Eg havi stóran áhuga at skriva um søguligt hondbóltstilfar kring landið. Hetta er jú partur av okkara hondbóltssøgu. Myndirnar hava ómetaliga nógv at siga fyri meg, men í mínum felag Neistanum leiti eg framvegis eftir liðmyndum av monnum frá 1940-árunum og 1950-árunum. Neistamenn vunnu FM-heitið 1949, 1953 og 1955, men sjálvt um eg havi leitið í hvørjum skotí í Havn, so finst eingin mynd av monnunum frá hesum árunum.
Tá er støðan ein heilt onnur við kvinnumyndum, tí myndir av neistakvinnum eiga vit heilt aftur í 1930-árini, tá Neistin varð stovnað. Á Strondum er tildømis støðan ein heilt onnur, tí menninir hjá StÍF vunnu FM-heitið í 1943, 1944 og 1945, og myndir eru av liðnum, sum vann fyrstu FM-kappingar í Føroyum. Sum eg skilji á eldri neistafólkum, so var hondbóltur hjá neistamonnum ein “hjáítróttagrein”, tí menninir spældu flestir fótbólt og vandu ikki nógv hondbólt.
Í løtuni royni eg at finna eldri hondbóltstilfar úr Suðuroy. Havi verið í Sandvík, í Hvalba og Vági, og nú havi eg júst tosað við 88 ára gomlu Birgit Hestoy mammu Jón Hestoy. Fyrikomandi eldri kona, sum í nógv ár spældi hondbólt við TB. Nú bíði eg eftir nøkrum myndum til greinina, so kemur eisini hon á heimasíðuna. Á myndini omanfyri síggja vit Neistan og Stjørnuna frá 1956. Kenni og mennist fleiri av kvinnunum. Stuttligt at síggja hondbóltsbúnan hjá kvinnunum úr Klaksvík. Hetta “v-ið”, sum gekk aftur bæði í hondbóltinum og fótbóltinum hjá klaksvíkingum.
Hondbóltur hevur djúpar røtur í Klaksvík, og eg eigi mynd av neistakvinnum, har mamma mín er við, sum eru ávegis til Klaksvíkar at spæla hondbólt seinast í 1930-árunum. Kanska onkur kann vísa mær á eldri hondbóltsspælara í Klaksvík, sum eg kann tosa við. (Vagnur)