Ørindini míni at banka á dyrnar hjá Ingolfi Rasmussen var at vita, um hann átti nakrar myndir frá hendingini, tá Sólborg brendi í 1979. Tað skuldi bara ganga ein løta, til vit funnu útav, at vit báðir vóru í nærmastu familju. Ikki visti eg, at Ingolf og eg eru trímenningar. Ómetaliga áhugavert at práta við henda dámliga og róliga skiparan, sum var skipari umborð á trolarunum Sólborg og Hercules, tá ið tær brendu. Ingolf fór longu til skips sum sekstan ára gamal og hevur starvast á sjónum í 62 ár.
Tá eg bankaði á dyrnar hjá Ingolfi Rasmussen ovarlaga í Torfinsgøtu í Havn, hitti eg ein dámligan og fyrikomandi mann. Konuna Jónu kendi eg beinanvegin – hon er dóttir Jens Guttesen, sum vit kenna frá tónleiki og sangi í Brøðrasamkomuni. Komin innar í gongina síggi eg longu, at skiparan hevur siglt úti í verðini, tí millum annað hekk stórt ísbjarnaskinn á bróstinum í gongini og á skápi í stovuni stóð vøkur kajakk. (Greinin skrivað í desember mánað í 2014.)
Ingolf og eg hava báðir røtur í Frammistovu í Hvannasundi. Abbi Ingolf, Justinus Poulsen, og omma mín, Sigrid Poulsen gift Christiansen, vóru systkin. Hesin Justinus Poulsen gjørdist einkjumaður við fýra børnum, tí konan doyði stutt eftir, at mamma Ingolf varð fødd. Seinni giftist Justinus uppaftur við Agnes Susanne Jacobine Johannesen, rópt Jacobina, úr húsum Heima á Norðurtoftum. Justinus abbi og omma fingu fýra børn, og Justinus og Jacobina fingu sjey børn – ellivu børn tilsamans, greiðir Ingolf frá.
Mamma Ingolf, Sigga Malena fødd 1910, giftist til Søldarfjarðar, men hon misti mannin, sum slerdi út við Columbus í 1949. Mamman sat eftir við átta børnum, fýra gentum og fýra dreingjum, og Ingolf var elstur av dreingjunum. Tá Ingolf var liðugur við fólkaskúlan, var einki val. Hann arbeiddi eina tíð fiskaarbeiði, men sum sekstan ára gamal fór hann ein túr við sluppini Lítlu Emmu. Síðani fór hann við sluppini Carl úr Vági, sum hann var við í hálvtannað ár. Og her byrjaði so lívsleiðin hjá Ingolfi á sjónum, sum higartil hevur vart í 62 ár. Og Ingolf sigur:
– Eftir tvey ár umborð á slupp, gekk leiðin til Íslands, har eg sigldi við íslendskum trolarum í fýra ár. Eg forvann somikið av peningi, at eg kundi fara upp á skúla í 1959 at læra til stýrimann. Eftir lokið prógv gekk leiðin út í verðina at sigla, har eg fyrst sigldi í eitt ár hjá DFDS. Síðani fór eg at læra til skipsførara á Fanø í Danmark, og eftir lokið prógv fór eg umborð á skip hjá ØK. Túrarnir vóru mangan langir, og einaferð var eg úr Føroyum í meira enn eitt ár.
– Ja, so kom eg heimaftur og fór millum annað at føra rækjutrolaran Sólborg í 1977, har eg var í níggju ár, tíl báturin var seldur í 1986 til Royal Greenland. Yvirmenninir á Sólborg fylgdu við skipinum til Grønlands, har eg var ein av teimum. Seinni førdi eg trolaran Ljósafelli í trý ár, og havi seinnu árini siglt hjá Thor í Hósvík, har eg millum annað var skipari umborð á trolaranum Hercules, tá hann brann, og ellivu menn doyðu.
– Hetta var skelkandi uppliving, og tað var um reppið, at eg sjálvur kom frá hendingini við lívinum. Ein gelendari bjargaði mær, tí eg visti, at fylgdi eg gelendaranum í nógva roykinum, kom eg upp á brúnna, sigur Ingolf.
Eg spyrji at enda Ingolf, hvat fær ein 76 ára gamlan mann at halda fram at sigla, ja, seinast var hann burtur í tríggjar mánaðir í Norðurgrønlandi? – Heilsan er góð, og mær dámar framvegis at sigla. Hesaferð legði eg mær tað soleiðis til rættis, at eg kundi vera heima á jólum og væntandi fari ag avstað aftur einaferð eftir nýggjár. Eg havi siglt hjá Thor í eini átta ár.
Í heiminum hjá Ingolfi og Jónu sæst, at tónleikurin fyllir nógv, har er klaver og fleiri onnur ljóðføri. Jóna er listakvinna, hon málar og hevur undirvíst í grafikki á kvøldskúlanum í tjúgu ár. Eisini undirvísir hon næmingum í klavari, so hon hevur nógv um oyruni. Ingolf og Jóna eiga tvey børn: tónleikaran og songkvinnuna Sigrið Rasmussen og sonin Jens Paula, sum arbeiðir sum teldumaður. (Vagnur)