
Nógvu unglingarnir, sum vuksu upp við Landavegin í mínum ungdómsárum, búgva fleiri ikki við Landavegin. Men tað ger bátasmiðurin 68 ára gamli Mikkjal Müller. Hann býr í barnaheiminum, har hann hevur bygt sær verkstað skamt frá ánni. Í vikuni vitjaði eg Mikkjal eisini at frætta, hvussu gekst við nýggja 4-mannafarinum.
Næstan lidna 4-mannafarið er serligt, tí Mikkjal hevur útvegað sær 2½ hk stóran Gøta motor at seta í bátin, motor, sum var framleiddur í Svøríki í 1947. Nógvir tankar reikaðu hesa løtuna, tá eg vitjaði bátasmiðin og sá henda snsotuliga bátin og tvey takt motorin. Í okkara barnaárum vóru eingir grastrevjabátar, men heilt nógvir smærri føroyskir bátar við Solo, Gøta ella FM motori. Mikkjal lærdi til bátasmið hjá Jógvani Hansen bátasmiði, og til sveinastykkið smíðaða hann seksæringin SIF, sum sæst niðanfyri. Og Mikkjal sigur:
– Í 1980 arbeiddi eg hjá Balslev, har eg millum annað koyrdi tilfar út til kundar. Bátasmiðurin Jógvan Hansen fekk eisini tilfar til bátar frá Balslev, og tá eg ein dag stóð og eygleiddi Jógvan, kom mær til hugs at læra til bátasmið. Ætlaði at læra til timburmann. Kom í áhugaverda og hugtakandi læru hjá Jógvani, ja, og har byrjaði eg nýggja spennandi lívsleið, sigur Mikkjal.

Í okkara ungdómsárum sóust ikki glastrevjabátar, men so byrjaðu tey í Kaldbak við Guttormi Eysturoy á odda at framleiða 4-manna-, 6-manna-, 8-manna- og 10-mannafør úr glastrevjatifari. Hetta førdi til, at eftirspurningur eftir føroyska bátinum úr timbri minkaði skjótt næstu árini. Men Mikkjal gjørdist tó ikki arbeiðsleysur.

– Hanus Jensen bátasmiður og eg gjørdu okkum verkstað í Saltsøluni, har millum annað Hanus smíðaði Ova Joensen kenda bátin Diana Victoria. Vit høvdu úr at gera at umvæla bátar, og so vóru vit eisini uttanlands og smíðaðu. Vóru á føroyskari viku í Stokkholmi og smíðaðu bát, har eisini Fornminnissavnið, Heimavirkið, Havnar Hornorkestur og aðrar fyritøkur vóru við á ferðini.
– Vit smíðaðu eisini bát á stevnu í Århus, og vit smíðaðu bát á føroyskari viku í Fraklandi. Úr Roskildi vóru eisini boð eftir mær at smíða bát, so nógvar frálíkar upplivingar hevur bátasmíð ført við sær, sigur Mikkjal.

Barnaheimið hjá Mikkjali og teimum var serligt, tí har vóru vit altíð vælkomin. Har búðu Mia og Eidin Müller og synirnir Frank, Jan og Mikkjal. Nærmastu grannahúsini vóru Postmeistarahúsini,. Gugga kona postmeistaran Johan Danielsen var pápasystir Eidin Müller. Foreldur Eiden vóru Ebba og Hans Müller.
Postmeistarin áttu grundøkið hinumegin Postmeistarahúsini, sum Søren Müller abbi Eiden hevði átt. Hetta grundstykkið var latið Eiden og Miu í brúðargávu frá Guggu og Johan Danielsen. Húsini hjá Mikkjali og teimum vóru bygd í 1947. Spyrji Mikkjal, hvat hann ætlar við nýggja 4-mannafarinum?

– Eg smíði og umvæli ikki longur bátar, men so hugni eg mær at smíða mær 4-mannafar. Havi atgongd til neyst í Sandagerði og bátapláss við Kongabrúnna. Lítli tvey takt bensin Gøta motorurin er kanska nostalgi, tí abbi mín Hanniba í Funningsstovu áttu 4-mannafar við júst 2½ hk stórum Solo motori. Havi keypt Gøta motorin úr Danmark framleiddur í Svøríki í 1947. Eg síggi fram til tess at seta motorin í bátin.
– Annars er Gøta verksmiðjan givin at framleiða slíkar motorar og er vorðið Gøta savn. Tú kanst framhaldandi fáa eykalutir til motorin. Spennandi, sigur Mikkjal at enda. (Vagnur 1.apríl 2023)

