Keypti fyri mansaldur síðani serliga mynd av føroyskari slupp

Vøkur mynd av føroyskari slupp. Eingin motorur og eingin telefon. Haldi, at sluppin júst er komin inn um Borðina.

Myndina omanfyri keypti eg Undir Glasheyggi fyri nú mansaldur síðani. Helt tá, at myndin var serlig, tí einki navn og einki nummar. Ein deyðsiglari við ongum motori og donskum flaggi upp í mastrini.Myndin hongur ramma inn á skrivstovuni.

Tað var miðskeiðis í 1870 – árunum, at Føroyar fóru frá at vera bóndasamfelag og so líðandi til fiskiveiðusamfelag. Næstu árini vóru umleið hálvannaðhundrað sluppir keyptar úr Skotlandi og Hetlandi. Nú kundu ungir mennn forvinna sær pening umborð á slupp og harvið seta búgv. Læs resten

Tilvildin vildi tað soleiðis, at Eigil Lyngsø búsetti seg í Føroyum

Hugaligt at práta við Eigil Lyngsø. (Mynd Vagnur)

Hugaligt at práta við Eigil Lyngsø. (Mynd Vagnur)

Sunnumorgun fyri tíggju árum síðani bankaði á dyrnar hjá okkum, og í durinum stóð  Eigil Lyngsø. Ørindini vóru at geva mær tríggjar áhugaverdar hondbóltsmyndir, tí Eigil, sum kom til Føroya í 1957, spældi hondbólt við Neistanum. Hann helt, at eg kundi brúka myndirnar til okkurt í míni skriving um føroyska hondbóltssøgu, og tað kann eg. Tá vit løtu seinni sótu í køkinum og tosaðu um hondbólt og ymist annað, fekk eg at vita frá Eigili, hvussu til tilvildarligt var, at hann bleiv búgvandi í Føroyum, tí upprunaliga skuldi hann bara arbeiða sum frisør í Havn í hálvt ár. Eigil greiðir soleiðis frá: Læs resten

Einaferð búðu trý húski úti á Borðuni

Nóloyingar skoru torv á Borðuni og sigldi torvið við árabáti heim í bygdina. Mynd Monika

Ongantíð havi eg verið úti á Borðini, men fleiri ferðir siglt fram við, tá vit vóru á floti har suðuri. Suður/eystur úr Káplinum, sum vit plagdu at siga. Eg hevði ein pápabeiggja, sum ungur setti sær fyri at vitja allar bygdir í Føroyum eisini úti á Borðuni, og so var gjørt. Tá var vegasambandið ikki sum nú. Men sjálvur havi eg tildømis ikki verið úti í Dímun og á nógvum oyggjum norðanfyri. Hví, ja Guði viti hví? Læs resten

Nært tilknýti var millum Eiði og Ungmannafelagið Kyndil

Standandi f.v: Sigmundur Hammer, Petur Ovi Vesturtún, Rasmus Joensen og Regin Ellingsgaard. Fremst f.v: Bynni Lamhauge, Eyðun Husgaard, Helgi Sivertsen og William Hansen.

Fekk um dagarnar forvitnisliga mynd sendandi frá vinmanni. Myndin er frá 1967 og er av unglingaliði hjá Kyndli. Serligt við myndin er, at fýra eiðisdreingir standa aftast og fýra havnardreingir fremst á myndini. So at finna út av, hví so var? Læs resten

Úr myndasavninum – Økið Yviri við Strond var ikki væl skipað í 1960-árunum

Alt var ikki so væl skipað har á leiðini í 1960-árunum. Húsini hjá Frazer síggjast við Jekaragøtu. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Myndin omanfyri er áhugaverd eisini fyri meg, tí myndin er tikin júst um tað mundið, tá eg fór í læru sum bilsmiður hjá Vilhelmi Nielsen. Hoyri fyri mær ljóðið frá grótsagini á Grótvirkinum, sum hevði heilt serligt ljóð. Síggi eisini fyri mær nógvu gravsteinarnar, sum stóðu uttanfyri. Henning Eysturoy, sum arbeiddi á stoypivirkinum, kendi eg heilt væl frá Neistanum, og eg minnist eisini, tá Frazier Eysturoy bygdi sær hús í Jekaragøtu, har hann hevði modellsnikkarí í fyrstu hædd. Frazer byrjaði í 1953 snikkaraverkstað í J.C. Svabosgøtu, og vit smádreingir vóru mangan inni hjá Frazari, har vit sluppu at síggja, hvussu hann meistarliga snikkaði til ymsu modellini. Frazer var eldri maður í okkara ungdómsverð, men hann doyði longu 53 ára gamal í 1977.

Alt har á leiðini Yvir við Strond var ikki so væl skipað. Barakkir frá krígnum, Serjantahúsini, bátar og verkstøð hvørt um annað. Økið niðanfyri vegin, har bátarnir standa, var steinsett fiskastykki, og har turkaði Carl á Lag fisk uttandura. Í 1933 var turkihúsið bygt á staðnum. Svørtu húsini norðanfyri stoypivirki meini eg teir í Geil bygdu, men tað kann onkur fáa okkum á pláss. Í 1950-árunum var heilt stór tilflyting til Havnar, og vit síggja raðhúsini “túnini” koma undan uppi á høvdini. Har gjørdist stórur býlingar við raðhúsum. (Vagnur)

Tvey kend andlit – Rubek var við í spoyturoyndini á Reyni í 1962

Gimme og Rubek í Vágsbotni. Perlan kemur undan høgrumegin og bensinstøðin á horninum.

Gimme og Rubek í Vágsbotni. Perlan kemur undan høgrumegin og bensinstøðin á horninum.

Áhugavert at síggja júst hesa myndina, tí eg kendi Arngrím Reinert róptur “Gimme”, og eg minnist Rubek Rubeksen, sum var serliga havnarmynd. Rubek var søgufróður og væl dámdur maður, sum altíð såst í Vágsbotni, har hann arbeiddi sum avgreiðslumaður í goymluhølunum hjá Mejarínum. Postbátarnir løgdu at í Vágsbotni. Men fyrst nøkur orð um Gimma.  Læs resten

Úr myndasavninum – Áhugaverd mynd av brúgv frá Krákusteini og yvir á Skansan

Myndin er tikin í 1950. Skansabrúgvin var tikin niður í 1952. Mynd Forminnissavnið.

Havi áður sæð myndina omanfyri, men ongantíð gjørt mær greitt, hví henda brúgv var bygd júst soleiðis. Tá farið var undir at gera havnarlagið eystanfyri í 1922, skuldi nógv grót brúkast. Sprongt var frá sjóvarmálanum og eystureftir. Um somu tíð vóru fólk farin at seta búgv eystanfyri á Abbatrøð og har um leiðir. Fyri at nýggi býarparturin eystanfyri skuldi hava samband við restina av Havnini, var neyðugt at spreingja eina geil frá havnarlagnum og yvir í Jónas Bronckgøtu. Skansin var tíðandi partur av havnini tá, tí har helt politistaliðið til, og har var dómhús og fongsul.

Vitin og veðurmasturin vóru eisini á Skansanum. Tá fasta sambandið við Skansan var sprongt burtur, var neyðugt at gera brúgv av Krákusteini og yvir á Skansan. Nú eg siti og hyggi at myndini, komi eg at hugsa um, nær kommunan fekk sær grótbrot uppi við Oyggjarvegin. Vildi sagt miðskeiðis í 1950-árunum. Hetta veit kanska onkur at siga. Grótbrotið við Oyggjarvegin er niðurlagt og verður brúkt at hýsa brandstøð og øðrum virksemi hjá kommununi. Eg arbeiddi í Grótbrotinum í 1966/1967, og tá var eisini asfaltstøð í grótbrotinum. Minnist, tá alt dustið frá bæði knúsara og asfaltinum fór við vindunum niður yvir húsini sunnafyri og eystanfyri grótbrotið. Hetta høvdu fólk í dag ikki funnið seg í. (Vagnur)

Vit ungu við Landavegin vóru errin at kenna skiparan Thorvald Andreasen

Thorvald var fittur og barnavinaligur maður. (Mynd: Familjumynd)

Thorvald var fittur og barnavinaligur maður. (Mynd: Stállínuskipini)

Tá eg herfyri læs í seinnu frálíku bókini um “Stállínuskipini”, sum Sigmar Bláberg skrivaði og gav út í 2015, steðgaði við línubátin Nornagest, sum kom til landið á jólum 1961. Reiðarin og skiparin Thorvald Andreasen og konan Petrina búðu í húsum í V.U. Hammershaimbsgøtu í Havn og nærmasti granni til Ellisheimið. Og júst hetta økið var spæliplássið hjá okkum ungu, og eg kendi væl Thorvald, Petrinu og børnini Tótu, Odu, Daniu og Árna. Vit ungu sóu upp til henda vinaliga skiparan, sum fyrst átti Norðstjørnuna og síðani stásiliga línubátin Nornagest, sum hann saman við beiggjanum Alfred læt byggja í Dieppe í Fraklandi. Eina serliga hending havi at leggja aftrat vælskrivaðu søguna um Thorvald Andreasen, Nornagest og Norðstjørnuna. Læs resten

Ferðin hjá Hjørdis Háberg og mammuni til Sumbiar tók tólv tímar

Hjørdis og mamman sigldi við hesum Smirli til Sumbiar. Ferðin tók tólv tímar. Smiril á Havnarvág umleið 1920. (Mynd Havnin fólk og yrki)

Seinastu mánaðirnar hevur skipanavnið Galaxy rungað í hvørjum lurtitólið í Føroyum. Suðuroyingar í øðini og í mótmælum føra fram, at Suðuroyggin er afturútsigld og fyri vanbýtí. Løgið, tí í mun til fólkatalið, so hevur Suðuroyggin havt flest løgmenn og landsstýrisfólk í mínari tíð. Hava hesi sovið í tímanum?

Kom at hugsa um hetta, tá eg um dagarnar las í bókini Minnisbrot frá 2006 eftir Hjørdis Háberg, sum í bókini leiðir okkum gjøgnum Havnargøtur fyri hundrað árum síðani. Hugaligt at lesa, hvar eg brádliga steðgaði við tekst, tá Hjørdist minnist eina ferðina, tá tað tók tólv tímar við Smirli úr Havn til Sumbiar at vitja ommu sína. Læs resten

Úr myndasavninum – Leirvíkingur sum bleiv til Postbátin

Knørrur 1990. Frá vinstru: Jógvan Elias Jacobsen, Guttormur Skaale, Regin Joensen, Petur í Gong, Magnus Gaard, Andrias Ihlen, Páll Olaf Jacobsen, Høgni Hentze og Olaf Vesturgarð. (Mynd Vagnur)

Í Rituvík hevur Fornminnissavnið goymt fleiri gamlar róðrarbátar. Millum bátarnar stendur eitt blátt 8-mannafar, sum Fornminnissavnið eisini hevur goymt. 8-mannafarið er Leirvíkingur, sum bleiv til Postbátin, og síðan fekk navnið Knørrur. Báturin var “startskotið” til Róðrarfelagið Knørr, sum varð stovnað 28. februar 1985. Eg havi hitt Sigurd Andreasen, sum á sinni róði við Leirvíkingi og Postbátinum, og sum slóðaði fyri at fáa bátin til Havnar, har postmenn mannaðu bátin fyrstu ferð í 1978. (Skrivað í 2014) Læs resten