Á lívsleiðini eru summir dagar betri enn aðrir. Í morgun var gott veður, og sólin er júst komin úr havsbrúnni. Leiðin gongur fram við Havnará frá Sjónleikarhúsinum og niðaneftir. Steðgaði á við standmyndina, sum Tróndur Patursson evnaði til í 1992. Vit, sum er góð við Havnará og Plantasjuna, hava illskast inn á kommununa, tí tey ikki hava fingið umvælt standmyndina, sum var satt prýði í ánni. Standmyndin hevur mist sítt vakra skinn vegna herverk og vantandi viðlíkahald. Gløs brotin, einki ljós og einki vatn spoyta á standmyndina. Og hetta líkist ongum.
Bilur frá kommununii var í morgun í holt við at grabba sand úr ánni, og eg gjørdist forvitin. Fekk at vita, at nú hevur kommunan gjørt av at umvæla standmyndina. Lítil áhugabólkur hevur tikið hetta stig saman við kommununi. Umvælingin kemur at kosta um tvey hundraðtúsund krónur. Í míni verð smápengar í mun til stórar upphæddir kommunan brúkar av pengum aðrarstaðni í býnum.
Frálík og gleðlig tíðindi at hoyra við Havnará í morgun. (Vagnur)