
Í 1958 var undiritaði níggju ára gamal, og fyri okkum ungu var Vágsbotnur dragandi og spennandi. Myndin vekir minni og framburðin í okkara samfelagi hesi sekstifimm árini. Nógv áhugaverd at síggja. Ferðafólk, farmur og annað viðføri hvørt um annað á dekkinum. Har frammi hegnpelar, stórur kassi á dekkinum, ja, nakrir ølkassar koma undan vinstrumegin. Handa oljutunnan er serlig við báðum jarnringunum um miðjuna. Eisini súkklan, barnavognurin og bilurin Fø 100.
Leggið til merkis klæðini fólkini eru í. Menninir í troyggju niður í buksuna og belti um miðjuna. Tú sært mest sum ikki longur menn í hatti og alpuhúgvu. Í 1958 var Vágsbotnur, Vaglið og Kongabrúgvin miðdepulin í Havn. Býarsavn? Komi at hugsa um Birgar Johannessen, sála, sum stríddist fyri býarsavni. Ófatullgt, at eingin á Vaglinum ynskir og vil stríðast fyri mátmiklum býarsavni. Vaglið svimur peningini, og nú gera tey eina omaná á, sum kostar nógvan pening. Sjálvandi eigur Havnini at húsa glasilgum býarsavni. Súkklan, barnavognurin, og hví ikki søguligu øl-og sodavatnkassarnir á myndini kundu havt pláss á býarsavni. Birgar royndi, men fekk ikki nógvan stuðul, má sigast. (Vagnur apríl 2023)