
Neistin og Stjørnan 1956. A.f.v: Kristina Dam, Vestmanna (Neistin), Martha Hentze Rasmussen, (Neistin), Luffa Dam, Vestmanna (Neistin), Anna Jacobsen, “Liden” (Stjørnan), Borghild Jacobsen, (Stjørnan), Hilda Lambaa (Neistin), Malan Joensen, (Stjørnan) og Katrin Thomsen (Stjørnan). F.f.v: Sonja Kristoffersen (Neistin), Malvina á Dunga (Neistin), Herborg Davidsen (Neistin), Fía Joensen, (Stjørnan), Halgerð Vágsheyg (Stjørnan) og Jensia Kastalag. (Stjørnan) Myndaeigari: Malvina á Dunga.
Eg havi stóran áhuga at skriva um søguligt hondbóltstilfar kring landið. Hetta er jú partur av okkara hondbóltssøgu. Myndirnar hava ómetaliga nógv at siga fyri meg, men í mínum felag Neistanum leiti eg framvegis eftir liðmyndum av monnum frá 1940-árunum og 1950-árunum. Neistamenn vunnu FM-heitið 1949, 1953 og 1955, men sjálvt um eg havi leitið í hvørjum skotí í Havn, so finst eingin mynd av monnunum frá hesum árunum. Læs resten









