Tá ið Andrass Mortansson bygdi brúnna um Sandá

Frálíkt, at gamla brúgvin er varðveitt. 1831 vóru eingir bilar og kranar og einki betong. (Mynd Vagnur)

Í 1978 vóru 150 ár liðin, síðani Andrass Motansson keypti Argir á uppboði í Saksun tann 9. mai 1828. Í sambandi við hátíðarárið komu út tvær bøkur. Bókin Argir, sum Hans Jacob Sigvardsen skrivaði, og bókin Argjamenn – ein ættarsøga, sum Niels Juul Arge skrivaði. Havi lisið báðar sera áhugaverdu bøkurnar og havi áður skrivað grein um minnisvarðan á Argjum, sum er til minnist um Andrass Mortansson og hansara húski. Henda greinin snýr seg um, tá Andrass bygdi brúnna um Sandá, sum stóð liðug í 1835.

Í fyrru greinini um Argir brúkti eg bókina hjá Hans Jacob Sigvardsen sum keldu, og í sambandi við brúnna um Sandá, brúki eg bókina hjá Niels Juul Arge sum keldu. Bøkurnar eru ymiskar, tí bókin hjá Niels Juul er meira ein ættarsøgu, sum heitið á bókini eisini sigur. Andrass Mortansson var oldurabbi Niels Juul Arge. Men áðrenn vit koma til brúnna, so fyrst nøkur orð um Andrass Mortansson.

Minnissteinurin stendur niðan frá gomlu lendingini. (Mynd Vagnur)
Minnissteinurin stendur niðan frá gomlu lendingini. (Mynd Vagnur)

Andrass var ættaður úr Hvalba sonur Mortan Andrasson úr Hvalba og Onnu Jákupsdóttir úr Misá í Vági. Andrass var føddur 1792. Ì hansara dreingja- og ungdómsárum var nógv virksemi í Hvalba, tí hvalbingar seldu kol til Noregs og Danmarkar, og tí komu nógv útlendsk skip til bygdina. Eingin ivi er um, at hesi viðurskiftini hava kveikt ein neista í Andrassi og givið honum hug at leita burtur í onnur lond.

Lagnan hjá Andrassi lagaði seg soleiðis, at hann ætlaði sær til Hetlands fekk uttanlandsævintýrið bráðan enda, tí áðrenn skipið helt leiðina til Hetlands, rak skipið á land á Kjalnestanga. Ì Kollafirði hitti Andrass ungu gentuna Elspu, sum seinni gjørdist kona hansara og flutti við honum á Argir. Andrass var eina tíð uppsitari í Kollafirði, men hann vildi ikki alt sítt lív vera uppsitari, hann vildi hava sítt egna og vildi ikki slíta seg upp fyri onnur.

So hendi tað, at Argja hospital og ognir tess skuldu seljast á uppboði á Saksun 9. mai 1828. Á uppboðnum skuldi eisini seljast 700 stórir stokkar, sum vóru av pommerskum viði frá skotsku skonnartini “Broom” úr Glasgow, sum var strandað í lonni í Saksun.

Andrass keypti henda dagin Argir, og í februar mánað 1829 løgdu tvey áttamannafør frá landi á Kjalnesi og hildu leiðina suðureftir. Tey løgdu seinni at landi á Argjum undir gomlu húsunum, sum einaferð vóru partar av hospitalinum. Førningurin var borin niðan úr fjøruni, og kollfirðingarnair, sum róðu batarnar, fóru til húsa aftur. Nú byrjaði ein nýggj tíð hjá  Andrassi og húskinum á Argjum.

Andrass var bæði smiður, grótmaður og timburmaður, hann var umhildin maður og ferðist nógv kring oyggjarnar í arbeiðsørindum. Andrass sá skjótt, at hann mátti sleppa lættari um Sandá, tí var áin stór, var ikki hugsingur at sleppa um ánna, og hetta darvaði bæði honum og eisini kirkjubøingum, sum eisini skuldu um ánna. Andrass hevði gott samband við tey í Kirkjubø og prestin í Sandagerði.

Andrass sá skjótt, at skuldi hann virka sum handverkari kring landið, mátti sleppast um Sandá. (Mynd Vagnur)

Hann hevði valt sær pláss at gera brúnna um Sandá, men hetta kostaði pening. Andrass vendi sær til amtmannin Tillisch um at fáa hjálp at gera brúnna, men har fekk hann noktandi svar. Tí fór hann í samráð við prestin Gad í Sandagerði sjálvur at fyrireika at gera brúnna um Sandá og finna staðið, har best mundi vera at gera brúnna.

Í 1931 byrjar Andrass so smátt at laða stapparnar, og bæði presturin og smádreingirnir hjá Andrassi hjálptu til at leggja størstu steinarnar. Men prestsins hjálp gjørdist ikki so drúgv, tí longu um várið árið eftir fer presturin úr Føroyum. Niels Juul Arge skrivar í bókini, at eftir at brúgvin var liðug í 1835, segði amtmaðurin við Andrass, at nú kundi hann taka bummpengur frá teimum, sum skuldu um brúnna. Svarið frá Andrassi var: “Øll skulu sleppa at ganga um brúnna uttan at gjalda mær nakað.”

Andrass byrjað á byggja brúnna í 1831, og í 1835 kundi gangast um brúnna. (Mynd Vagnur)

Í stein sunnast í brúnni høgdi Andrass búmerki sítt AM ARGE 1835. Andrass hevði tikið stórt tak, kanska tað størsta, fyri at gera tað liviligt á Argjum. Tó skal sigast, at amtmaðurin lat tíggju ríkisdálar í studningi til Andrass, tá brúgvin varð liðug.

Hugaligt at ganga eftir gomlu brúnni, sum tey hava varðveitt. Í 1835 vóru eingir bilar og einki betong og eingir kranar. Áhugavert at síggja, hvussu Andrass hevur lagað serliga stabbarnar. Eitt húskið setti búgv á Argjum í 1829, nú búgva fleiri enn 2000 fólk á Argjum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply