Leygarmorgunin hitti eg djarva kajakk-kvinnu í Álakeri

Eg haldi, at tað er djarvt av Ásu at rógva einsamøll út á Glyvursnes. (Mynd Vagnur)

Í sólskininum leygarmorgunin eftir venjing í rógvimaskinum stóð eg uttanfyri neystið í Álakeri og hugdi suður í Nólsoyarfjørð. Síggi eina kajakk koma har suðuri fram við Argjalandi. Við Argjahøvda róði kajakkin í vestanlotinum móti Sandagerðsnesi og helt leiðina inn í Álaker. Eg hugsaði, at hetta mátti vera ein av teimum stinnu, royndu kajakkrógvarunum, sum einsamallur fer so langt í kajakkini. Tá ið kajakkin kemur nærri, síggi eg, at ein kvinna situr í kajakkini. Eg hjálpi henni at fáa kajakkina upp á turt, og eg fái eitt prát við fyrikomandi kvinnuna. Skrivað 23. februar 2014.

Ása er í vátdrakt og rør í vesti. (Mynd Vagnur)
Ása er í vátdrakt og rør í vesti. (Mynd Vagnur)

– Hvussu langt hevur tú róð í morgun, spurdi eg Ásu Ósa, sum kvinnan eitur. – Eg ætlaði mær út á Glyvursnes, men streymurin var nakað harður, so eg kom ikki heilt har út, segði Ása. Eg tók mynd av Ásu í kajakkini og eisini mynd av henni á steini við sjóvarmálan. Ása bar einsamøll kajakkina inn í hølini hjá kajakkfelagnum, og har vóru nógvar kajakkir at síggja. Eg spurdi Ásu, hvussu leingi hon hevði róð kajakk, og hvussu trygdin er í kajakkini, nú hon einsamøll rør út á Glyvursnes? Djørv kvinna, hugsaði eg.

– Eg havi róð kajakk í trý ár, og mær dámar ómetaliga væl at rógva kajakk, sjálvt um eg eri ov sjáldan í kajakkini. Ikki eri eg nakar “kondinørdur”, men heldur brúki eg kajakkina sum mentala venjing ella meditatión. Hetta, at vera nær sjónum og hava náttúruna so nær við. Síggja fuglalív og merkja friðin. Í morgun vóru tveir kópar nær kajakkini, og tann eini hevði hug at amast kajakkini, sigur Ása. Tú spyrt meg um trygdina?

– Kajakkirnar eru sjógóðar, eg eri í vátdrakt og vesti, og síðani havi eg telefon uppi á mær. Tú ivast, um tað nú er rætt at fara einsamøll so langt, kanska hevur tú rætt í hesum, sigur Ása við einum smíli. Kajakkfelagið eigur kajakkina, og mangan verða felagsferðir gjørdar. Vit hava verið í Nólsoy, og menn hava róð í kajakk tildømis um Nólsoynna. Tá ið Ovastevnan var seinast varð róð av Eiði til Hósvíkar, men veðrið var ikki til vildar at rógva til Nólsoyar henda dagin, sigur Ása. Eg spyrji at enda Ásu, um hon dugur at venda kajakkini, um kajakkin koppar?

Her síggja vit fleiri kajakkir í hølinum hjá kajakkfelagnum. (Mynd Vagnur)
Her síggja vit fleiri kajakkir í hølinum hjá kajakkfelagnum. (Mynd Vagnur)

– Eg dugi at venda kajakkini undir vatni. Vit hava fingið frálæru at venda kajakkini í svimjihøllini í Gundadali, men so er spurningurin, hvussu fer at gangast mær, um eg koppi í krappum sjógvi. Ikki eri eg bangin í kajakkini, men kemur henda kensla sníkjandi onkuntíð, so royni eg at vera rólig og hugsa klárt, sigur Ása at enda.

Eg kann leggja aftrat, at vit sum unglingar róðu í kajakk á Havnarvág, men vit fóru ikki út á Glyvursnes, sum Ása ger. Okkara kajakkir vóru heimagjørdar. Beinagrindin var gjørd úr trælistum, síðani var dúkur spentur um beinagrindina. Dúkurin varð málaður, so dúkurin gjørdist tættur. Okkara kajakkir vóru smalari og longri enn kajakkin hjá Ásu, og tí vóru okkara kajakkir ikki so sjógóðar og harvið vandamiklari enn kajakkin, sum Ása situr í. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply