
Fyrsta myndin av kyndilsmonnum í 1956. Aftast f.v. Hannis Jacobsen, Viggo í Stórustovu og Vagnar Olsen. Miðan f.v: Poli Jaobsen, Jógvan Andrass Jeonsen og Nick Hansen. Fremst málverjin Dia Jacobsen.
Kyndilssøgan er áhugaverd, tí frá byrjan í 1956 æt felagið Ungmannafelagið Kyndil, og felagið var fráhaldsfelag partur af Losjuni N.I.O.G.T. Heilt nógv virksemi var í Losjuni, har tey nú spældu hondbólt um summarið og serliga borðtennis um veturin. Eisini var skipað fyri enskum dansi, og nógvur ungdómar komu í Losjuna.
Tá ið Kyndil fylti 25 ár í 1981 vóru vit nøkur neistafólk boðin í føðingardagsveitslu á Hotel Føroyum, sum tá var á Kongabrúnni. Sum umboð fyri Neistan segði eg nøkur orð millum annað, hvussu trygt bakland Kyndil hevði í Losjuni. Men tíðir broytast, og nógv Losjuvirksemi er ikki longur kring landið. Nógv av umrøddu losjufólkunum eru farin.
Fari ikki at endurtaka alt tað, eg skrivaðí fyri tíggju árum síðani, tá Kyndil fylti 60 ár, men vil ynskja Kyndli til lukku við føðingardegnum við serligari tveimum myndum. Spælarar á mansmyndini frá 1956 kendi eg allar væl. Allir eru farnir uttan málverjin Dia Jacobsen.

Í 1964 hátíðarheldur ÍSF 25 ára føðinginardag. Og hesar sjey kyndilskvinnur spæla ímóti Neistanum í finaluni. Frá vinstru: Elsa Poulsen, Olga Frederiksen, Sanna Waagstein Johansen, Nina Weihe, Karin Kjølbro, Hallgerð Midjord og Elin (Sissan) Mortensen. Elsa stóð altíð í málinum í svørtum venjingarbúna. (Myndeigari: Bergtóra Hanusardóttir)
Í 1964 hátíðarheldur ÍSF 25 ára føðinginardag. Og hesar sjey kyndilskvinnur spæla ímóti Neistanum í finaluni. Frá vinstru: Elsa Poulsen, Olga Frederiksen, Sanna Waagstein Johansen, Nina Weihe, Karin Kjølbro, Hallgerð Midjord og Elin (Sissan) Mortensen. Elsa stóð altíð í málinum í svørtum venjingarbúna. (Myndeigari: Bergtóra Hanusardóttir)
Á 70 ára føðingardegnum er mín eygleiðing, at Kyndil er gott og vælskipað hondbóltsfelag. Tó fyri nøkrum árum síðani var felagið í lítlum aldudali og var serliga yvirhálað av dygdargóðum hondbóltsarbeiði í H71. Um hetta mundið var Neistin eisini viknað nakað. Ì 1956 var einki H71 ella ÍA á Argum. Nú mugu Kyndil og Neistin bara bretta upp um armar og halda tørn.
Síðani 1956 er hondbóltsreglarnar nógv broyttar. Vit spældu hondbólt bert um summarið og á grúsvølli. Í 1964 var vøllurin í Havn asfaltertaður, og tá kundi spælast skjótari spæl. Í 1968 kom fyrsta hondbóltshøllin í Klaksvík, og í 1970 fingu vit høllina á Hálsi. Hondbóltur fór tá frá at vera summarhondbóltur til vetrarhondbóltur.
Nú vit skrivað 2026 er hondbóltsspælið í Føroyum í øgiligari menning og HSF ger dygdararbeiði. Frálíka landsliðsarbeiðið eg prógv um hetta. Tá alt hetta er sagt vil eg ditta mær at siga hesi orð:
Hjartasuff
Sum eldri hondbóltsspælari er sumt, sum mær slett ikki hóvur við nútíðar hondbóltsspælinum. Sjey ímóti seks spælið dámar mær slett ikki. Hetta at kasta bóltin í tómt mál er langt úti í míni hondbóltsverð.
Ja, so at kunna skriva sektan spælarar á dómaraseðilin, hóvar mær heldur ikki. Sjey spælarar á vølli og níggju spælarar sita og kúra á skiftingarbeinkinum. Tú mennist ikki sum spælari at sita á skiftingarbeinkinum summir allan dystin. Sjálvur hava eg ikki sitið nógv minuttir á skiftingarbeinki eftir tjúguára langt hondbóltsspæl.
Á myndunum um omanfyri eru sjey spælarar og allir sleppa á spæla. Í míni hondbóltstíð kundu tú skriva tólv spælarar á dómaraseðilin.
Tá alt hetta er sagt, so er hondbóltsspælið í Føroyum í øgiligar menning. Her hugsi eg serliga um dygdararbeiðið HSF ger, nú vit spæla altjóða landsdystir í fleiri aldursbólkum, og at so nógvir spælarar fara út um landoddarnar at spæla hondbólt. Bjørt framtíð.
KYNDIL. Enn einaferð til lukku við runda føðingardegnum. (Vagnur)