
Fert tú í miðbýin í Havn ella har um leiðir, sært tú hvønn dag tríggjar arbeiðsmenn koyra trillibøru ílætnir ljósagrønum vesti. Teir rudda í gøtunum. Í apríl mánað í fjør skrivaði um 51 ára gamla Vilhelm Jacobsen, sum hevði fingið el-drivna trillibøru, og í november mánað í fjør skrivaði eg um 57 ára gamal Johann Davidsen úr Æðuvík, sum var fegin um at fáa arbeiði hjá Tórshavnar kommunu eftir arbeiðsloysi í nøkur ár. Í morgun hitti eg 51 ára gamla Hera Jensen, sum síðani í 1986 hevur arbeitt hjá Tórshavnar kommunu. – Eg fegnist um, at hugburðurin er broyttur hjá fólki, tí nú er nógv meira rusk í ruskíløtunum og minni rusk í gøtunum, sigur Heri. Skrivað á sumri 2014, tað vil siga, at Heri nú nærkast teimum trýs árunum.
Eg síggi Hera bæði vetur og summar fara hattleysan við trillibøru antin framvið hjá okkum ella oman í býin. Í morgun hitti eg Vilhelm Jacobsen og Hera Jensen hvíla seg við standmyndina av Nólsoyar Pálli. Fyrst spurdi eg Hera, hví hann ikki fekk sær el-drivna trillibøru eins og Vilhelm, men tað vildi Heri ikki hoyra tala um. – Mær dámar væl mína trillibøru, og sjálvt um eg havi fingið tilboð um el-drivna trillibøru, taki eg ikki av. Tú spyrt meg, hvussu mær dámar arbeiðið? – Mær dámar arbeiði ótrúliga væl, og eg havi arbeitt hjá Tórshavnar kommunu síðani 1986. Áðrenn arbeiddi við mjólkaframleiðslu á Meiarínum, har Tjóðpallurin húsast. Tú hittir nógv fólk í gøtunum, og tá ið stundir eru til tess, fáa vit mangt áhugavert prát við fólk, sum altíð eru vinarlig.
– Sjálvandi er arbeiðið hugaligari um summarið, men veturin hevur eisini sína sjarmu, tí tá rudda vit eisini kava í gøtunum og koyra salt á gongugøturnar. Annars kann eg upplýsa, at seinnu árini hava fólk broytt hugburð, tí nú liggur ikki eins nógv rusk í gøtunum, tá ið vit byrja at rudda um morgunin. Fólk eru tíbetur farin at brúka ruskíløtuni meira, og tað fegnast vit øll um. Vit arbeiða vanliga arbeiðsdag, men so eru vit eisini til arbeiðis annan hvønn leygarmorgun og sunnumorgun. Tá møta vit klokkan sjey og arbeiða til umleið kirkjutíð ella alt eftir, hvussu órudduligt er í býnum, sigur Heri at enda.
Heri er uppvaksin á Kongabrúnni, men nú býr hann í íbúð í Berjabrekku. Eftir arbeiðstíð er hann mangan troytttur eftir stævnan arbeiðsdag. Í frítíðini situr hann nógv framman fyri sjónvarpinum. Tá ið teir tøma ruskíløtuni, eru fløskur og ymsar dósir at finna. Hetta verður alt selt, og peningurin fer í kaffikassan hjá arbeiðsmonnunum. (Vagnur)