
Í 2014 skrivaði eg grein um Vilhelm Jacobsen, sum koyrdi runt í Havnini við eldrivnari trillibøru. Frálík trillibøra, sum lættir um arbeiðið, tí nógvar brekkur eru í Havn. Nú gongur Vilhelm í havnargøtum við nýggjum tóli, sum eg ikki havi sæð áður. Ein eldrivin stórur dustsúgvari, sum hevur slíka megi, at hann gloypir mjólkapakkum og annað rusk. Eg spurdi Vilhelm, hvussu honum dámar nýggja tólið. Skrivað í 2014, og Vilhelm fer hvønn dag fram við hjá okkum við dustsúgvaranum.

– Dustsúgvarin er stórur, men hann er lættur at fáast við. Hann trekkir sjálvur og hevur góða súgvumegi. Í súgvaranum aftan er stórt ruskílat við posa. Hetta er eins ílat sum teir grønu til pappír. Dustsúgvarin er drivin við elmegi, og battaríini muga løðast annað hvønn dag. Eg dustsúgvi fyri tað mest í miðbýnum og har umleiðir. Eg spurdi eisini Vilhelm, hví bara hann hevur eldrivna trillibøru og nú dustsúgvara.
– Hinir hava eisini fingið í boðið eldrivna trillibøru, men teir vilja heldur varðveita vanligu trillibøruna. Mær dámar bæði eldrivnu trillibøruna og nú nýggja dustsúgvaran ómetaliga væl, og mær dámar væl at arbeiða hjá kommununi.
– Vit byrja klokkan sjey um morgunin og gevast klokkan trý. Triðja hvønn sunnudag arbeiði eg frá klokkan sjey og einar tríggjar, fýra tímar. Størsta takið er ólavsøkan, og sum tú veitst, so er óruddið øgiligt ólavsøkudagarnar. Eg havi havt trillibøruna í skjótt trý ár, og børan hevur riggað ótrúliga væl, sigur Vilhelm, sum altíð sýnist væl hýrdur.
Vilhelm segði mær eisini, at eldrivna trillubøran riggar væl, sjálvt um frost og eitt sindur av kava er í gøtunum. Men hann roknar við, at dystsúgvarin bara kann brúkast í hampuligum veðrið, men so er eldrivna trillibøran til at taka. (Vagnur)
–