Tá ið Malvina á Dunga kom úr Hvalba til Havnar sum fimtan ára gomul genta, vildi hon rógva kapp ella spæla hondbólt. Hon valdi hondbóltsspælið og koma á standa í málinum hjá neistakvinnum í tólv ár. Tað var Malvina, sum tók stig at útvega Neistanum egið flagg. – Eg helt tað vera skomm, at Neistin einki egið flagg átti, og tí beyð eg mær at gjalda flaggið sjálv, sum varð keypt úr Danmark, sigur Malvina.
Eg síggi fyri mær Malvinu í ketilbúna og beiggjan Gudmund laða garðar í Havn, men tú ørminnist eisini hana standa í málinum hjá neistakvinnum. Fyri kortum fekst tú at vita, at tað var Malvina á Dunga, sum syrgdi fyri, at Neistin fekk sítt egið flagg. Hetta var í 1952. Malvina býr í íbúð í húsinum hjá dóttrini Káru á Dunga í Havn. Hugaligt at hitta Malvinu aftur, sum tú ikki hevur hitt í nógv Harrans ár. Men, hvussu fekk Malvina fatur í vakra neistaflagginum?
– Sára Hansen hevði verið á ítróttaskúla í Danmark og var komin aftur til Føroya at spæla við neistanum. Sára var hondbóltssnillingur, sum kundi nógv meira við bóltinum, enn aðrir spælarar. Einaferð segði eg við Sáru, at tað var stór skomm, at Neistin ikki átti egið flagg. Í 1950 vóru neistakvinnur og fótbóltslið hjá B36 á minniligari ferð í Noregi, men bara føroyska flaggið var við á ferðini.
Sára hevði gott samband við hondbóltsfelag í Keypmannahavn, og eg bað Sáru útvega Neistananum eitt neistaflagg, ein “neistavimpul” við eins litum og í føroyska flagginum. Eg vildi gjalda flaggið sjálv. Í 1952 forvann eg 675 krónur um mánaðin, og nýggja neistaflaggið kostaði 125 krónur. Neistin fekk vakra flaggið, sum vit øll vóru ógvuliga fegin um. Eg bar sjálv neistaflaggið á ólavsøku øll árini eg spældi, sigur Malvina.
78 ára gamla Malvina á Dunga er dóttir hvalbingin Jákup Poulsen, Jákup á Skallanum. Mamman Anna Bjarnadóttir var úr Havn og giftust til Hvalbiar. Fimtan ára gomul kom Malvina til Havnar at arbeiða í húsplássi. Seinni arbeiddi hon í handlinum hjá Heinesen, Aage Dahl og handlinum hjá Ólavi Lamba. Áðrenn Malvina fór at laða saman við beiggjanum Gudmundi í tjúgu ár, arbeiddi hon í tólv ár hjá Poul Hansen heilsølu. Men hvussu kom unga hvalbiargentan í Neistan, og hvussu bar tað til, at hon fekk sær arbeiði at laða garðar og steinseta tún?
– Longu sum ung genta í Hvalba dámdi mær ógvuliga væl at arbeiða uttandura. At sláa og hoyggja, seta niður epli og vera á seiðabergi, ja, tað sum dreingir plaga at gera. Systir mín var heilt øðrvísi, henni dámdi væl at seyma og baka. Eg kom seinni í lívinum at laða saman við beiggjanum Gudmundi, og hetta var ikki vanligt konufólkaarbeiði. Vit laðaðu garðar og steinsettu tún. Millum annað laðaðu vit við Norðurlandahúsið, SMS, Lágagarð og springvatnið á Káta horninum. Eg gavst at laða sum 65 ára gomul.
– Tá ið eg kom til Havnar í 1947 sum fimtan ára gomul, vildi eg antin rógva kapp ella spæla hondbólt. Og tað bleiv hondbóltur, sum eg koma at spæla í tólv ár á besta liðnum hjá Neistanum. “Beiggin” úr Vági var venjari, og hann segði mær, at vilt tú ikki standa í málinum á besta liðnum, so spælir tú úti í 2. deild. Eg vildi spæla úti, men vildi eisini spæla á besta liðnum, tí gjørdist eg málverji.
– Vit vandu tvær ferðir um vikuna. Og eftir hvørja venjing fóru vit oman á Konditaríið at fáa okkum drekkamunn og práta. Vit spældu dystir ímóti Søljuni, VB, TB, Stjørnuni, VÍF og so kom Kyndil í 1956. Eg var við at vinna FM-heitið sjey ferðir tey tólv árini, eg spældi.
– Tvær reisir var eg uttanlands við hondbóltinum. Í 1950 vóru neistakvinnur og besta liðið hjá B36 minniliga ferð í Noregi. Og so var eg biðin at koma til Íslands við sandavágskvinnum sum spælandi venjari. Tað var Sigurd Petersen, sum so fegin vildi hava meg at styrkja liðið hjá Søljuni á Íslandsferðini. Eg gavst at spæla hondbólt í 1961, men tvær ferðir seinni kom eg tó at standa í neistamálinum. Einaferð varð skipað fyri oldgirlsdysti millum Neistan og Kyndil, og tá ið Gundadalshøllin varð tikin í nýtslu í 1984, spældu vit sokallaðan uppvísningdyst ímóti Kyndli, sigur Malvina.
Malvina var gift við Niclas á Dunga, sum doyða bara 61 ára gamal. Malvina og Niclas eiga døturnar Onnu 53 ár, Byndis 49 ár, Unnur 47 ár og Káru 42 ár, sum allar búgva í Havn. Malvina eigur tólv ommudøtur. Allar fýra døturnar hava spælt í Neistanum. Anna, Bryndis og Unnur spældi upp til unglingaaldur, meðan Kára koma at spæla nógv ár í bestu deildini. Men, hvat fær Malvina tíðina at ganga við, og fylgir hon framvegis við hondbólti?
– Nú búgvi eg niðriundir hjá Káru, og sjálvandi gevi eg eina hjálpandi hond. Vaski og strúki klæði, annars bindi eg nógv, millum annað troyggjur til føroysk klæði. Eg havi tólv ommudøtur, og nú er langommubarn á veg. Jú, nógmikið er at tríva í, sigur Malvina at enda.
Vit fara út í garðin at taka mynd, og Malvina er ikki sørt errin, at tað var hon, sum tók stig at útvega Neistanum egið flagg. Nú kennir undirritaði mest sum bara Káru av døtrunum, og Malvina og Kára eru ógvuliga líkar í verumáta. Tær eru báðar hittinorðaðar og ikki skornar fyri tungubandið. Eg takka fyri meg og takki fyri áhugaverda prátið. (Vagnur)