
Tey stovnaðu Eiðis Bóltfelag í 1913, tey bygdu nýggjan hondbóltsvøll við skúlan í 1972, ítróttahøllin var liðug í 2003, og nú fyrireika tey møguligan nýggjan fótbóltsvøll niðri í Hólmanum. Men hvussu gongst at fáa gongd aftur á hondbóltin á Eiði? Sunnuvá Vesturdal er forkvinna i Eiðis Bóltfelag, og hon sigur soleiðis:
– Tá ið talan er um hondbóltin, máttu vit byrja heilt umaftur, tí eingin hondbóltur er spældur á Eiði síðani í 1970-árunum, og eingin av okkum, sum eru í leiðsluni í EB, hava spælt hondbólt. Og eiðisfólkini, sum spældu hondbólt í 1970-árunum, eru vorðin eldri fólk og fara ikki í venjingarbúnan. Hetta er stóri trupulleikin hjá okkum.

– Vit hava nakrar eiðiskvinnur, sum hava spælt hondbólt við StÍF, og sum hjálpa til við hondbóltinum´á Eiði. EB hevur hondbóltsnevnd, og í hennu eru Sigga Vesturtún, Elin Vesturdal og Jastrid Andreasen, sum allar hava royndir innan hondbóltin.
– Vit eru byrjað í smáum, og EB hevur lið bæði fyri gentur og dreingir í U8 kappingini, vit hava eitt gentulið 10 ár, eitt dreingjalið 12 ár og 2. deild kvinnur og 2. deild menn. Hondbóltsspælarar í EB koma fyrst og fremst av Eiði, Oyri, Oyrarbakka og frá Norðskála. Fólkagrundarlagið er ikki so stórt í økinum, og tá ið Fótbóltssambandið nú eisini er farið at skipa fyri fótbóltskappingum fyri ung um veturin, so er kapping um ungdómin.
– Annar trupulleiki er, at tá fólkagrundarlagið er ikki stórt, og vit missa kanska tveir tríggjar spælarar í einum aldursbólki, so fáa vit kanska ikki mannað lið. Eisini gevast nøkur ung at spæla hondbólt í fjúrtan fimtan ára aldri, og fáa vit tí ikki mannað lið. Tí fer onkur spælari út á Skála at spæla við StÍF. Og á Eiði gera gentur eisini fimleik.
-Tá ið alt hetta er sagt, so merkja vit, at stórur áhugi er fyri hondbóltinum á Eiði, men tað er einki dulsmál, at tað er strevið hjá okkum at fáa veruliga gongd á hondbóltsspælið í bygdini, tí vit ikki sjálvar hava spælt hondbólt. Torført er at fáar venjarar, sum hava gott skil fyri hondbóltsspælinum. Tó er at siga, at vit hava venjarar við royndum, men teir eru ov fáir, sigur Sunnuvá

Í høvuðsnevndini í Eiðis Bóltfelag eru fýra konufólk. Sunnuvá Vesturdal, sum er dóttir Knút Vesturdal, Ingun Mørkøre, sum er dóttir Eyðbjørn Mørkøre, Dorit Kruse, dóttir Poul Johannes Jacobsen og Annika Egholm, sum er dóttir Peter Reinert. Hesar eru allar børnini hjá teimum, sum slóðaðu fyri uttandurahondbóltinum niðri á Mølini og á vøllinum við skúlan á Eiði.
Fótbóltsvøllurin niðri á Mølini er kolldømdur av Fótbóltssambandinum, tí spælir EB/Streymur ikki landskappingardystir á Eiði, men í løtuni verður økið niðri í Hólmanum fylt við gróti. Ætlanin var, at fótbóltsvøllur skal gerast á økinum, men undan bygdaráðsvalinum vóru ymsar meiningar, hvat økið skal brúkast til. Eg havi spurt Sunnuvá Vesturdal, hvat tey vilja við planeraða økinum niðri í Hólmanum.

– Jú, tað er rætt, at fólk undan bygdaráðsvalinum høvdu ymsar meiningar, um tað nú er rætt at gera nýggjan fótbóltsvøll á Eiði, tí fótbóltsvøllur er í Steymnesi, har EB/Streymur spælir heimadystirnar. Summi fólk halda, at nýggja økið á Eiði kann tí brúkast til annað endamál. Annars kann eg siga, at EB sum fótbóltsfelag er ikki limur í Fótbóltssambandinum, men tað er EB/Streymur sjálvandi. EB er eitt hondbóltsfelag, sigur Sunnuvá at enda.
Roknað verður við, at økið niðri í Hólmanum, sum er mórudíki og einar átta metrar djúpt í støðum, verður liðugt planerað um tvær tríggjar vikur. Nýtt bygdarráð er valt á Eiði, og spennandi verður at frætta, hvat tey ætla við nýggja økinum niðri í Hólmanum. Eingin ivi er um, at fótbóltsvøllur kemur á Eiði, tí hetta er ynski frá nógvum fólki í bygdini.
Tað er eisini mín vón, at hondbólturin á Eiði fær góðan byr, tí hondbólturin hevur djúpar røtur í bygdini, og ítróttahøllina hava tey góða. Vit hava øll brúk fyri EB í føroysku hondbóltsfamiljuni.
Uppískoytið
Eftir at greinin er skrivað, havi eg fingið at vita eitt sindur meira um móruøkið, har tey fylla grót og planera til møguligan fótbóltsvøll ella kanska okkurt heilt annað. Økið, sum verður fylt, verður kallað niðri í Hólmanum ella Heimaravatn. Heimaravatn var eitt lítið vatn áður, men um leið undir fyrra heimsbardaga var kanal skotin ímillum Niðara vatn og Heimaravatn, so at Heimaravatn tornaði, og lendið kundi brúkast at dyrka jørð til jarðarbrúk.

Kanalin fekk navnið Skorakanalin eftir manninum, sum skeyt kanalina ígjøgnum. Har maðurin búði var kallað í Skorini. Fyrst í 1960-árunum vóru fleiri ætlanir at gera fótbóltsvøll og harvið eisini hondbóltsvøll í Hólmanum. Fólk frá Eiðis Bóltfelag fóru til eigararnar at biðja um økið til vøll, men eigararnir vóru nógvir og stykkini smá, so hetta var lættari sagt enn gjørt.
EB fekk játtandi svar frá nøkrum eigarum, men ikki frá øðrum eigarum. Tí fekk felagið bara nóg mikið av øki til hondbóltsvøll, men tá ið ætlanin var at gera fótbóltsvøll í Hólmanum, var ætlanin slept. Farið var tí oman á Mølina at gera vøllin longri og breiðari. Arbeiðið varð gjørt sum “pligtarbeiði” av EB fólki. Og fótbóltsvøllurin í fullari fótbóltslongd og breidd varð tikin í nýtslu 17. september 1967. So tað tók langa tíð hjá eiðisfólki at fáa góðtiknan fótbóltsvøll niðri á Mølini og harvið í bygdini. Hetta var so seinasta greinin um 100 ára føðingardagin hjá Eiðis Bóltfelag. (Vagnur Michlelsen)
