
Hóskvøldið stendur Franco, sum vit rópa hann í durinum hjá okkum. Ein serliga vinsalur og fittur italiumaður, sum búði fleiri ár í Føroyum, og sum hevur skrivað føroyska/italska orðabók. Hann kom fyrstu ferð til Føroya sum ferðamaður í 1982 og hevur í fleiri umførum verið aftur í Føroyum sum ferðaleiðari millum annað tvær ferðir, tá Føroyar og Italia spældu landsdystir í fótbólti. Nú er hann ferðaleiðari hjá tjúgu fólkum ymsa staðni frá í Italia, sum vildu síggja sólarmyrkingina. Franco er prátingarsamur 63 ára gamal maður. Skrivað í 2015.
– Eg kom sum sagt fyrstu ferð sum ungur av forvitni til Føroya í 1982 sum ferðamaður, har eg í tvey ár arbeiddi á Restorffs bryggjaríi og Skála skipasmiðju. Eg las søgu og skuldi seta meg inn í norðurlendska søgu. Frá 1985 til 1987 var eg í Danmark, tí har var so nógv tilfar um føroysk viðurskifti. Tá var eg eisini eitt skifti í Svøríki og Lapplandi.

– Eg komi frá lítlu bygdini Riolunato nær býnum Modena í Poslættanum í norður Italia, har størsti býurin er Bologna, og eg var knýttur at lærustovni í býnum. Eri uppvaksin í lítlari fjallabygd við 700 fólkum, sum liggur á umleið 800 metrum frá sjóvarmálanum.
– Eftir tíðina í Danmark kom aftur til Føroya í fleiri umførum sum ferðamaður, men í 1999 til 2004 búði eg fast í Føroyum, har eg skrivaði føroyska/itatalska orðabók. Eg havi nógv góð vinfólk í Føroyum, og fyrsti veruligi vinurin í Føroyum var Djóni Dalsgarð, sum eg hitti longu á fyrstu ferðini í 1982. Í sambandi við orðabókina, kom eg at kenna Eyðun R. Jensen, sum las italskt, og sum hjálpti mær við orðabókini. Og nú standi eg aftur í gongini hjá Eyðuni og tykkum.

– Í 2004 flytti eg aftur til Italia, tí tá var orðabókini liðug, og eg vildi sleppa aftur til familju og vinir. Men eg havi fleiri ferðir verið aftur í Føroyum millum annað tveir ferðir við ferðalagið, sum kom til Føroya at síggja landsdyst í fótbólti millum Føroyar og Italia. Hetta var í 2007 og 2011. Eisini var eg í Føroyum við ferðaliði, sum vildi vísa føroyingum italska mentan, har vit millum annað vístu fram ymsar dansir.
– Nú eri eg so aftur í Føroyum, og tað er mentanarhúsið í bygdini, eg komi frá, sum tók stig at fáa italsk fólk at koma til Føroyar at fylgja sólarmyrkingini. Tjúgu fólk úr fleiri plássum í Italia eru við í ferðalagnum. Tú spyrt, hvat eg fái tíðina at ganga við í Italia. Eg undirvísi í søgu, enskum, landalæru og italskum á hægri læristovni, sigur 63 ára gamali Gianfranco Contri at enda. (Vagnur)