Steðgaði ein dagin í J.C. Svabos gøtu, har eg knappliga fór at minnast aftur á góðu barnaárini, tí har var so nógv virksemi í fleiri húsum. Í kjallaranum hjá Linu Arge byrjaðu Karbech Mouritsen brøðurnir Finnbjørn og Eyðun at selja máling. Hetta var í 1962. Skjótt gjørdist handilin ov lítil, og sum árini gingu, varð bygt upp í húsini hjá Linu Arge og seinni stórur málingahandil bygdur á horninum J.C. Svabos gøta/Landavegur.
Hinumegin vegin var bakaríið hjá Conrad Skaale (1909-1973). Vit søgdu bakaríið hjá Palle Bager (1901-1998), tí tað søgdu foreldrini. Tað var annars Joen Pauli Poulsen róptur Palle Bager, sum í 1928 læt upp bakarí og handil á horninum V.U. Hammershaimbs gøta/J.C. Svabos gøta. Bakaríið læt aftur í 1948, og Joen Pauli flutti til Danmarkar.
Conrad Skaale yvirtók bakaríið hjá Palle Bager, og her byrjaðu minnini hjá mær. Conrad bakaði, og konan stóð handan diskin og seldi køkur og breyð. Her komu vit ungu serliga at kenna góðu tjúguoyru køkurnar og marengsini.
Nærmasti granni hjá Conrad Skaale vóru stóru húsini hjá Poul Mørkøre (1905-1983), sum var av Eiði. Poul hevði handilin Innbúgv møblasølu og polsturverkstað í húsunum, sjálvur búðu Poul og tey hinumegin vegin í J.C. Svabos gøtu. So til húsini hjá Guttormi og Saru Eysturoy.
Guttorm og Sara Eysturoy áttu ellivu børn
Meðan eg hesa løtu eygleiddi og leitaði í huganum um barna- og ungdómsárini, steðgaði eg við serligu húsini hjá Guttormi og Saru Eysturoy. Hugsaði, nær hesi tá vøkru húsini mundu vera bygd, tí húsini líktust ikki vanligu húsunum har á leiðini. Tey vóru prýdd við drekahøvdi á vindskeiðunum, og vanligt var ikki tá at hava altan móti vegnum. Havi spurt og leitað nógvastaðni eisini hjá kommununi, men einki byggiloyvi finst ella nær Guttorm og tey fluttu í húsuni.
Gjørdist hesa løtu forvitin um húsini, og her byrjaði lítil rannsóknarferð. Kenni fleiri Eysturoy eftirkomarar. Minnist Absalon elsta son Guttorms, sum hevði stoypivirki Yviri við Strond saman við soninum Henningi. Teir stoyptu serliga ristir og deksil til vegirnar í kommununi og eisini blýlodd til nógvu snørini kring landið. Fraiser kendu vit væl, sum hevði snikkaraverkstað í barnaheiminum, hann var eisini kendur sjónleikari. Schønning kendu vit frá Vestaru bryggju, har hann var formaður á Tunnuvirkinum í Saltsøluni. Seinni stovnaði hann fyritøkuna Kemilux.
Guttorm var føddur á Trøllanesi í 1881, sonur kongsbóndan Absalon Guttormson (1830-1902). Absalon var egin tjóðskaparligur og vitugur maður. Sjálvt um hann hevði torførar umtøður á útoyggj, helt hann útlendsk bløð og hevði skrivligt samband við nógvar persónar uttanlands. Hann var eitt skifti løgtingsmaður og var ógvuliga virkin í øllum í heimbygdini. Absalon legði dent á, at børnini fingu annað í beinini enn bara vanligan fólkaskúla, tí sendi hann í 1901 sonin Guttorm á háskúla í Føgrulíð, so hann millum annað kundi læra meira føroyskt, sum tá ikki kundi lærast í fólkaskúlanum. Mamma Guttorm var Elina Guttormsdatter ættað av Viðareiði.
Eftir háskúlan í Føgrulíð flutti Guttorm til Haugesund í Noregi at læra til snikkara og timburmann, tí um tað mundið vóru fáir handverkarar í Føroyum. Tað gekst so mikið væl í Noregi, at hann fekk boðið at gerast lærari á skúlanum, men tilboðið tók hann ikki av, tí hann vildi aftur til Føroya. Hetta var í 1908. Í Noregi hitti hann konuna Saru M.K. Johnsson (1880-1953), sum var væl útbúgvin kokkur. Tey fluttu aftur til Føroya og búsettust fyrst eina tíð á Trøllanesi. Komin til Havnar fór Guttormur at byggja sær hús í J.C. Svabos gøtu, og nakað av tí, hann hevði lært í Noregi, tók hann við sær heimaftur til Føroya. Hetta sást á húsunum í J.C. Svabos gøtu, sum hann sjálvur smíðaði.
Sara var stór, arbeiðssom og vird millum manna. Umframt ellivu børn var tað hon, sum tók sær av øllum tí fíggjarliga bæði í húsarhaldinum og snikkaravirkseminum hjá Guttormi. Hon var júst komin í summarfrí til Noregs úr Onglandi, har hon hevði fingið sær útbúgving sum kokkur, tá hon hitti Guttorm. Hon var evnaríkur kokkur, og meðan hon var í London bleiv hon av og á biðin sum hjálparkokkur, tá tey kongaligu høvdu veitslur og samkomur. Komin til Føroya vóru boð eftir henni, tá enski konsulin hevði vitjanir uttaneftir. Nevnast kann, at Sara plagdi at hava konur á vitjan í J.C. Svabos gøtu, har tær tosaðu enskt.
Guttorm og Sara fingu ellivu børn. Sjey dreingir og fýra gentur. Dreingirnir vóru Absalon, Fraiser, Grímur, Schønning, Øssur, John og Vilhjálmur. Genturnar Svanna, Gerda, Hilda og Ásla. Tvey børn doyðu á ungum árum. Ásla sum seytjan ára gomul av lungnabruna, og Vilhjálmur druknaði sum tvey ára gamal í Rættará skamt frá húsunum.
Meðan eg standi og eygleiði í J.C. Svabos gøtu leita tankarnir. Húsini ikki eins vøkur sum á mínum ungdómsdøgum. Tó so, drekahøvdini eru framvegis á takinum á húsunum. Kann leggja aftrat, at í Konradsbrekku standa eisini serlig hús. Magnus á Kamarinum var eisini uttanlands og lærdi til timburmann, og húsini hjá honum gjørdust sanniliga eisini vøkur við serligum sniði.
Uppískoyti: Øssur sonur Guttorm og Saru skrivaði bók í 2000
Hoyrdi fyri stutt síðani, at Øssur, næstyngsti sonur Guttorm og Saru Eysturoy í 2000 skrivaði bókina Erindringer om udlængsel og hjemkomst. Á Býarbókasavninum var eingin bók, men hon er til láns á Landsbókasavninum. Bókin er skrivað á donskum við abbabørnunum í huganum. Ein sera áhugaverd bók um lívsleið hjá ungum føroyingi, sum fjúrtan ára gamal fór til skips sum messudrongur við 4000 tons stóra ”damparanum” Ananu, sum førdi útróðrarbátar og sjómenn til Grønlands.
Øssur var umborð á Ananu í gott ár og fekk møguleikan eisini at koma til Spania eftir salti. Øssur hevði útlongsul og eftir tíð í landi, har hann hjálpti pápanum á verkstaðnum, fór hann sum sekstan ára gamal uttanlands og kom ikki aftur til heimlandið fyrr enn tíggju ár seinni. Hann sigldi við fleiri skipum kring knøttin og sigldi eisini eina tíð undir seinna heimsbardaga.
Hann ætlaði at læra til skipsførara men endaði at útbúgva seg til radiotelegrafist. I 1943 gjørdist hann brandmaður á Frederiksberg, men endaði tó í Svøríki, har hann kom at halda til í eini hermannalegu til kríggið endaði.Tá vendu donsku hjálparmenninir aftur til Danmarkar at hjálpa til at fáa skil á aftur danska samfelagið.
Í 1947 kom Øssur aftur til Føroya, har hann fekk arbeiði sum radiotelegrafistur á Loranstøðini á Skúvanesi við Eggjarnar. Tjúgu mans arbeiddu á støðini, og skjótt kom Øssur at trívast væl í Vági. Í dansi hitti hann Sannu Nolsøe dóttur keypmannin Petur Nolsø og Annu Dahl. Tey gjørdust góð og gott ár seinni giftust tey. Trýhundrað fólk vóru í stóra brúdleypinum.
Øssur og Sanna fingu tríggjar døtur, sum allar fóru til Danmarkar í lestrarørindum. Tá tær ikki komu aftur til Føroya, gjørdu Øssur og Sanna av at pakka saman í Vági og flyta av landinum. Hetta var í 1974 og trý ár seinni bleiv Loranstøðin á Skúvanesi sløkt fyri seinastu ferð, skrivar Øssur millum annað í áhugaverdu bókini skrivað í 2000. (Vagnur – skrivað í novembur mánað í 2023)