Húsini hjá Mariu í Rættará og Dia í Barnastovu máttu takast niður

Forvitnislig mynd av sethúsum, sum máttu takast niður vegna ferðslutronga (Mynd Tjóðsavnið 3350FO1536)

Tá eg herfyri skrivaði greinina um Guttorm og Saru Eysturoy, lá forvitnislig mynd eftir á borðinum. Myndin er av húsunum hjá Mariu í Rættará (1883-1959) og Dia Mouritsen (1880-1918) róptur Dia í Barnastovu. Húsini eru áhugaverd, tí kommunan ynskti húsini tikin niður, tí tey stóðu ov nær vegnum. Húsini forðaðu fyri smidligari ferðslu út á Dronning Alexandrines hospital tikin í nýstlu í 1924.

Maria var sum fýra ára gomul komin til Havnar úr Skopun við ommusystir síni Kristiannu, sum hevði verið í Skopun og ferðast. Maria var verandi hjá Kristiannu og Jóannesi, sum búðu í Rættará. Tá Maria giftist Andriasi Mouritsen róptur Dia, bygdu tey hús við Fossin. Grundøkið fingu tey frá Jóannesi og Kristiannu, sum áttu trøðna har á leiðini. Húsini vóru bygd um aldaskiftið. Maria og Dia vóru foreldur at Johan Mouritsen giftur Jansy Mouritsen. Jonhard Mouritsen sonur Jansy og Johan sigur soleiðis:

Eg eri føddur í 1943 í gomlu húsunum, tí foreldur míni Jansy (1913-1998) og Johan (1912-1976) vóru gift inn í húsini. Tá húsini vóru tikin niður, bygdu foreldur míni nýggj hús, sum vóru bygd longri frá vegnum. Hetta vóru smøl hús í trimum hæddum, tí grundøkið er lítið og smalt. Abbi mín Dia doyði longu í 1918, og nøkur ár eftir flutti Maria til Keymannahavnar og giftist dana. Tá hann doyði, flutti Maria aftur til Føroya og kom at búgva á Ellisheiminum, sigur Jonhard.

Vit ungu við Landavegin kendu væl Jansy og Johan, sum áttu kioskina við Sjónleikarhúsið. Í 1960-árunum læt Jansy upp handil sum seldi barnaklæði. Minnist eisini, tá Hans Marius Mikkelsen og konan Lisa og børnini Bogi, Hákun og Jónu búðu til leigu í niðastu hædd, áðrenn tey bygdu húsini á Mikkjalstrøð.

Tá gomlu húsini vóru tikin niður, bygdu Jansy og Johan Mouritsen nýggj hús, sum vóru flutt longur inn frá vegnum. Í 1960-árunum læt Jansy upp handil í húsunum (Mynd Vagnur)

Rættará var partur av okkara uppvøkstri við Landavegin og ikki minst brandhylurin við Ellisheimið. Brúgvin um Rættará við J.C. Svabos gøtu var serlig, tí brúgvin var smøl, har bæði fólk og bilar skuldu um ánna. Eingin gongubreyt. Eftir syrgiliga vanlukku í 1960 – árunum á brúnni, tá maður var yvirkoyrdur og doyði, var træbrúgv smíðað kloss í betongbrúnna vestureftir, sum fólk kundu ganga eftir. Haldi ikki, at vit sum ung søgdu J.C. Svabos gøta men heldur hospitalasvegur ella statsvegur. Komi at hugsa um fólk, sum viðhvørt á brúnni støðgaðu við jarnverkið og funnið lítla hvíld at stara niður í ánna.

Maria og Dia bygdu sær hús uppi á Fossi. Minnist, hvussu dragandi tað var sum smádrongur at standa á brúnni og eygleiða fossin. Á myndini er træbrúgvin ikki bygd aftrat betongbrúnni. Byrgin/brunnur var á sinni um ánna, so fabrikkin hjá Østrøm fekk vatn til virksemið á fabrikkini. (Mynd Tjóðsavnið 3350FO15)

Komi at hugsa um verkfrøðingin Poul Guttesen, sum 1. januar 1947 var settur býarverkfrøðingur hjá Tórshavnar kommunu. Ein av fyrstu uppgávunum hjá Pouli var at fáa gott skipað vegasamband frá býnum út á Dronning Alexandrini hospital. Fyrstu bilurin kom til Føroya í 1922, og eftir kríggið og næstu árini vaks bilatalið skjótt. Vegirnir vóru smalir ella rættari sagt gjørdir til hestavognar, sum skuldu út til nógvu innlagdru traðirnar.

Mær er sagt, at Poul fóru ungur til Danmarkar á studentarskúla fyri síðani at læra til verkfrøðing. Poul var í Danmark undir krígnum, og eftir kríggið var hann biðin at koma aftur til Føroya. Tað sama var eisini Mikkjal Helmsdal landsverkfrøðingur. Um tað mundið skortaði við útbúnum verkfrøðingum í Føroyum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply