Um dagarnar fyllir Eiðis bóltfelag 110 ár. Júst fyri tíggju árum síðani skrivaði eg tríggjar greinar í sambandi við, at felagið fylti 100 ár. Havi altíð havt alsk fyri Eiðis bóltfelag, tí vit spældu so mangan hondbólt á Eiði. Merktu frá byrjan samanhaldið og blíðskapin í bygdini. Tá hondbóltsspælið gjørdist innanduraspæl fyrst í 1970-árunum, fánaði hondbólturin á Eiði, men so kom stásiliga ítróttahøllini, og eiðisfólk byrjaðu av nýggjum. Niðanfyri og á Hvannrok. fo kanst tú lesa tríggjar greinar, tá Eiðis bóltfelag gjørdist 100 ár. (Vagnur)