
Sigert Patursson bóndi á Vatnaskørðum er uppkallaður eftir oldurabbabeiggja sínum Sigert Patursson úr Kirkjubø, sum nítjan ára gamal í 1889 fór úr Føroyum og endaði á langari ferð í Sibiriu, har hann í seks ár livdi og ferðaðist millum upprunafólkið.
Sigert, sum í bókum sínum rópar seg Sigurd O. Patursson, var ævintýrari, rithøvundur, fjølmiðlamaður og tjóðskaparmaður um ein háls.
Sigert droymdi um eitt veraldarríkið, har allir heimspartar og øll fólkasløg í heiminum eiga at sameinast. Í 1994 kom út forvitnislig bók um Sigert, sum Turið Sigurðardóttir skrivaði.
Tá ið eg las forvitnisligu bókina um Sigert Patursson úr Kirkjubø, hugsaði eg fleiri ferðir, at tað er ikki bara í 2013, at føroyingar flyta av landinum og fara í allar heimskrókar, hetta hava føroyingar altíð gjørt. Útferðarlongsul hava vit øll, summi meira og summi minni, men at taka so dýran til, sum Sigert Patursson gjørdi í 1889, má vera eindømi.Greinin skrivað í august mánað í 2015
Sigert var føddur í Kirkjubø 15. oktober 1869 og var triðiyngstur av seks systkinum, fimm brøður og ein systir vóru tey. Sigert gekk í skúla í barnaheiminum á garðinum í Kirkjubø, síðan gekk leiðin til Havnar at ganga í realskúla. Sigert og beiggjarnir tímdu illa at ganga í skúlanum í Havn, og tá ið Sigert var liðugur í realskúlanum, hevði hann ikki hug at ganga meira í skúla ella fara í læru. Ungi maðurin hevði ymsar dreymar djúpt í sálini, sum hann vildi royna.

Summarið 1889 fór hann nítjan ára gamal úr Føroyum við skipinum “Thyru”. Fyrst gekk leiðin til Skotlands, har hann dvaldi nakrar dagar, síðani til Danmarkar, har hann steðgaði stutt, og Sigert endaði í Svøríki, sum gjørdist hansara heimstaður í Europa.
Í januar mánaði í 1990 gongur leiðin til Sibiriu, men tá vóru ongar jarnbreytir og flogfør, tí gekk ferðin til ævintýrlandið við sledum og til gongu, eftir at hann til longu ferðina hevði keypt sær skinnkápur og tøvdar ullintar stylvar. Komin til Sibiria ferðaðist Sigert millum frumbúgvarnar í seks ár. Hann skrivaði ferðadagbók, sum hann seinni gav út í bók “Á ferð í Sibiriu”.
Umframt longu ferðina í Sibiriu er nógv forvitnisligt at lesa í bókini. Sigert var av nógvum mettur sum ein “orginal”, sum var klæddur øðrvísi enn vanlig fólk. Millum annað gekk hann einaferð skóleysur úr Keypmannahavn til Skagen í Norðurjútlandi. Fjølmiðlarnir í ymsu londunum, har Sigert ferðaðist, fingu áhuga í hesum føroyska “vagabóndanum” av kongsætt, tí Sigert fekk nógva umtalu í bløðunum.
Sigert ferðaðist í Finnlandi, Ruslandi, Svøríki og Noregi og helt nógvar fyrilestrar. Sigert skrivaði nógv, serliga í svensk og norsk bløð, har hann skrivaði um sínar ferðir. Eisini um Føroyar, og onnur evni sum uppaling, persónsmenskuna og um heimsríkið fyri vakurleika og frið, sum hann brendi fyri.

Eftir at hava skrivað Sibiriubókina, kom út bók í Stokkhólmi í 1907 við heitinum “Genom Ryssland under revolutionen”. Tá ið Sigert hoyrdi, at tað politiskt prutlaði undir lokinum í Russlandi, gekk leiðin til Russlands, har hann partvís arbeiddi sum blaðmaður fyri svenska Aftonbladet og norska Morgenbladet. Bókin og nógv annað tilfar, sum liggur eftir Sigert, er prógv um, at Sigert var forvitin og vildi uppliva heimin og skriva um tað, hann sá. Hann ferðaðist eisini í Mongolinum, Korea, Miðeystri, Fraklandi, Póllandi, Hálandi og øðrum londum. Hann dugdi at tosa nógv mál, og Sigert var frálíkur rithøvundur og frásøgumaður.

Seinast í bókini er dømi um greinskriving Sigerts í útlendskum bløðum, og har aðrir rithøvundar skriva um Sigert og ummæla nakað av tí, Sigert skrivaði. Nakað av tilfarinum er skrivað á svenskum.
Tá ið Sigert var heima í Føroyum, helt hann eisini fyrilestrar um ferð sínar kring knøttin. Allar seinast í bókini er áhugaverd grein, sum Sigert skrivaði til føroyingar við yvirskiftini Føroyar Frítt. Hann vísir í greinini á, hvussu menningarframgongdin skal fara fram í Føroyum. Hann vísir á nakrar høvuðsgrundreglur, sum okkara lands framtið skal byggjast á.
Og Sigert er bersøgin, tí hann leggur eftir dønum, sum hava niðurbundið tað føroyska málið í alt ov langa tíð. Hann vil hava, at føroyingar umframt at læra væl føroyska málið, eisini skulu læra seg enskt, spanskt, týskt og franskt. Hann heitir á føroyska ungdómin at fara longur út at ferðast ella læra enn til Danmarkar, Noregs og Svøríkis.
Sigert gongur ógvuliga høgt uppí, at føroyingar eru góðir við likam sítt. At teir venja kroppin dagliga, og hann heitir á føroyingar um at byggja vakurleikshallir ella heilsuhallir, sum hava til endamáls at fyribyrgja sjúkum bæði kroppligar og andaligar.
Hann vísir eisini á, hvussu stóran týdning tað hevur hjá føroyingum at fáa egið flagg, sum eitt land og eitt fólk má og skal hava. Eisini ynskir Sigert, at føroyingar fáa egnar peningaseðlar.
Eg haldi, at bókin um Sigert er ótrúliga áhugaverd. Stuttligt at síggja, hvussu Sigert er ílatin á ymsu myndunum í bókini av Sigert bæði sum ungur og eldri maður. At hann er ættaður úr Kirkjubø, er eingin ivi um, tí hann líkist slagnum, sum tikið verður til.

Sigert var føddur í Kirkjubø 15.oktober í 1869, og í september mánað í 1931 kom hann til Danmarkar sunnaneftir. Hann læt seg leggja inn á sjúkrahús í Norðursælandi fyri malaria, og Sigert doyði 17. september í 1931. 29. september varð Sigert Patursson jarðaður í Kirkjubø.
Ongastaðni í bókini sæst, at Sigert hevur havt gentu ella konu, men í bókini er frálík søga um beduinagentu, sum Sigert skrivar um eftir ferð við Miðjarðarhavið. Søgan má sigast at vera ein kærleikssøga, tí Sigert vísir sínar kærleikskenslur í hesi søgu.
Rithøvundurin Turið Sigurðardóttir er komin væl frá bókini, og hon sigur í formælinum, at hugskotið til bókina er sprottið av arbeiðinum, mamman Sigrið av Skarði Joensen legði í at týða til føroyskt Sibiriubók Sigert.
Eg haldi, at skal lesarin fáa alt við, sum Sigert hevur tikist við á lívsleiðini, so má bókin lesast meira enn eina ferð. Bókin SIGERT er frálík bók, og allir føroyingar áttu at lisið slíkt áhugavert tilfar. Málið í bókini kann ikki vera betri, og bókin er í allar mátar væl úr hondum greidd. Næsta uppgávan hjá mær er fáa hendur í Sibiriubókini, sum Sigert skrivaði eftir hann ferðaðist millum frumfólkið í Sibiriu í seks ár. (Vagnur)