Jógvan mammubeiggi var vinnulívsmaður og ævintýrari

Herborg úr Kollafirð og Jógvan úr Havn giftust í 1959. (Myndaeigari Margit)

Jógvan Christiansen føddur 18. mars í 1903 var elst av sjey systkum sonur Christian Christiansen róptur Christian í Hvannasundi og Sigrid Christiansen fødd Poulsen úr Hvannasundi. Gubbi í Kollafirði róptu vit Jógvan, men hann var ikki gubbi okkum onnur, men bara gubbi systir okkara Chirstin. Uttan iva fekk hann navnið gubbi, tí hann var so góður við okkum børn. Eg tosaði mangan við mammu um beiggjan Jógvan, men mamma kann ikki minnast barnaárini hjá Jógvani, tí mamma er fødd í 1918 og yngst av sjey systkum, og Jógvan er føddur í 1903 við Landavegin í Havn. Men lívsleiðina hjá beiggjanum veit mamma nógv um, og vit onnur hava nógv góð minni úr Kollafirði. (Skrivað í 2015)

Kollafjørður í 1950-árunum. Sethúsini uttast til vinstru er tey hjá Guttormi Poulsen. Stóri hvíti bygningurin er fiska-og turkihúsið hjá Jógvani og Guttormi. (Christian Holm Jacobsen myndasavn)

Eg minnist væl frá barnaárunum, at eitt kamar í húsinum við Landavegin æt kamarið hjá Gubba, sjálvt um Jógvan langt síðani var farin heiman. Jógvan vaks upp við Landavegin, har foreldrini høvdu bygt hús í 1902. Mamma sigur, at Jógvan kom sum ungur at arbeiða á skrivstovuni hjá Valdemari Lützen. Hetta dámdi honum so mikið væl, at hann fór seinni til Danmarkar at útbúgva seg innan handil. Longu tá merktu tey, at hann ætlaði sær at gerast vinnulívsmaður. Men Jógvan hevði eisini útlongsil frá heilt ungum árum, tí longu í 1928 ætlaði hann sær til Argentina at vera seyðabóndi, men valdi heldur skrivustovuarbeiðið, sum stóð honum í boði hjá Valdemari Lützen.

Miðskeiðis í 1930 -árunum bygdu Jógvan, Debes og pápin Christian saltfiska- og turkihús á Heygnum Mikla. (Mynd Vagnur)

Í 1930-árunum stovnar Jógvan saman við pápanum Chistiani partafelagið Hvannasund, Ætlanin var at byggja fiska- og turkihús við sjóvarmálan í Havn, men teir fingu einki grundøki. tí bygdu teir húsið á Heygnum Mikla í Havn. Ùtlongslin var alla tíðini í Jógvani, og í 1952 fer Jógvan til Grønlands at vera seyðabóndi. Beiggin Debes Christiansen tekur yvir og rekur turkihúsið víðari. Tá var pápin Christian deyður. Tilvildin ræður mangan, og tað var av tilvild, at Jógvan endaði í Kollafirði og setti búgv har.

Soleiðis minnist eg sum smádrongur nógvu sildatunnurnar á Langasandi. Skipini Vestfart og Keflavík við bryggju á Langasandi. (Christian Holm Jacobsen myndasavn)

Guttormur Poulsen systkinabarn Jógvan kom til Kollafjarðar undir krígnum og kom í samband við Christian Geyta. Guttorm var tiltikin handverkari, og hann smíðaði og umvældi ymist fyri Geytan. Nakað seinni fóru Geytin og Guttorm at reka vinnu saman og stovnaðu partafelag. Í 1947 kom Jógvan fyrstu ferð til Kollafjarðar at hjálpa Guttormi, og tá samstarvið millum Geytan og Guttorm steðgar, bygdu systkinabørnini Guttorm og Jógvan fiskavirki í Kollafirði, og seinni fóru teir at handla við matvørum og timbri á Langasandi. Partafelagið Langasand í Kollafirði varð stovnað 10. oktober 1949.

Jógvan gekk altíð í keppi ella hatti. Standandi f.v. Svágurin Helge Michelsen, beiggin Edgar Christiansen, sum ungur fór til Danmarkar, og síðani Jógvan. Dreingirnir eru fr.v: Hans Jákup sonur Helga og Vilhjálmur og Christian synir Debes beiggja Jógvan. (Myndaeigari Margit)

Frá byrjan høvdu teir nógv at gera, tí umframt, at teir tóku ímóti fiski at pakka úr Havn, tóku teir ímóti ísfiski, sum teir flaktu og saltaðu. Virksemið gekk strúkandi frá byrjan. Teir keyptu eisni sjálvir saltfisk og reiddu  út skip til saltfisk og sild. Talan var um fleiri túsund tons um árið. Eg minnist væl allar tunnurnar, sum lógu á Langasandi seinast í 1950 -árunum og fyrst í 1960-árunum. Minnist nógvu garnaskipini við hjalli, sum lógu við bryggju í Kollafirði. Russisk sildaskip vóru eisini at síggja. Mær er sagt, at hálvthundrað fólk arbeiddu javnan hjá Jógvani og teimum, og í sildarokinum um summarið vóru um 80 lønir goldnar um vikuna.

Jógvan var í Grønlandi í fýra ár og koma at fáa nært samband við familjuna á myndini. Húsbóndin æt Abel, sum eisini var bóndi og nærmasti granni. Abel og konan Hanne áttu fimtan børn. Eitt skifti í aldrinum eitt til tvey og tjúgu ár. (Myndaeigari Margit)

Útlongsilin var allatíðina í Jógvani, og knappliga ein dag í 1952 boðaði hann systkinabarnum frá, at nú fór hann til Grønlands, har hann ætlaði at búseta seg sum seyðabóndi. Hann fór fyrst til Danmarkar at koma á tal við umboð fyri Kongaliga Grønlenska Handilin, tí hann ynskti sær eina búseting í Grønlandi. Hann fekk at vita, at tað stóð einum og hvørjum donskum ríkisborgara frítt at seta seg niður sum seyðabóndi í Grønlandi. Mamma minnist, at Jógvan búði langt inni í djúpum dali, og eina ferð hoyrdist einki til beiggjan í nógvar vikur, tí hann einsamallur var innikavaður saman við hundraðtals seyðum. Einki telefonsamband var tá. Jógvan samstarvaði við Magnus Fuglø, sum eisini var komin til Grønlands til tess at royna seg sum seyðabóndi.

Jógvan var hugtikin av Grønlandi og segði mangan frá tíðini í Grønlandi. Jógvan vitjaði eisini aftur. (Myndaeigari Margit)

Jógvan var fýra ár í Grønlandi á einum stað, tey kallaðu Tasiluk einar tjúgu kilometrar norðanfyri Julianehåb. Hann bygdi sær hús og var bóndi í Grønlandi í fýra ár. Ì 1956 kemur hann aftur til Kollafjarðar, har hann heldur fram í samstarvinum við Guttormi á fiska- og turkihúsinum. Jógvan fekk fyri lívið samband við grønlendska familju á ferðini í Grønlandi. Minnist, at maðurin æt Abel, og eini sonurin Íarak búði mangan hjá Jógvani. Grønlendski bóndin æt Abel og var nærmasti granni hjá Jógvani.

Jógvan og Herborg halda brúdleyp í turkihúsinum

Tá eg hugsi um Jógvan og Kollafjørð, kemur mær altíð til hugs, tá Jógvan og Herborg giftust í 1959. Brúdleypið varð hildið í turkihúsinum, og vit vóru øll har. Eingin væntaði, at Jógvan fór at fáa sær konu, tí nú var hann farin um tey hálvthundrað árini, og eingin kona í eygsjón, sigur mamma. Herborg Dam arbeiddi hjá Geytanum, og tað rann saman millum Herborg og Jógvan. Systkini hugsaðu sítt, at Jógvan fekk sær unga konu, tí aldursmunurin var 26 ár. Herborg hevði verið trúlovað við manni úr Leynum, men maðurin doyði í vannlukku umborð á Stjørnuni, sum sakk í Vestmannasundi, eftir at Stjørnan var ásigld av størri skipi í 1950-árunum. Bara ein av manningini slapp frá hendingini við lívinum.

Jógvan og børnini Eli, Margit og Chistian. (Myndaeigari Margit)

Herborg kona Jógvan var úr Kollafirði dóttir Eli Dam úr Kollafirði og Mariu Dam f. Lervig úr Lorvík. Børnini vóru Solvej, Óli, Herborg, Johan og Marna. Vit ungu sóu skjótt, at Herborg var skotin í Jógvani og hann í henni. Tey vóru sum ungt forelskað par, tá tey komu á gátt hjá okkum. Tey bygdu sær hús niðanfyri vegin á Oyrareingi, og tey fingu trý børn Christian, Eli og Margit.

Herborg, systirin Solvej og mamman maria. Smágentan eitur.
Herborg, systirin Solvej og mamman Maria. Smágentan er Birgit dóttir Solvej. (Myndaeigari Margit)

Guttorm Poulsen doyði í 1962, og komu Jógvan og Herborg at reka virksemið víðari. Tey góvust við fiskaarbeiðinum, men hildu fram at selja matvørur, timbur og ísinkram. Tá Jógvan var farin at eldast, kom sonurin Christian, sum hevði lært í Timburhandlinum í Havn, og Herborg at reka virksemið á Langasandi. Dóttirin Margit kom seinni at arbeiða á skrivstovuni, og sonurin Eli koyri lastbil í fyritøkuni. Vit komu mangan til Kollafjarðar sum ung. Fyrstu árini var eingin Oyggjarvegur, tí mátti siglast úr Havn til Kollafjarðar, har postbáturin legði til bryggju við Sjógv.

Nógvar minniligar løtur høvdu vit hjá Herborg og Jógvani. Herborg var fryntlig, fitt og arbeiðssom kona. Serliga minnist eg svimjihylin, Jógvan gjørdu børnunum í kjallaranum. Húsini lógu so nær ánni, og hann var so bangin, at nakað skuldi henda børnunum. Tí stoypti hann svimjihyl í kjallarnum og legði rør frá oljufýrinum í hylin, so vatnið var heitt. Jógvan hevði kúgv, nakrar seyðir, hønur og dunnur.

Tvær vikur fyri, at Jógvan doyði, vóru vit og vitjaðu tey bæði. Herborg segði okkum, at tað vóru bara tey seinastu tvey árini, at hon merkti aldursmunin millum Jógvan og hana. Jógvan hevði so lætt sinni og var ungdómligur, at hon hugsaði slett ikki um aldursmunin, sum var 26 ár. Jógvan, sum var doyptur Joen, doyði 93 ára gamal  2. august í 1996. Herborg doyði 31. januar 2004.

Í 2015 skrivaði eg greinina oman um Jógvan Christiansen mammubeiggja. (Vagnur)

Tú merkti altíð, at Herborg og Jógvan vóru góð hvør við annan. Altíð tað góða orðið millum tey.
Tú merkti altíð, at Herborg og Jógvan vóru góð hvør við annan. Altíð góða orðið millum tey.
Jógvan og Herborg eru grivin
Jógvan og Herborg eru grivin í kirkjugarðinum frammi í Botni í Kollafirði. (Mynd Vagnur)

Forvitnislig og áhugaverd bók um Magnus Fuglø

Í ár er komin út bók um Magnus Fuglø, sum í 1952 saman við Jógvan Christiansen mammubeiggja og øðrum føroyingum, fóru til Grønlands at fáa loyvi at fara undir seyðahald. Magnus setti búgv í Tasiluk, og í 1953 komu konan Saloma og tíggju ára gamli sonurin Jacob til Grønlands.

Tað er Jacob og konan Marie, sum er dóttir Abel Kristiansen bónda, sum hava skrivað og langt til rættist frálíku bókina. Tey búleikaðust í Grønlandi í tjúgu ár. Jógvan var trý ár í Grønlandi frá 1952 til 1956, tá hann fór aftur til Føroya. Magnus og Jógvan vóru javngamlir føddir í 1903.

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply