
Tað er altíð áhugavert at leita eftir gomlum myndum, tí allar myndir hava eina søgu ella rættari sagt er søga. Nú ein dagin kom eg fram á eitt myndablað “NÚ”, sum Herman Jacobsen, sáli, gav út. Blaðið er frá í 1981 júst fimti ár eftir, at Hondbóltsfelagið Neistin varð stovnað.
Stór veitsla var í Havnar Klubba, og veitslusalurin var stúgvandi fullar við neistafólkum. Lagið var gott, nógvar talur og Robert Mc Birnie undirhelt við borðhaldið.
Við á veitsluni vóru eisini nakrir av stovnarum felagsins millum annað pápi mín Helge Michelsen. Á mynd er eisini Rigmor Christiansen, sum var gift mammubeiggja mínum. Rigmor er á fyrstu myndini av neistakvinnum tikin nakrantíð. Myndin er tikin á fótbóltsvøllinum í Gundadali á sumri í 1934 eftir lokna hondbóltsvenjing hjá neistakvinnum. Fleiri myndir niðanfyri. Skrivað í 2016.
Forsíðumyndin er av tveimum av allar størstu og trúgvastu neistalimum. Mortan Mørk, sáli og Hans Holm. Mortan Mørk, gamli Mortan, sum vit rópti hann, tí sonurin eitur eisini Mortan, var til hvønn dyst, tá synirnir spældu. Ikki er neyðugt at siga so nógv um Hans Holm, sum í nógv ár var ímyndin av Neistanum. Hans hevur sagt, at hansara frítíðarítrív var Neistin. Í nógv Harrans ár vandi hann neistalið við góðum úrslitum. (Vagnur)

