Takkað verið Mashallhjálpina og tað, at Realkreditstovnurin var settur á stovn, kundu føroyingar endurnýggja fiskiflotan seinnapartin í 1950-árunum og fyrst í 1960 -árunum. Fyrstu stállínuskipini vórðu bygd í Noregi, og onnur nakað seinni í Fraklandi og Eysturtýsklandi (DDR). Vesturhavið blíða fyrsta stállínuskipið kom til Føroya 22. desember 1956. D.P. Højgaard eftirf. á Toftum lat skipið byggja. Tórshavnar Skipasmiðja bygdu timburskip, men vildi eisini taka á seg at byggja stállinuskip, tí fyrst í 1960- árunum kom eitt stállínuskip um mánaðin til Føroya. Kjartan Mohr og Olivur Holm fóru tí til Noregs at kanna, hvussu skipasmiðjurnar har løgdu arbeiðið til rættis. Eftir kanningarferðina vóru vónirnar góðar at byggja stállínuskip í Føroyum.
Umráðandi var at fara hóvliga fram, og tí buðu teir seg ikki alment fram at byggja fyrsta stállínuskipið. Skipasmiðjan gjørdi tí sáttmála við partafelagið Álaker, sum skipasmiðjan sjálv átti. Men fyrst mátti amboð fáast til vega at byggja stálskip. Eitt nú pressa, traverskrani, sum kundi taka fimm tons og so ein rullubeding, áðrenn kjølurin var strektur. Byggihøllin var gamla fimleikahøllin hjá realskúlanum, sum var tikin niður, og sett upp aftur á Skipasmiðjuni.
Partafelagið Kambur hjá porkeningum yvirtók sáttmálan, tá skipið fór í gerð. Fyrsta stállínuskipið skuldi hava somu stødd, sum skipini bygd í Noregi. 111 føtur langt, 23 føtur breitt og 12 føtur djúpt. Motorurin var ein 330 hesta turboløddur Vølund. Nýggju lógurnar at endurnýggja fiskiflotan slóðaði fyri, at stállínuskip eisini kundu byggja í Føroyum. Realkreditstovnurin lat 50% av byggivirðinum í láni, fiskaríbankin lat 20%, landið 20%, og eigarin skuldi sjálvur leggja tey restandi tíggju prosentini á borðið.
Kjølurin til Porkening varð lagdur í juni mánað í 1960, og 3. juni 1961 upprann dagurin, tá fyrsta stállínuskipið bygt í Føroyum fór av bakkastokki. Hátíðardagur var á Tórshavnar skipasmiðju, tá skipið fór av bakkastokki. Denna kona Kjartan Mohr gav skipinum navn, og hunraðtals fólk vóru komin oman á skipasmiðjuna at síggja søguligu hendingina. Á sumri 1961 var eg ellivu ára gamal, og eg minnist væl stóru hátíðarløtuna. Skúlabørnini fingu frí og stór samkoma varð hildin, har nógv lovorð vórðu søgd um hesa fyrstu royndina at byggja stállínuskip.
Løgmaður Petur Mohr Dam segði millum annað, at menn høvdu ikki sæð betri handverk og snotuligari linjur enn í hesum fari. Sama dag, sum Porkeningur fór av bakkastokki, løgdu teir kjølin til næsta skipið, sum í 1962 fekk navnið Víkingur. Triðja stállínuskipið, sum var bygt á Skipasmiðjuni, var Porkerisnes, sum partafelagið Bergið lat byggja. Hetta stállinuskipið fekk serliga lagnu, tí tveir reiðsur kom eldur í skipið, sum fór heilt illa. Lagnan hjá Porkeningi var hon, at stállínuskipið kom seinni at eita Morgunstjørnan heimahoyrandi á Toftum. Ì 2013 var skipið selt til Noregs til upphøggingar.
Olivur Holm, sum vit ungu sóu peika niðri á Skipasmiðjuni, var byggimeistari. Vit fylgdu væl við, hvat tey tókust við á Skipasmiðjuni, og vit vóru altíð har, tá skip fóru av bakkastokki. 3. juni 1961 kemur altíð at standa klárur í minninum, tí henda dagin eygleiddu so nógv fólk hendingina, tá fyrsta stállinuskipið fór av bakkastokki. Í sambandi við greinina havi eg kagað í bókina Tórshavnar Skipasmiðja 50 ár, sum sigur frá, tá skipasmiðjan varð stovnað. Á sumri 1939 var kjølurin lagdur til fyrsta skipið bygt á skipasmiðjuni, og 15. juni í 1940 fór Vón av bakkastokki. (Vagnur)