6. juli 1966 var Oyggjarvegurin bundin saman, har Hórisgøtan fer oman til Signabø. Sum ungir hondbóltsspælarar upplivdu vit í hvørfall í tvey ár at ganga milum vegin úr Havn og vegin úr Kollfjarðardali, sum ikki var samanbundin.
Landsverkfrøðingurin Mikkjal Helmsdal, sáli, vildi ikki binda vegirnar saman, fyrr enn vegurin úr Havn leyk trygdina við bilverju og øðrum. Longu tá hoyrdu vit um huldustein, sum Landsverkfrøðingurin ikki vildu spreingja burtur. Vegurin skuldi fara tvørtur um steinin, men hetta vildi Mikkjal Helmsdal ikki og gav boð um at broyta vegaføringina..
Um hann ikki tordi at taka íbygda steinin frá huldufólkunum, havi eg ikki fingið uppspurt. Havi tó spurt Svenning Reinert úr Norðadali, hvat hann veit um huldusteinin, trøllasteinin ella Mikkjalssteinin, sum summi rópa steinin. Og Svenning sigur. Læs resten









