Bátasmiðurin Mikkjal Müller smíðar sær 4-mannafar heima

Hugnaligt at vitja Mikkjal á verkstaðnum. 4-mannafarið um at vera liðugt. Bátasmiður og hvørvisteinur hoyra saman. (Mynd Vagnur)

Nógvu unglingarnir, sum vuksu upp við Landavegin í mínum ungdómsárum, búgva fleiri ikki við Landavegin. Men tað ger bátasmiðurin 68 ára gamli Mikkjal Müller. Hann býr í barnaheiminum, har hann hevur bygt sær verkstað skamt frá ánni. Í vikuni vitjaði eg Mikkjal eisini at frætta, hvussu gekst við nýggja 4-mannafarinum.

Næstan lidna 4-mannafarið er serligt, tí Mikkjal hevur útvegað sær 2½ hk stóran Gøta motor at seta í bátin, motor, sum var framleiddur í Svøríki í 1947. Nógvir tankar reikaðu hesa løtuna, tá eg vitjaði bátasmiðin og sá henda snsotuliga bátin og tvey takt motorin. Í okkara barnaárum vóru eingir grastrevjabátar, men heilt nógvir smærri føroyskir bátar við Solo, Gøta ella FM motori. Mikkjal lærdi til bátasmið hjá Jógvani Hansen bátasmiði, og til sveinastykkið smíðaða hann seksæringin SIF, sum sæst niðanfyri. Og Mikkjal sigur: Læs resten

Úr myndasavninum – Sigmundur var í 1973 søktur millum Stong og Eystnes

Sigmundur komin úr Havn og leggur at við Sjógv í Kollafirði. (Mynd Fornminnissavnið)

Kom um dagarnar í blaðnum Birting frá 2000 fram á forvitnisliga mynd frá 1956 av “postbátinum” Sigmundi hjá Torshavns Mælkeforsyning og margarinefrabrik. Vit ungu søgdu Sigmundur hjá Meiarínum. Sigmundur er júst komin úr Havn og leggur at við Sjógv í Kollafirði. Fyri meg og onnur serlig mynd, tí ikki fyrr enn í juli mánað í 1966 var koyrandi eftir Oyggjarvegnum til Kollafjarðar og vestureftir. Jógvan Christiansen mammabeiggi var giftur til Kollafjarðar, og meg minnist ferðir við Sigmundi og eisini Reynir til Kollafjarðar. Og fyrstu ferð eg sum drongur spældi hondbólt í Vestmanna, fóru vit fyrst við postbátinum úr Havn til Kollafjarðar og víðari við bussi til Vestmannar.

Sigmundur var flaggskipið hjá Meiarínum smíðaður í Peterhead í 1942, og var tá framkomið ferðamannaskip góðkendur til 250 ferðafólk. Samfelagið broyttist skjótt í sjeytiárunum, og longu í 1973 hevði Sigmundur tænt fyri seg  og var søktur millum Stong og Eystnes, har mong slupp eisini var søkt. Hyggur tú nærri at myndini frá 1956, so kennist tú við fleiri andlit. Minnist meg rætt var Christian Martin Rubeksen skipari í mong ár umborð á Sigmundi. (Vagnur)

Eiðis bóltfelag 110 ár – Tríggjar greinar skrivaðar í 2013, tá EB fylti 100 ár

Um dagarnar fyllir Eiðis bóltfelag 110 ár. Júst fyri tíggju árum síðani skrivaði eg tríggjar greinar í sambandi við, at felagið fylti 100 ár. Havi altíð havt alsk fyri Eiðis bóltfelag, tí vit spældu so mangan hondbólt á Eiði. Merktu frá byrjan samanhaldið og blíðskapin í bygdini. Tá hondbóltsspælið gjørdist innanduraspæl fyrst í 1970-árunum, fánaði hondbólturin á Eiði, men so kom stásiliga ítróttahøllini, og eiðisfólk byrjaðu av nýggjum. Niðanfyri  og á Hvannrok. fo kanst tú lesa tríggjar greinar, tá Eiðis bóltfelag gjørdist 100 ár. (Vagnur)

Eiðis Bóltfelag fylti 100 ár 24. februar – EB kvinnur vunnu FM-heitið í 1947 (1)

EB føroyameistari í 1947. Frá vinstu: Belina Ejdesgaard, Edely Joensen, Lydia Ellingsgaard, Asdrid Ellingsgaard, Anna Abrahamsen, Ása Ejdesgaard og Johanna Karolina Jacobsen.

EB føroyameistari í 1947. Frá vinstru: Berlina Ejdesgaard, Edely Joensen, Lydia Ellingsgaard, Asdrid Ellingsgaard, Anna Abrahamsen, Ása Ellingsgaard og Johanna Karolina Jacobsen. (Mynd Sigrid Lützen)

Eiðis Bóltfelag var fyrstu nógv árini eitt fótbóltsfelag, men í 1945 byrjaði lærarin í bygdini, Andreas Thomsen, sum var ættaður úr Gøtu, at spæla hondbólt við ungdóminum á Eiði. Fyrstu árini spældu tey ikki í landskappingini, sum byrjaði í 1943, men í 1947 meldaðu tey tvey kvinnulið til landskappingina, og bæði 1. deildarliðið og 2. deildarliðið vunnu føroyameistaraheitið hetta árið. 84 ára gamla Ása Merkistein, fødd Ellingssgaard, spældi við besta liðnum hjá EB í 1947, og hon minnist við gleði, tá ið eiðisgentur ferðaðust kring landið at spæla hondbólt. Og føroyameistaraheitið í 1947 var serligt ógloymandi upplivilsi, sigur Ása Merkistein fødd Ellingsgaard.  Læs resten

Eiðis Bóltfelag 100 ár – Tógvið slit at gera fótbótbóltsvøllin niðri á Mølini (2)

EB 1961: St.f.v: Hans Julian Jacobsen, Sølvi Jespersen, Hans Egil Joensen og Knút Vesturdal. Húkandi f.v: Tummas Brøðraberg, Heini Vesturdal og Kristin Jacobsen

EB 1961: St.f.v: Hans Julian Jacobsen, Sølvi Jespersen, Hans Egil Joensen og Knút Vesturdal. Húkandi f.v: Tummas Brøðraberg, Heini Vesturdal og Kristin Jacobsen

Í 1913 kemur fyrsta fótbóltsfelag í Eysturoynni í ljósmála. 24. februar hetta árið verður á fundi á Eiði samtykt at stovna eitt fótbóltsfelag. Navnið á felagnum var “Eide Fodboldklub”, seinni broytt til Eiðis Bóltfelag – stytt EB. Undirtøkan var stór, tí limirnir vóru alt fyri eitt einir fjøruti í tali. Felagið setti sær beinanvegin fyri at fáa til vega hóskandi øki at gera fótbóltsvøll  á. Felagið leigaði sær eitt hagastykki á Mølini fyri seks krónur um árið. Læs resten

Eiðis Bóltfelag 100 ár – Tey máttu byrja heilt umaftur (3)

Høllin á Eiði er frá 2003. Høllin er vøkur, ljós og góð, og nógv virksemi er í høllini. (Mynd Vagnur)

Høllin á Eiði er frá 2003. Høllin er vøkur, ljós og góð, og nógv virksemi er í høllini. (Mynd Vagnur)

Tey stovnaðu Eiðis Bóltfelag í 1913, tey bygdu nýggjan hondbóltsvøll við skúlan í 1972, ítróttahøllin var liðug í 2003, og nú fyrireika tey møguligan nýggjan fótbóltsvøll niðri í Hólmanum. Men hvussu gongst at fáa gongd aftur á hondbóltin á Eiði? Sunnuvá Vesturdal er forkvinna i Eiðis Bóltfelag, og hon sigur soleiðis: Læs resten

Úr myndasavninum – á fimmti ára neistaveitslu í Havnar klubba 1981

Mortan Mørk og Hans Holm tveir altíð trúgvir neistalimir.

Mortan Mørk og Hans Holm tveir altíð trúgvir neistalimir.

Tað er altíð áhugavert at leita eftir gomlum myndum, tí allar myndir hava eina søgu ella rættari sagt er søga. Nú ein dagin kom eg fram á eitt myndablað “NÚ”, sum Herman Jacobsen, sáli, gav út. Blaðið er frá í 1981 júst fimti ár eftir, at Hondbóltsfelagið Neistin varð stovnað.

Stór veitsla var í Havnar Klubba, og veitslusalurin var stúgvandi fullar við neistafólkum. Lagið var gott, nógvar talur og Robert Mc Birnie undirhelt við borðhaldið.

Við á veitsluni vóru eisini nakrir av stovnarum felagsins millum annað pápi mín Helge Michelsen. Á mynd er eisini Rigmor Christiansen, sum var gift mammubeiggja mínum. Rigmor er á fyrstu myndini av neistakvinnum tikin nakrantíð. Myndin er tikin á fótbóltsvøllinum í Gundadali á sumri í 1934 eftir lokna hondbóltsvenjing hjá neistakvinnum. Fleiri myndir niðanfyri. Skrivað í 2016.

Forsíðumyndin  er av tveimum av allar størstu og trúgvastu neistalimum. Mortan Mørk, sáli og Hans Holm. Mortan Mørk, gamli Mortan, sum vit rópti hann, tí sonurin eitur eisini Mortan, var til hvønn dyst, tá synirnir spældu. Ikki er neyðugt at siga so nógv um Hans Holm, sum í nógv ár var ímyndin av Neistanum. Hans hevur sagt, at hansara frítíðarítrív var Neistin. Í nógv Harrans ár vandi hann neistalið við góðum úrslitum. (Vagnur)

dffdfdfdfdf

Ovast upp síggja vit Osvald Simonsen, sum var av trúgvastu neistamonnum og brøðurnar Pola og Jústines Justinussen, sum spældu á besta liðnum. Til høgru ovast sita Rigmor og Debes Christiansne og Ása og Helge Michelsen. Niðast til vinstru situr Egil Hansen, sum vardi neistamálið og á høgru mynd Petur á Sandi, sum eisini vardi neistamálið í nøkur ár. Í miðjuni til høgru síggja vit Svannu Hanusardóttir, sum var ein av toppspælarunum tá. Hon heldur talu.

klklklklklk

Gott lag á neistafólki í Havnar Klubba í 1981.

Tá ið Andrass Mortansson bygdi brúnna um Sandá

Frálíkt, at gamla brúgvin er varðveitt. 1831 vóru eingir bilar og kranar og einki betong. (Mynd Vagnur)

Í 1978 vóru 150 ár liðin, síðani Andrass Motansson keypti Argir á uppboði í Saksun tann 9. mai 1828. Í sambandi við hátíðarárið komu út tvær bøkur. Bókin Argir, sum Hans Jacob Sigvardsen skrivaði, og bókin Argjamenn – ein ættarsøga, sum Niels Juul Arge skrivaði. Havi lisið báðar sera áhugaverdu bøkurnar og havi áður skrivað grein um minnisvarðan á Argjum, sum er til minnist um Andrass Mortansson og hansara húski. Henda greinin snýr seg um, tá Andrass bygdi brúnna um Sandá, sum stóð liðug í 1835. Læs resten

Sigert ferðaðist í Sibiriu í seks ár (1889-1895)

Sigert var altíð hábærsligur

Sigert var altíð hábærsligur

Sigert Patursson bóndi á Vatnaskørðum er uppkallaður eftir oldurabbabeiggja sínum Sigert Patursson úr Kirkjubø, sum nítjan ára gamal í 1889 fór úr Føroyum og endaði á langari ferð í Sibiriu, har hann í seks ár livdi og ferðaðist millum upprunafólkið.

Sigert, sum í bókum sínum rópar seg Sigurd O. Patursson, var ævintýrari, rithøvundur, fjølmiðlamaður og tjóðskaparmaður um ein háls.

Sigert droymdi um eitt veraldarríkið, har allir heimspartar og øll fólkasløg í heiminum eiga at sameinast. Í 1994 kom út forvitnislig bók um Sigert, sum Turið Sigurðardóttir skrivaði.

Tá ið eg las forvitnisligu bókina um Sigert Patursson úr Kirkjubø, hugsaði eg fleiri ferðir, at tað er ikki bara í 2013, at føroyingar flyta av landinum og fara í allar heimskrókar, hetta hava føroyingar altíð gjørt. Útferðarlongsul hava vit øll, summi meira og summi minni, men at taka so dýran til, sum Sigert Patursson gjørdi í 1889, má vera eindømi.Greinin skrivað í august  mánað í 2015 Læs resten

Leygarmorgunin hitti eg djarva kajakk-kvinnu í Álakeri

Eg haldi, at tað er djarvt av Ásu at rógva einsamøll út á Glyvursnes. (Mynd Vagnur)

Í sólskininum leygarmorgunin eftir venjing í rógvimaskinum stóð eg uttanfyri neystið í Álakeri og hugdi suður í Nólsoyarfjørð. Síggi eina kajakk koma har suðuri fram við Argjalandi. Við Argjahøvda róði kajakkin í vestanlotinum móti Sandagerðsnesi og helt leiðina inn í Álaker. Eg hugsaði, at hetta mátti vera ein av teimum stinnu, royndu kajakkrógvarunum, sum einsamallur fer so langt í kajakkini. Tá ið kajakkin kemur nærri, síggi eg, at ein kvinna situr í kajakkini. Eg hjálpi henni at fáa kajakkina upp á turt, og eg fái eitt prát við fyrikomandi kvinnuna. Skrivað 23. februar 2014. Læs resten