føroyskum, skifti orð við søgu- og bókmentarkønar menn, sum háskúlamenninir vóru og fekk náðir at lesa. Serliga væl dámdi honum stóru norsku høvundarnar, tí hjá teimum sá hann skyldskap.

Í 1902 fer hann á læraraskúla í Havn og tók prógv í 1905. Lærarastarv sítt byrjaði hann sum vikarur í Klaksvík, men hugurin stóð til víðari útbúgving, og tí leitaði hann niður á danska læraraháskúlan í Keypmannahavn. Heimafturkomin arbeiddi hann fyrst í privatskúla í Havn, men í 1909 fekk hann starvið sum lærari í Sandavági, og her virkaði hann í sjey ár.

Í 1916 flutti hann suður á Tvøroyri at vera fyrsti lærari  har, men í 1919 kemur hann aftur í starv í heimbýnum sum lærari við Realskúlan og Føroya Læraraskúla. Hetta starv røkti hann til deyðadags í 1951. (Vagnur skrivað í 2015)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply