Hitti 53 ára gamlan Morris 1000 bil úr Bremen í Tysklandi

Myndin er tikin uttan fyri Hotel Brandan, har týska parið býr. Løgið at seta seg í bilin, tí alt er so einfalt í mun tl bilar í dag. (Mynd Vagnur)

Kom í vikuna at koyra á Velbastaðvegnum aftan fyri litfagran Morris 1000 bil, sum meg minnist nógvir koyrdu í gøtunum í 1960- og 1970- árunum. Seinasti Morris 1000 ,meg minnist. var tann hjá Erik Petersen, sum sonurin Hergeir Petersen seinni átti. Hesin bilur er ikki til longur. Ein beiggi mín átti tríggjar Morris 1000 bilar.

Ògvuliga litfagur bilur Morris 1000 “stationcar” ella rættari “luxus” útgáva. Bilurin trekkir við bakhjólunum og tí hevur gardanaksil. (Mynd Vagnur)

Á Velbastaðvegnum gjørdist eg forvitin og fylgdi bilinum til Norðurlandahúsið, har eg hitti vinarlig fólk. Maðurin, sum hevði verið bilsmiður, segði mær, at Morris bilurin var 53 ára gamal og var ein av seinastu Morris 1000 bilunum, sum kom frá fabrikkini. Tey ferðaðust mangan í hesum bili, tí tá fingu tey serligar upplivingar. Fólk vildu vita søguna um bilin. Annars áttu tey heiman eisini stóran Mercedes bil.

Hjúnini eru ógvuliga fegin og góð við bilin. Væl røktur 53 ára gamal Morris 1000 bilur. (Mynd Vagnur)

Hjúnini vóru komin longu leiðina úr Bremen í Týsklandi til Føroya og høvdu koyrt 600 kilometrar til Danmarkar og umborð á Norrøna. Morris 1000  bilarnir fóru fyrstu ferð av bakkastokki í 1948, og seinasti bilurin framleiddur í 1971. Sigurd av Reyni umboðaði Morris bilarnar í Føroyum. Minnist serliga sum ungur Morris 1000 bilarnar, sum ikki høvdu blinkiljós men arm, sum fór út til síðuna, tá tú skuldi vísa, hvønn veg tú ætlaði tær. 1,6 milliónir Morris 1000 bilar vóru framleiddir árini frá 1948 til 1971. (Vagnur)

Morris 1000 motorurin er ikki stórur. Tey fýra sylindararúmini er 1000 rúmsentimetrar til støddar ellar ein litur. Dynnamoin er javnstreym. Ògvuliga einfaldur motorur.
Einfalt førarahús má sigast. Tólini eru ikki nógv. Rat, gearstong, kobling og bremsu pedalirnar eru har. Áhugavert at síggja.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply