Fimm kend reiðfólk á Velbastaðvegnum fyrst í 1960-árunum

Í 1960-árunum á Velbastaðvegnum. Frá vinstru Tommy Arge, Helga Hermansen, Tórstein Holm, Edvard Niclasen og Kalmar Lindenskov. Vegurin er ikki enn asfalteraður.

Fekk um dagarnar áhugaverda og forvitnisliga mynd frá reiðmanni, mynd sum vekir góð minni um persónar, sum tú kendi og kenni. Vit eru stødd úti á Velbastaðvegnum, og á myndini eru Tommy Arge, Helga Hermansen, Tórstein Holm, Edvard Niclasen og Kalmar Lindenskov.

Hjá okkum mongu unglingum við Landavegin vóru hæddarpunktini á ólavsøku kappróðurin ólavsøkuaftan og kappríðingin ólavsøkudag úti á Velbastaðvegnum. Við Landavegin bíðaðu vit eftir skrúðgonguni við nógvu rossunum, sum vóru ávegis av Vaglinum út á Velbastaðvegin. Tommy Arge og Edvard Niclasen eru farnir, og fari eg at hugleiða nøkur orð um teir báðar. Læs resten

Rúnasteinur reistur við grøv Havgríms – høvding føroyinga

Vakri rúnasteinurin til minnis um Havgrím, høvding Føroya. Nikro Hermansen hevur høkt rúnurnar í steinin.

Vakri rúnasteinurin til minnis um Havgrím høvding føroyinga. Nigro Hermansen hevur høgt rúnurnar í steinin.

Havi fingið sendandi myndir úr Hovi í sambandi við, at tey reistu rúnastein til minnis um Havgrím – høvding føroyinga. Í Hovi eru einastu beytasteinar, reistir í miðøldini, sum finnast í Føroyum. Søgnin sigur, at steinurin, sum stendur uppi, er reistur yvir Havgrím, tí hann fall í bardaga. Steinurin, sum liggur niðri, er reistur yvir Leiv Øssursson, sum leið strádeyðan. Hesir steinar verða nevndir grásteinar, og staðið eitur Fámjinshól. Tú kanst niðanfyri lesa áhugaverdu røðuna, Hergeir Nielsen helt, tá rúnasteinurin varð avdúkaður. Greinin skrivað í 2015 Læs resten

Úr myndasavninum – Góð ungdómsminni í Konradsbrekku

Konradsbrekkan er einki broytt, síðani myndin varð tikin fyrst í 1950-árunum. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Eg kann sita góða løtu og hyggja at myndini omanfyri í bókini Havnin – fólk og yrki. Havi so nógv góð vetrarminni í hesi gøtu, tí Konradsbrekka var skræddaraseymað at skreiða á. Sjálvt um vit vóru uppvaksnir uppi við Landavegin, so leitaðu vit um veturin oman í Konradsbrekku ella Sigmundargøtu at skreiða. Har savnaðust nógvur ungdómur. Serligt við Konradsbrekku var, at hon hevði hetta serliga “svingið”, og tú fekst nógva ferð á sparkaran ella stýrisletuna. Ja, so var kioskin hjá Eileri Dam beint við hondina. Fantastisk mynd og góð minni. Læs resten

Sá einsamalt litfagurt hundaland í Plantasjuni í Havn

Eg setti eina fløsku víð síðuna av hundalandinum, so fólk síggja, hvussu størt hundalandið er. (Mynd Vagnur)

Tá eg fyri nú tjúgu árum árum síðani var í farloyvi sum lærari í eitt ár, arbeiddi eg í Plantajuni í Havn. Áhugvert arbeiði, sum eg minnist aftur á við gleði. Partur av arbeiðinum var hvønn mogun at rudda millum trøini og framvið gøtunum.. Nógvar vóru fløskurnar, vit funnu, eisini fullar ølfløskur og einstakar brennvínsfløskur. Har vóru eini trý hasjstøð, og vit funnu av og á hasjpípur ella rættari sagt hasjfløskur, har slanga var í bjølginum. Tá gav eg mær ikki far um nógvu hundalondini millum trøini, men í morgun rópti maður frá Skógrøkt meg. Vit fóru inn millum nøkur trø, og har visti hann mær stórt litfagurt hundaland. Læs resten

Úr myndasavninum – Áhugaverd skrúðgongumynd frá 1963

Neistafólk og onnur ganga ólavsøkuskrúðgongu í 1963. (Mynd Chistian Holm Jacobsen myndasavn)

Altíð áhugavert at síggja hondbóltsmynd sum hana omanfyri. Myndin er frá ólavsøkuaftan í 1963. Fremst við neistaflagginum gongur málverjin Christian Jørgensen í reyðum málmansbúna, hann sum stóð fyri at byggja Neistahúsið um hetta mundið. Christian var í nevnd neistans og stóð í málinum á besta neistaliði. Síðani koma mansspælararnir Jákup Dahl (Bass), Gunnar Ihlen og Johnny Reinert. Gunnar var kassameistari í Neistanum í nógv ár. Kendi og góði neistamálverjin Anna dóttir Nigga undir Kletti gongur aftanfyri Johnny, og síðani kemur Rannvá Hanusardóttir, sum er trettan ára gomul á myndini. Minnist væl Onnu í neistamálinum, hesin lívsglaði málverjin altíð í góðum lag. Læs resten

Hvussu langt aftur í barnarárini minnast vit í veruleikanum?

Mynd av mær frá 1951 og eri millum eitt og tvey ár gamal. Minnist einki frá hesi tíð.

1951 eri eg millum eitt og tvey ár gamal. Minnist einki frá hesi tíð.

Tá eg ein dagin í myndagoymsluna hjá mammu sá nakrar myndir frá barnaárunum, kom eg at hugsa um, hvussu langt aftur í tíðina vit veruliga minnast.

Ikki havi eg gott barnaminni, tí eg minnist tildømis ikki, hvørjar næmingar eg gekk í fyrsta flokki saman við í Nonnuskúlanum. Jú, kanska nakrar heilt fáar. Kenni fólk, sum minnast alt millum himmal og jørð frá barnaárnum sjálvt ymsar smálutir. Men hvat siga serfrøðingar á økinum.

Í veruleikanum er ikki tann stóri munurin, hvussu langt aftur vit minnast. Kanningar vísa, at vit í miðal minnast aftur til vit vóru 3,5 ár í miðal. Tó minnast summi aftur, tá tey vóru 2,5 ára gomul, meðan onnur minnast bara aftur til um 4 ára aldur. Evnini at minnast og hugsa eru ikki ment hjá børnum fyrr enn um henda aldur. Læs resten

Æðuvík er 125 ára gomul bygd í Runavíkar kommunu

104 fólk búgva í Æðuvík (Hetta var í 2015). Bygdin er partur av Rúnavíkar kommunu og hoyrir til Nes kirkju.

Nú ein dagin fekk eg í hondina bókina Æðuvík – eitt 100 ára minni. Bókin er 56 blaðsíður og áhugaverd, og nú bleiv eg forvitin, tí altíð er áhugavert at lesa, hví fólk  fyri 125 ára síðani settu seg niður í Æðuvík. Sambært bókini var tað av tilvild, at fólk júst tá settu seg niður í Æðuvík, har í dag búgva um hundrað fólk. Æðuvík er vøkur bygd. Skrivað í 2015. Læs resten

Tað býr stórur ”havnarpatriotur” í mær, segði Martin Kúrberg, sáli

Martin Kúrberg var formaður í Havnar róðrarfelag árini 1965-1968 og 1971-1973. Hann var snarsintur, hittinorðaður og ikki skorin fyri tunguband.

Havnar róðrarfelag fylti 90 ár 25. juni. Í hesum sambandi komi eg at hugsa um Martin Kúrberg, sála, sum brendi fyri kappróðri og var formaður í felagnum, tá eg sum unglingi kom oman í Álaker.

Kom at kenna Martin (1912-1992) serliga í trimum umførum. Fyrst sum smádrongur, tá Martin mangan koyrdi við lastbili fyri Smæruna, har pápi mín arbeiddi, síðani niðri í Álakeri, har Martin var formaður í Havnar róðrarfelag árini 1965-1968, og so tá Martin og tey búðu á trøðni við Oyggjarvegin. Martin var góður við meg sum unglingi, hann var bersøgin, hittinorðaður og tók mangan nakakð harðliga til orðanna. Læs resten

Úr myndasavninum – Vit gita, hvat ár myndin er tikin?

Havnin einaferð í 1960 -árunum. (Myndaeigari Jón Hansen)

Tá eg skrivaði greinina um Jón Hansen, sála, sá eg omanfyri mynd í eini myndabók, sum eg lándi frá abbasoninum Jón Hansen. Altíð spennandi at finna útav, nær myndin er tikin. Myndin er frá einaferð í 1960 -árunum. Havi serliga Tjaldrið og Sjómansskúlan at meta meg eftir. Tjáldrið, sum vit síggja í krókinum við pakkhúsið hjá Skipafelagnum, varð selt til Kili í 1967 og strikað úr føroyska skipalistanum 30. januar 1968.

Sjómansskúlin uttast til høgru á myndini varð vígdur 4. januar 1962. Við teym á Vesturvág síggja vit gamla Trónd og Tórshavn. Í krókini høgrumegin Tjaldrið sæst mjólkabáturin Sigmundur. Uttan iva er tað saltdampari, sum liggur fyri teym í Nólsoyarfjørði. Á myndini er Molin ikki longdur til núverandi longd. Løgið at hugsa sær, at vatnbrunnurin, sum vit síggja niðast vinstrumegin einaferð kundi útvega stóran part av Havnini vatn. Mítt uppskot er, at myndin er tikin í 1964. (Vagnur)

Lív M. Venned stýrdi Tjaldrinum, sum í summar vann FM-heitið

Overfegin Lív M. Venned róðurskvinna umborð á Tjaldinum eftir fjarðastevnusigurin í Vestmanna. Mynd: Jan Herman Hansen.

Síðani eg skrivaði fyrstu kappróðrargreinina í 1980-árunum, hevur mær altíð dámað væl, tá smærru róðrarfeløgini ella bátar bjóða av og vinna, sum vanliga ikki eru frammi í oddinum.  Havi sæð nakrar róðrar í Kringvarpinum, og longu í norðoyastevnu fekk eg eyguni á 5-mannafarið Tjaldrið við kvinnum, sum róði ómetaliga væl. Long kraftmikil tøk og ryggin í tøkini.

Tjaldrið við kvinnum plagdi ikki at vera frammi í oddinum, tí gjørdist eg forvitin, hví tað júst eydnaðist í summar. Og alt  hevur sína søgu. Havi hitt róðurskvinnuna umborð á Tjaldrinum Lív M. Venned og spurt hana, hvussu tær so óført hava telvað seg fram at vinna seks FM-róðrar í summar og harvið meistaraheitið. Og Lív sigur:

– Í 2020 mannaðu svimjarar úr Ægir úr Klaksvík Tjaldrið. Tær kláraðu seg bara væl, og tær náddu at koma fram í triðja plássið. Í fjør kom eg stýra Tjaldrinum, og hetta kom at vera spennandi uppgáva, tí eg havi ikki róð sjálv men spælt fótbólt. Vit kláraðu okkum hampuliga og vóru til dystin fúsar at rógva aftur í summar. Læs resten