Eg kom av tilvild at hitta aftur Petur Zachariassen úr Hvalvík

Petur, sum hevði postin í 34 ár, dámar væl at fáast við seyð. (Mynd Vagnur)

Tilvildin kann vera løgin og kann føra til mangt undarligt og áhugavert. Pápi mín Helge í Smæruni skeyt haru í Hvalvík hjá Tummasi Eikholm bónda, og ein vinmaður mín hevði á ungum árum vinkonu úr Hvalvík. Tí kendi eg nøkur fá fólk í bygdini. Eg kann minnast, at eg var eitt sindur bergtikin av nøkrum toftum á eini trøð í bygdini. Hetta vóru leivdir frá revahaldi í Føroyum seinast í 30-árunum. Ein leygardag herfyri hitti eg 76 ára gamla Petur Zachariassen, kallaður Petur post, og hetta skuldi gerast áhugaverd og gevandi tilvild. (Skrivað í 2015)

Petur er nú vorðin 76 ára gamal.(Mynd Vagnur)
Petur er nú vorðin 76 ára gamal. (Mynd Vagnur)

Vit skulu fyrst aftur í 60-árini, tá ið ung kvinna Hildibjørg úr Haldórsvík kom at arbeiða í Smæruni, har pápin mín arbeiddi. Hildibjørg var ein ómetaliga fyrikomandi og fitt ung kvinna, sum var ótrúliga góð við okkum smádreingir. Eg bleiv so mikið væl við Hildibjørg, at eg vitjaði hana mangan uppi í Grønlandi, har hon búði. Eg kom eisini at hitta systrar hennara Paulu og Ebbu. Og vit vóru eisini og vitjaðu í Haldórsvík.

Mamma mín var um hetta mundið sjúk í Danmark, og tí kom Hildibjørg eitt stutt skifti at vera í húsi hjá okkum. Kanska var hetta orsøkin, at eg sum smádrongur koma at bíta meg fastan í Hildibjørg, sum altíð tók ímóti mær við opnum ørmum.

Mamma kemur so aftur úr Danmark, og Hildibjørg gevst í Smæruni. Seinni hoyrdu vit frá pápa okkara, at Hildibjørg var gift einkjumanni úr Hvalvík. Eg gekk mínar leiðir á lívsleiðini, og tað gjørdi Hildibjørg eisini, og tí fánaði sambandið við tíðina okkara millum.

Áhugavert at hitta Petur

Og so var tað henda leygardagin herfyri, at eg kom aftur á ferð úr Rituvík, og sjálvandi skuldi eg taka mynd av toftunum frá revahaldinum í Hvalvík seinast í 30-árunum. Fyrst spurdi eg eina unga konu við barnavogni, um hon kendi nakað til revahald í Hvalvík, men tað vistu hon ikki, tí hon var ikki uppvaksin í bygdini.

Petur býr í barnaheiminum hjá Elinborg fyrru konuni. (Mynd Vagnur)
Petur býr í barnaheiminum hjá Elinborg fyrru konuni. (Mynd Vagnur)

Eg fór niðan ímillum tvey sethús og tók myndir av toftunum, sum stóðu niðan ímóti ein lagaðum garði á eini trøð. Ikki vildi eg fara til Havnar aftur uttan at spyrja onkran meira um revahaldið og toftirnar frá 30-árunum. Ì einum vindeyga sá eg gráhærdan mann, eg fari inn og banki á dyrnar, og út kemur blíður maður, sum eg helt meg hava sæð áður. “Kennur tú meg”, spurdi eg mannin. “Tú ert ein av synunum hjá Helga í Smæruni, kom innar og fá tær ein drekkamum”, segði blíði maðurin.

Skjótt var greitt, at hetta var Petur Zachariassen maður Hildibjørg, sum doyði 8. januar í 2012. Petur var í 34 ár postmaður í Norðurstemoy, og hann sigur soleiðis um at gerast einkjumaður við tveimum smábørnum, og um at hitta Hildibjørg.

– Eg var giftur Elinborg her úr Hvalvík, men í 1968 fekk konan bróstkrabba og doyði. Har stóð eg einkjumaður við seks ára gamlari dóttur og eitt ára gomlum soni. Hetta var svár tíð, men seinni lýsnaði aftur, tá ið eg kom í samband við Hildibjørg úr Vík dóttur Hans Paula á Bø. Hans Pauli hevði handil og átti bátin Reynir, sum sigldi við ferðafólki og góðsi millum Havnina og bygdirnar í Sundalagnum. Beinanvegin eg kom í samband við Hildibjørg, tók hon børn míni til sín sum síni egnu.

Her síggja vit toftirnar frá revahaldinum seinast í 30-árunum. (Mynd Vagnur)
Her síggja vit toftirnar frá revahaldinum seinast í 30-árunum. (Mynd Vagnur)

– Elinborg átti sonin Hall, áðrenn vit komu saman, og børnini hjá mær og Elinborg fyrru konuni eru Karín fødd í 1962 og Finnbjørn føddur í 1967. Hildibjørg og eg fingu sonin Egil á Bø, sum tú kennir frá fótbóltinum. Egil er føddur í 1974. Hildibjørg hevði trý systkin Paulu, Ebbu og Johannus, sigur Petur.

Eg segði Peturin, at eg visti um Finnbjørn sum borðtennisspælara í Streymi, og at eg var fegin um at fáa at vita, at Hildibjørg og hann fingu sonin Egil á Bø, sum eg mest kenni gjøgnum fjølmiðlarnar. Eg visti ikki, at Petur og Hildibjørg áttu Egil. Petur og eg sita góða løtu við borðið og práta um ymist, men so at enda spyrji eg hann um toftirnar frá revahaldinum.

– Húsini eg búgvi í eru barndómsheimið hjá fyrru konu míni Elinborg. Tá ið útskift var í Hvalvík, yngsti eg mær bøin omanfyri húsini, og hetta eydnaðist. So var er av tilvild, at toftirnar frá revahaldinum í 30-árunum nú standa á mínari ogn. Hetta eru søgulig minni, og eg ætli at lata toftirnar standa.

Ùr køksvindeyganum sær Petur yvir á fótbóltsvøllin í Steymnesi. (Mynd Vagnur)
Ùr køksvindeyganum sær Petur yvir á fótbóltsvøllin í Steymnesi. (Mynd Vagnur)

– Ikki havi eg so nógv at siga tær um revahaldið, men tað var Jóannis Olsen úr Hvalvík, sum byrjaði revahaldið í Føroyum. Her á leiðini vóru tvey revahald, og tað lá væl fyri at fáa fóður frá hvalastøðini við Áir. Tú átti at tosa við synirnar hjá Jóannisi, Helga og Tummas, sum eiga Norðsetur. Teir kunnu óivað siga tær nógv um revahaldið hjá pápanum, men tú ert altíð vælkomin aftur til Hvalvíkar, segði Petur at enda.

Vit fara í seyðahúsið hjá Peturi, og tað má eg siga, at har var reint og nossligt. Petur vísti mær, hvussu hann hevði riggað til at hava seyðin innandura um veturin. Tá ið seyðurin fór á bøin um várið, varð vaskað og sóttreinsað klárt at fletta í um heystið. Petur og teir fletta einar 25 seyðir.

Prátið við Petur og tilvildin henda dagin gjørdi meg enn meira forvitnan um revahaldið í Føroyum. Nakað av tilfari havi eg funnið, men heilt skjótt gongur leiðin aftur til Hvalvíkar, og tá fari eg at skriva grein um revahaldið í Føroyum. Revahaldið var nógvastaðni kring landið seinast í 30-árunum, men so kom seinni heimsbardagi, og menn sluppu ikki av við skinnini, tí steðgaði revahaldið. Men hetta fáa vit at vita meira um í seinni grein. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply