Um síðuna

Spennandi at royna nýggja heimasíðuUndirritaði fer nú at royna at uppbyggja eina nýggja heimasíðu við ymsum tilfari, sum ikki er at finna á øðrum heimasíðum og øðrum miðlum. Longu frá ungum árum fekk eg áhuga at skriva um ítrótt á blaðnum 14. septembur. Hetta var gjørt í frítíðini fyrst í 80 árunum. Tá vóru ongar heimasíður ella sjónvarp, so fjølmiðlaverðin er ótrúliga nógv broytt í so máta.

Seinni kom eg at gerast blaðstjóri á ítróttablaðnum Alt um ítrótt, blað, sum kom út í tvey ár hvønn mánamorgun. Hetta var í 1985 og 1986. Fá ár seinni kom eg at gera ítróttasendingar í Sjónvarpi Føroya saman við Árna Gregersen og Leivi Hansen. Hetta var nýgg og spennandi verð.

Vit gjørdu fimm, seks sendingar, tá ið í fótbóltskappingin endaði um heystið og sendingar, tá ið vetrarítrótturin endaði um várið. Vit fóru eisini tá at senda beinleiðis frá landsdystum í flogbólti, svimjikappingum, landsdystum í fótbólti, steypakappingum í hondbólti og flogbólti. Eisini hevði Sjónvarp Føroya samsendingar við danskar og norskar sjónvarpsrásir, tá ið stórar altjóða kappingar vóru á skránni. Vit løgdu røddir til sendingarnar.

Umframt alt hetta skrivaði eg nógv hondbóltstilfar í dystarbløð hjá Neistanum og skrivaði nógv lesarabrøv í bløðunum. Tað var, sum allar mínar meiningar og hugskot skuldu festast á blað. Frá 2003 til og til við á ólavsøku 2008 skrivaði eg hundraðtals innsløg um kappróður á heimasíðuni hjá Havnar Róðrarfelag www.drekin.fo og næstan í trý ár skrivaði eg á heimasíðuni hjá Neistanum www.neistin.fo .

Alt hetta var spennandi og gevandi arbeiði, men eg føldi alla tíðina, at tað var alt ov avmarkað bara at skriva um ítrótt á heimasíðum. Tað er so nógv annað tilfar, sum tú kanst skriva um, og sum lesarin kann fáa gleði av. Bløðini og nógvu heimasíðurnar trola oftast á somu grunnum. Og vantar tilfar, so verður farið út um landoddarnar. Alt gott um tað.

Heimasíðan www.hvannrok.fo skal vera mítt frítíðarítriv, nú eg eri farin frá sum lærari. Ætli mær ikki at binda meg til nakað sum helst, bara skriva av og á um tilfar, sum eg haldi er spennandi og hevur áhuga millum manna. Nýtt tilfar og finna fram okkurt áhugavert gamalt tilfar. Fari at finna fram nakað av søguliga tilfarinum, sum eg havi skrivað áður, og sum nógv fólk ikki hava sæð. Nú fáa vit at síggja.

Vagnur Michelsen