Fekk um dagarnar hálvthundrað ára gamla mynd sendandi úr Kollafirði. Myndin frá 1972 er av 2.deildarliðnum hjá Kyndli og KÍF. Gjørdist forvitin at vita, hví kyndilspælarar hava bók/pakka í hond, sum teir uttan iva at hava vunnið í jólakapping. Havi ringt til fleiri spælarar, men eingin veit nágreinliga, hví spælarar fingu henda pakka, og hvør kapping var.
Nú ert tú so mikið eldri, at vit hava spælt hondbólt bæði á grúsvølli, asfaltvølli og í ítróttahøll, og tað hava spælarar á myndini eisini gjørt. Á myndini eru spælarar, sum stovnaðu Kyndil 10. mars 1956, og spælarar, sum slóðaðu fyri hondbólti í Kollafirði.
Meg minnist hava spælt hondbólt ímóti Jens Kristian Djurhuus og fleiri KÍF spælarum á Hólmanum á Oyrareingi. Serliga við hesum vølli var, at hetta var einasti hondbóltsvøllur í heiminum, har tú kundi detta um síðulinjuna. Tá flóð var, kundi mangan koma sjógvur á vøllin, og til tess at sandurin ikki skuldi fara aftur í havið, var spentur tjúkkkur sildatrossi um allan vøllin, sum var grivin hálvur í sandin. Myndin er næstan eins gomul og Høllin á Hálsi, sum var tikin í nýtslu á heysti 1970. Góð hondbóltsminni. (Vagnur)