Týskari skeyt føroyingin Otto Jacobsen í Næstved 7. mai 1945 (e)

Nógvir frælsisstríðsmenn og onnur fylgdu Otto Jacobsen til gravar. (Mynd Næstved Arkiverne)

24 ára gamli føroyingurin Otto Jacobsen, sonur Marina og Hans Jacob Jacobsen, róptur Hans Jakob í Smæruni, var endaður í Danmark, eftir at Týskland hevði hertikið landið 9. apríl 1940. Otto var júst útlærdur slaktari og skuldi koma heim at arbeiða í slaktarínum hjá pápanum. Otto var leiðandi frælsismaður, og sjálvt um týskurin gav seg alment yvir 5. mai, náddi týskur hermaður at skjóta Otto. Her er søgan um Otto og tey í Smæruni. Myndirnar frá jarðarferðini havi eg fingið úr Næstved. (Skrivað í 2015)

Systkini fr.v: Otto, Gerda, Oskar og Gudny.
Systkini fr.v: Otto, Gerda, Oscar og Gudny.

7. mai 1945 kom til ilnar millum ein týskan hermann og danskan handilsmann. Tá Otto skuldi mekla ímillum hesar báðar, skeyt týski hermaðurin Otto í høvdið, so hann doyði á staðnum. Pápi hansara, Hans Jacob, var merktur av hendingini restina av lívinum, segði pápi okkara Helge í Smæruni, sum ungur kom í Smæruna at arbeiða.

Hans Jacob í Smæruni 1890-1967 (Mynd Havnin - fólk og yrki)
Hans Jacob í Smæruni 1890-1967 (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Otto Jacobsen var farin til Danmarkar at útbúgva seg sum slaktara, tí hann skuldi standa fyri slaktarínum hjá pápanum í Smæruni. Otto var giftur danskari kvinnu, og tey áttu sonin Torbjørn. Otto slapp ikki heim til Føroya, tí týskurin hevði hertikið Danmark. Otto gjørdist frælsismaður og gjørdist leiðari í einum av frælsisbólkunum. Í arkivi í Næstved stendur soleiðis um drápið á 24 ára gamla føroyingin Otto Jacobsen:

Ein týskur hermaður hevði ein seinnapart stolið ein pakka av smøri hjá slaktarameistaranum Mandrup Christensen, Ringstedgade 50. Boð vórðu send eftir nøkrum frælsismonnum til tess at loysa íkomnu støðuna. Ein av frælsismonnunum var Otto Jacabsen, sum legði byrsuna frá sær, so týskarin kundi síggja, at ætlanin var at loysa í málið í sátt og semju. Hertøkan av Danmark var jú av og bara fáir týskir hermenn sóust enn í gøtunum. Men eini týskarin gjørdi skjótt av, tók revolvaran úr hylkinum og skeyt Otto í høvdið, so hann doyði á staðnum.

Týskarin, sum skeyt Otto, varð løtu seinni skotin til deyðis av frælsisvinmonnum, og tá ið hendingin var av, lógu umframt Otto eisini tríggir týskir hermenn deyðir á gøtuni. Seinni heimsbardagi var av, og Otto skuldi í næstum flyta heim til Føroya við danskari konu og barni.

Kvinna leggur blómur á staðið, har Otta varð skotin.
Kvinna leggur blómur á staðið, har Otta varð skotin. (Næstved Arkiverne)

9. mai varð frælsisstríðsmaðurin og leiðarin Otto Jacobsen borin til gravar frá Sct. Peters kirkju, har stórt syrgihátíðarhald var fyriskipað. Frælsisstríðsmenn bóru kistuna, og fólk í hópatali fylgdi Otto til gravar.

Pápin, Hans Jacob, broyttist eftir deyða Otto

Pápi mín, Helge Michelsen (1913-1985), róptur Helgi í Smæruni, kom sum tjúgu ára gamal at arbeiða í Smæruni, eftir at hann í nøkur ár hevði arbeitt hjá Evensen. Hans Jacob var handilsmaður og vinnulívsmaður, og í 1932 læt hann upp matvøru- og slaktaríhandilin Smæruna, sum helt til í M.A. Winterhersgøtu/J.H. Schrøtersgøtu, har Sjónvarp Føroya helt til, áðrenn flutt varð í Sortudíki.

Minnispláta er fest á húsið, har Otto varð skotin.
Minnispláta er fest á húsið, har Otto varð skotin.

Hans Jacob var framsíggin handilsmaður, tí longu í 1927 læt hann upp “cafe” á Høgareyni úti á Reyni. Hetta var ikki bara vanlig “cafe”, men Hans Jacob kundi bjóða nakað, sum bara stórbýirnir kundu bjóða tá i tíðini. Tað fyrsta gestirnir rendu seg í, tá ið teir komu inn um dyrnar, var ein “automat”, og har fekst tú sigarettir, tyggigummi, góðgæti og annað. Í gongini stóð vekt, har fólk kundu viga seg við at gjalda 10-oyra. Á tekjuni stóð stór ljósreklama, sum sást um allan býin.

Longu í 1902 var bryggjarí í Ydun úti á Reyni. Í 1922 keyptu Hans Jacob Jacobsen og Rudolf Michael Jacobsen bryggjaríið. Í 1935 var bryggjaríið flutt av Reyni niðan í Smæruni á Abbatrøð. Í 1935 gavst Hans Jacob við bryggjarínum og seldi tólini til Føroya Bjór í Klaksvík.

Longu á ungum árum fingu vit frá pápa okkara søguna um Otto Jacobsen, sum var skotin av týskara. Eg mínnist væl, hvussu ávirkaður eisini pápi mín var av hendingini, tí sum hann segði, gjørdist Hans Jacob ongantíð sami maður aftur. Seinastu dagarnar fyri krígslok spældi hvør fingur á Hans Jacobi, tá hann kundi boða starvsfólkunum í Smæruni frá, at seinni heimsbardagi var av, og nú kom sonurin aftur til Føroya at arbeiða sum slaktari.

kjkjkjkjkjkj
Her síggja vit blómurnar  á gongubreytini og handilin hjá Mondrup Christensen. (Mynd Næstved Arkiverne)

Pápi okkara segði okkum mangan, hvussu harða lagnu Hans Jacob (1890-1967) og konan Marin (1892-1955) fingu á lívsleiðini. Tey bæði áttu fýra børn. Sonurin Oscar (1929-2002) hevði barnalammilsi, dóttirin Gerda (1932-1950) doyði av sjúku átjan ára gomul, og so vanlukkuliga hendingin, tá ið Otto (1922-1945) varð skotin. Hans Jacob átti eisini dóttrina Guðny (1924-2013), sum var gift við Mouritsi Rubeksen (1919-1982), sum átti Møblasøluna Smæruna. Marin og Hans Jacob áttu fýra abbabørn. Umframt Torbjørn son Otto, átti Gudny og Mourits trý børn. Dreingin Otto, sum eg havi fingið familjumyndirnar frá, Gerdu, sum er farin, og Marin. Øll trý uppkallað eftir ommu og systkum hjá Gudny.

Frælsisstríðsmenninir vóru serliga virknir seinasta í krígsárunum. (Næstved-Arkiverne)
Frælsisstríðsmenninir vóru serliga virknir seinast í krígsárunum. (Næstved-Arkiverne)

Eg fekk hug at skriva heimasíðusøguna um tey í Smæruni, tá eg sá mynd av pápa mínum og smádreinginum Torbjørn son Otto Jacobsen. Eftir krígslok komu kona Otto og sonurin til Føroya, har ætlanin var at seta búgv. Pápi mín dugdi væl við børnum, og Torbjørn og pápi mín gjørdust sera væl – Torbjørn hekk uppi í pápa mínum. Mamman og Torbjørn vóru í Føroyum eini tvey ár, og fóru síðan aftur til Danmarkar, har Elly kona Otto seinni varð gift donskum manni, og tey fingu sonin Jan. Torbjørn vitjaði ofta aftur í Føroyum, og vit hittust fleiri ferðir hjá Oscari í Smæruni, har hann altíð búði.

Otto var leiðari í frælsisstríðnum. Allur Næstved býar var kvirru, tá ið Otto fór til gravar.
Otto var leiðari í frælsisstríðnum. Allur Næstved býar var kvirrur, tá ið Otto fór til gravar. (Mynd Næstved Arkiverne)

Hans Jacob í Smæruni varð føddur í 1890 og doyði í 1967. Hans Jacob og abbi mín, sum eisini æt Hans Jacob, vóru systkinabørn. Eg minnist, at Hans Jacob í Smæruni mátti halda høvdinum við eini hondini. Mamma mín sigur, at orsøkin var, at Hans Jacob var lagdur undir skurð fyri eitthvørt í hálsinum, men læknin kom av óvart at skera av týdningarmikla nerv, sum gjørdi, at hann fekk ikki rættiliga stýrt høvdinum.

Kistin við Otto á veg í S
Stóra fylgið uttan fyri Sct. Peters kirkjuna. (Mynd Næstved Arkiverne)

Alt fær ein enda her á fold. Tá ið Hans Jacob doyði í 1967, tók pápi mín við leiðsluni í Smæruni. Versonurin, Mourits Rubeksen, var har, men hann fór at handla við møblum. Pápi arbeiddi á kontórinum, stóð handan diskin í kjøtdeildini og fletti seyð og neyt um kvøldarnar. Ein umhildin leiðari, sum dugdi væl við fólki. Smæran var fyrsti handil í Føroyum, sum gjørdist sjálvtøkuhandil. Nú skuldu kundarnir sjálvir fylla kurvarnar við vørum og fara til kassarnar at gjalda. Hetta var ógvuslig broyting hjá serliga eldri kundunum.

Svigarsonurin Mourit Rubeksen og Helge í Smæruni í handlinum.
Svigarsonurin Mourits Rubeksen og Helge Michelsen í handlinum

Meg minnist serliga Smæruna, har pápi og teir flettu seyð og neyt í slaktarínum, sum var í niðastu hædd í sethúsinum hjá Hans Jacob og teimum. Seyðir og oksar komu úr Mykinesi við Smyrli, og seyður kom eisini nógva aðrastaðni úr øllum Føroyum. Eina heystið minnist eg teir flettu  2100 seyðir, og heima hjá okkum hevði pápi bók, har hann skrivaði upp fleiri enn 3000 neyt, sum hann hevði skotið og flett.

Smæran var fyrsti sjálvtøkuhandil í Føroyum. Á sinni koyrdu tey "ordrar" heim til fólk.
Smæran var fyrsti sjálvtøkuhandil í Føroyum. Á sinni koyrdu tey “ordrar” heim til fólk.

Tá ið Smæran gavst at handla sum fyritøka, kom Sjónvarp Føroya at halda til í húsunum, har møblasølan og matvøruhandilin hildu til. Smæran tapti kappingina serlig við SMS, sum hevði nógvar handlar í miðstøð, nógv parkeringspláss at bjóða kundunum og kundi fyriskipa undirhald á torginum í miðstøðini.

Otto Jacobsen skuldi júst koma til Føroyar, tá ið hann varð skotin.
Otto Jacobsen skuldi júst koma til Føroyar, tá ið hann varð skotin.

Pápi mín tók mangan til, hvussu óheppið alt gjørdist við Otto Jacobsen. Danir halda frælsisdagin 5. mai, og 7. mai varð Otto skotin. Týskurin gav seg yvir seint um kvøldið 4. mai, men tað tók nakrar dagar at fáa týsku hermenninar at leggja vápnini og at fáa teir fluttar í legur ella suður móti týska markinum. Hans Jacob, pápi Otto, nevndi mangan júst hetta fyri pápa mínum.

Tey á “Næstved Arkivernere” vóru so beinasom at finna mær fram myndir frá jarðarferðini, avmynda tær og senda tær til Føroyar. Myndirnar er sokallaðar “amatørmyndir”, og myndatakarin er ókendur. Eg fekk eisini sendandi filmsbrot frá tíðini, tá týskurin gav seg yvir. Nógv rumbul var næstu dagarnar, og frælsisstríðsmenninir leitaðu eftir donskum svíkjarum, sum njósnaði og hjálptum týska hervaldinum. Danir eru ikki ernir av fleiri hendingum hesar dagar, har fólk uttan rættargongd vórðu avrættað. (Vagnur)

Aftast f.v: Gerda, Oscar og Gudny. Kona Otto, Marin, Torbjørn og Hans Jacob.
Aftast f.v: Gerda, Oscar og Gudny. Fremst Elly kona Otto, Marin, Torbjørn og Hans Jacob.
Her síggja vit Torbjørn son Otto Jacobsen og Helga Michelsen.
Smádrongurin til vinstru er Torbjørn sonur Otto Jacobsen. Maðurin er Helge Michelsen.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply