Av og á gongur leiðin út á kirkjugarðin at vitja foreldur og onnur. Og henda dagin steðgaði eg við grøvina hjá Tønnis Wardum, sum fór eftir ólavsøku í fjør. Føddur 9. apríl 1949 og farin 2. august 2025.
Vanligt er eftir jarðarferðir, at familjan antin leggur minni stein við fornavni á grøvina ella hvítan kross fyri eitt ár seinni ella meira at fáa sett upp endaliga gravsteinin. Moldin skal hava tíð at seta seg.
Eg hugleidddi hesa løtuna, hví onkur hevur snikkað part av ár á grøvina hjá Tønnis. Kendi Tønnis frá ungdómsárunum. Vit spældu hondbólt í Neistanum, og hann spældi á fyrsta dreingjaliðnum hjá felagnum í 1963. Árið, tá dreingjadeildin fór av bakkastokki. Vit spældu eisini saman á unglingaliði, men Tønnis gavst eftir hetta at spæla hondbólt.
Kann gita mær, hvør hevur gjørt part av ár til kross á grøvina hjá Tønnis. Haldi ikki, at Tønnis róði kapp, men hann var trúgvur hjálparmaður í Havnar róðrarfelag. Í nógv ár var hann ein av teimum, sum á ólavsøku løgdu fasta startin undir Argjaland. Hetta var serligt arbeiði, tí træplankar skuldu skrúvast saman á landi og sleipast undir Argjaland. Nú er fasti starturin sterkur nylontrossi. HR-vinirnir hildu saman í nógv ár.
Tønnis segði mær, at hann á ólavsøku í tretivu ár hevði skotið í málbilinum, tá bátarnir fóru um mállinjuna. Hann brúkti tvey skotvápn samstundis, tí bátarnir vóru so nógvir og javnir.
Tønnis og eg komu nógv saman í nøkur ár, til hann fór av landinum eftir at hava arbeitt í Radiohandlinum á Bryggjubakka. Fór fyrst í skúla, síðani í hertænastu, har hann var í donsku lívgarduni. Eftir hetta at læra til løgreglumann. Eg skrivaði grein um Tønnis, tá hann í 2014 vegna aldur gavst sum løgreglumaður.

Tønnis á hondbóltsferð í Noregi í 1964. Frá vinstru Eyðfinn, Jógvan Martin, Finn Bjørn, Niels Símun, Tønnis, Sverri, Bjarni, Echardt, Kristjan og Tummas
Tønnis og teir vóru átta brøður. Heðin, Hanus og Janus, Suni, Jóannes, Tønnis, Bogi og Rani. Foreldrini vóru Johannes og Bodil Wardum. Kom fleiri ferð fyri, at vit ungu sótu í kamarinum hjá Tønnis uppi undir Varða og av og á drukku nakrar øl fyri síðan at fara oman í býin. Tønnis var HB-ari við stóra H, og minnist meg rætt, var hann flaggmaður hjá felagnum í nøkur ár.
Tønnis var bersøgin maður og segði mangan nógv eisini alment, sum vit onnur ikki dittaðu okkum at siga. Millum annað at lívið var ov stutt til kvinnufótbólt. Hann segði seg vera rasist, men henda áskoðan viknaði við aldrinum heilt burtur. Soleiðis var Tønnis.
Tønnis var messudrongur um borð á Bliki, sum sakk í 1963
Seinastu tíðina búði Tønnis á Tjarnargarði. Tá vit vitjaðu hann einu ferðina, vísti hann okkum myndabók við forvitnisligum myndum. Millum annað myndir, tá Blikur hjá Skipafelagnum Føroyum sakk í Grønlandi 24. juli 1963. Tønnis var saman við vinmanninum Eyðuni Waagstein messudrongur umborð.
Í fagrasta veðri 11. juli hetta árið legði Blikur frá bryggju í Havn til Grønlands við trýss útróðrarmonnum og bátum. Manningin taldi sekstan, av teimum tvær kvinnur, og so vóru tvey ferðafólk. Tilsamans 78 fólk umborð á ferðini.

POSEIDON var eitt vaktar- og bjargingarskip hjá týska fiskiflotanum. Kom ofta á Havnina ávegis Grønland. Nógvir týskir trolarar fiskaðu í Grønlandi um hetta mundið
Málið var Eggersø á Kappanum. Komin á Kappan 15. juli voldi ísur Bliki trupulleikar, men bardi seg tó gjøgnum smáísin móti landi. Nakrir útróðrarmenn fóru í land og funnu hóskandi pláss at húsast og rógva út.
Tá tilfar og bátar var komið í land, helt Blikur við parti av útróðrarmonnunum umborð leiðina í Føroyingahavnina eftir m.a. útgerð og olju, og onkur útróðrarbátur skuldi eisini við aftur suður á Kappan. Umborð vóru tá fjøruti fólk.
24. juli kom Blikur í smáís og fór knappliga at leka so mikið illa, at vandi var fyri Bliki. Endin gjørdist, at menn noyddust at fara í bjargingarbátarnar.
Til alla lukku var avbera gott og stilt veður, so menn vóru ikki bangnir, tí hjálp var eisini ávegis. Eftir góðar sjey tímar kom týska vaktar- og bjargingarskipið Poseidon á leiðina og bjargaði øllum fólkunum. Tønnis segði okkum, at hann minnist einki til, at hann var bangin. Men legði aftrat, at løgin kensla at síggja Blik fara undir kav, tí tað tók sína tíð at Blikur at enda sakk. Ein tóm kensla, minnist Tønnis.
Vit onnur eru komin so langt á lívsleiðini, at nú tynnist í vinaskara. Á liðmyndini omanfyri eru Sverri Wang, Tummas Joensen og Tønnis Wardum farnir. Neistaliðið er í 1964 á hondbóltsferð í Noregi.
Ja, Tønnis? Haldi, at Tønnis misti nakað av lívsneistanum, eftir at hann í 2014 gavst sum løgreglumaður. Vinmenn og onnur royndu at halda honum til, men tað gekk illa hjá honum at taka seg saman. Tønnis var góður vinur, bersøgin og hittinorðaður.
Navnið Tønnis? Hann var einnevndur í Havn. Veit bara um ein annan Tønnis í Føroyum, og hann býr á Langasandi.
Tønnis Wardum var uppkallaður eftir langabbanum Tønnes Peter Hans Michelsen føddur í 1850, sum búði Kilarkanalini. Eini hús har verða nevnd hjá Tønnesi. (Vagnur)

Langabbin, sum Tønnis Wardum eitur eftir, búði í húsum við grønu kjallarahurðini. Á húsavegginum stendur navnabretti hjá Tønnesi. Langabbin Tønnes Peder Hans Michelsen var føddur 1850, men eg havi ikki funnið út av nær hann doyði.




