Nógv áhugavert søguligt hondbóltstilfar er at skriva um, tað er bara at fáa tað gjørt. Í morgun blaðaði eg í nøkrum dystarbløðum, sum eg gjørdi til heimadystirnar hjá Neistanum kappingarárið 1990/1991. Og har kom eg fram á mynd av skálakvinnum, sum í Havn júst høvdu vunnið 15-9 á neistakvinnum. Skálaliðið var júst flutt úr næstbestu deildina í bestu deildina, og eingin hevði roknað við, at skálakvinnur kundu gera nakað við neistakvinnur, sum høvdu vunnið seinastu tólv meistaraheitini uttan tað eina í 1981. Yvirskriftin til greinina ljóðaði soleiðis: Skálasensatión í Havn Neístin-Skála 15-19 (9-6). Eg havi hitt Katrina Petersen, sum spældi á liðnum.
– Sum smágentur spældu vit hondbólt í StÍF, men tá ið vit vóru tólv/fjúrtan ára gamlar komu vit at spæla við Skála. Vit stóðu okkum heilt væl í gentudeildunum, og so kom tíðin, tá ið vit komu at spæla í 2. deild kvinnum, sum vit vunnu og fluttu upp í 1. deild, sum tá var besta deildin, sigur Katrin.
Sjálvur minnist eg væl henda frálíka hondbóltsárgang, har fleiri av kvinnunum eisini vóru frálíkir fótbóltsspælarar og vunnu eisini FM-heitið í fótbólti. Um hetta mundið hevði StÍF ikki kvinnulið í bestu deildini, men hevði frálíkt manslið. Hyggur tú í hagtølini á heimasíðuni hjá HSF, sært tú, at Skála vann FM-heitið í bestu hondbóltsdeildini kappingarárini 1989/1990 og 1992/1993. Skálakvinnur vinna eisini steypakappingina í 1991, tá ið liðið vinnur 12-11 á VB. Men hvussu endaði hondbóltsævintýrið hjá skálakvinnum, tí áðrenn vit vistu av, var hondbóltur søgu á Skála. Katrin Petersen sigur soleiðis:
– Nakað eftir kappingarárið 1992/1993 funnu fólk út av á Skála og á Strondum, at best var, at Skála tók sær av fótbóltinum og StÍF av hondbóltinum. Tí fóru skálakvinnur aftur at spæla við StÍF. Eg kann minnast, at fleiri kvinnur av Eiði koma eisini í høllina á Skála at spæla hondbólt við StÍF. Vit vóru fleiri, sum spældu hondbólt so mikið leingi, at einar fýra kvinnur áttu børn og framvegis spældu hondbólt, sigur Katrin Petersen at enda.
StÍF hevur roynt ymist at fáa kvinnurnar at koma longur fram á stigtalvuni, men hetta er trupult, tí fólkagrundarlagið er ikki stórt, og eins og aðrastaðni í Føroyum, fara nógvar ungar kvinnur av landinum. Summi ár hava útlendskar kvinnur spælt við StÍF, men í løtuni er kósin hjá StÍF, at føroyskar kvinnur skulu mannað StÍF liðið. (Vagnur)