
Eiðis Bóltfelag var fyrstu nógv árini eitt fótbóltsfelag, men í 1945 byrjaði lærarin í bygdini, Andreas Thomsen, sum var ættaður úr Gøtu, at spæla hondbólt við ungdóminum á Eiði. Fyrstu árini spældu tey ikki í landskappingini, sum byrjaði í 1943, men í 1947 meldaðu tey tvey kvinnulið til landskappingina, og bæði 1. deildarliðið og 2. deildarliðið vunnu føroyameistaraheitið hetta árið. 84 ára gamla Ása Merkistein, fødd Ellingssgaard, spældi við besta liðnum hjá EB í 1947, og hon minnist við gleði, tá ið eiðisgentur ferðaðust kring landið at spæla hondbólt. Og føroyameistaraheitið í 1947 var serligt ógloymandi upplivilsi, sigur Ása Merkistein fødd Ellingsgaard.
Tá ið eg leygardagin 23. februar hoyrdi, at Eiðis Bóltfelag dagin eftir fylti 100 ár, sveimaðu tankarnir, tí nógvar góðar hondbóltsløtur havi eg havt á Eiði bæði sum ungdómsspælari, mansspælari og venjari. Hondbóltur hevur djúpar røtur á Eiði, og bygdin er ein av okkara gomlu hondbóltsbygdum.

Í sambandi við greinina um EB kagaði eg í Ítróttatíðindi frá 1947, og har var mynd av eiðisgentum. M.a. varð skrivað: “Hetta eru gentur, ið vórðu verandi í bygd teirra, og tær knýttu trol og íðkaðu hondbólt. Tær dugdu ikki bert at spæla hondbólt, tær dugdu so sanniliga eisini væl at knýta trol. Eiðigentur gjørdu tað bragd, at tær vunnu báðar hondbóltsdeildirnar”.
Í sambandi við fjøruti ára føðingardagin hjá Eiðis Bóltfelag skriva Ítróttatíðindi í 1953, at tey byrjaðu at spæla hondbólt á Eiði fyrst í 1940-árunum, og í 1944 blivu hondbóltsgentur limir í Eiðis Bóltfelag, og gjørd varð ein hondbóltsdeild í felagnum.
Á mínum ungu døgum hevði EB bæði kvinnulið og manslið í bestu deildini, umframt at felagið eisini hevði ungdómslið við í landskappingini. Men tá ið fyrstu ítróttahallirnar komu í Klaksvík í 1968 og í Havn 1970, og hondbóltsspælið næstu árini bleiv eitt innanduraspæl, kundi EB ikki fylgja við, tí eingin høll var á Eiði. Við árunum fánaði hondbóltur burtur í bygdini, sjálvt um góðar kreftir á Eiði tó royndu at halda lív í ítróttagreinini millum annað at venja í høllini á Skála.
EB hevur bara vunnið eitt FM-heitið í bestu deildini, og tað var, tá ið kvinnurnar hjá EB vunnu føroyameistaraheitið í 1947. Kvinnuliðið í 2. deild vann meistaraheitið í 1947, 1948 og 1949, og kvinnuliðið í 2. deild vann eisini meistaraheitið í 1973 og 1974. Mansliðið hjá EB í 2. deild vann kappingina í 1969 og 1976, men so fór EB úr hondbóltsfamiljuni. Nú er nýggj ítróttahøll á Eiði, og tey eru so smátt byrjað at spæla hondbólt aftur í bygdini.

Í 1971/1972 góvust tey at spæla hondbólt niðri á Mølini, tí tá var hondbóltsvøllur gjørdur við skúlan. Hetta var frálíkur asfalteraður vøllur, og nú var møguleiki at brúka skiftingarrúmið í skúlanum, sum hevði hevði brúsur.
Í sambandi við 100 ára føðingardagin hjá EB leitaði eg mær niðan á Spógvaveg 16 í Havn at hitta 84 ára gomlu Ásu Merkistein. Hon er mamma Suna Merkistein, og sum vit serliga kenna frá Kringvarpinum. Familjan Merkistein búði við Landavegin frá 1969 til 1976, har eg eri uppvaksin, og mangan prátaði eg við mann Ásu, Jákup Merkistein, sála, sum eisini var av Eiði. Ásu mintist eg ikki rættliga, men tá ið eg hitti hana í túninum á Spógvavegi, kendi eg andlitið aftur.
Familjan Merkistein flutti til Havnar at búgva í 1965, men hondbóltsáhugin fánaði ikki eftir, tá Ása og Jákup fluttu til Havnar, tí øll fimm børnini spældu hondbólt. Fýra børn spældu í Kyndli og eitt í Neistanum, og nógvar tímar hava Ása og Jákup havt í høllini á Hálsi sum áskoðarar fyrrapartin í 70- árunum, har tey mangan sótu frá fyrsta til síðsta dyst. Av teimum fimm systkjunum fýra gentur og ein drongur, spældi Hansa longst. Hon spældi viðhvørt á besta liðnum hjá Kyndli, men hon flutti longu í 1978 sum tjúgu ára gomul til Danmarkar.´

Ása var bæði blíð og týð og prátingarsom, og hon var væl fyri, men nakað lamin. Tá ið eg greiddi henni frá ørindum mínum, var Ása skjót at bjóða mær innar og fór eftir vøkru myndini av EB-kvinnunum frá 1947, sum hekk á bróstinum. Fyrst spurdi eg Ásu, hvat hon mintist til hondbóltin á Eiði í 1940-árunum.
– Hetta var besta tíðin í lívi mínum, tí tað var so stuttligt at spæla hondbólt, og góðu hondbóltsferðirnar kring landið standa so sólarklárar í minninum. Í 1947 høvdu við tvey kvinnulið, eitt 1. deildarlið og eitt 2. deildarlið. Óli Egilstrøð vandi okkum. Eg fór at spæla hondbólt, tá eg var sekstan seytjan ára gomul, og eg minnist, hvussu áhugað mamma var í fótbóltinum og hondbóltinum. Vit búðu við dansistovuna, og tá ið fólk komu fram við hjá okkum, læt mamma mangan vindeygað upp sunnudagar, tá ið fótbóltsdystir vóru niðri í Mølini. Eg minnist, hvussu illa eg var við av mammu, tá ið hon úr vindeyganum rópti á fólk: “Hvussu stendur til niðri á Mølini?”, hon fór ikki sjálv oman á Mølina, men hon fylgdi væl við.

– Vit spældu hondbólt í Klaksvík, Havn, Vestmanna, Gøtu, Vágum, á Sandi, og so vóru vit eisini í Suðuroy. Best dámdi okkum at fara til Klaksvíkar, tí har lógu vit altíð nátt, og allar fóru í dans um kvøldið. Vit búðu hjá spælarunum, og allastaðni vóru fólk blíð, og vit knýttu vinabond fyri lívið.
– Ferðasambandið var ikki tað sama í 1940-árunum, og eg minnist, tá ið vit fóru til Klaksvíkar. Vit vóru koyrdar niðan á Vomdin, og so gingu vit oman til Funnings, har deksbátur úr Klaksvík kom eftir okkum. Eg minnist ilt aftur á sjóverkin, mangar av okkum fingu, tá ið ringt var í sjónum, sigur Anna.
Vit sita ein løtu og práta um mangt og hvat, men tann týdningarmiklasti spurningurin er eftir. Føroyameistaraheitið, sum kvinnuliðið hjá EB vann í 1947, og sum skuldi gerast serlig uppliving hjá spælarunum. Áður høvdu fólk á Eiði bert áhuga í fótbólti, men nú skuldu kvinnur av Eiði spæla finaludyst um meistaraheitið í Havn ímóti Vípuni av Sandi, og nú gjørdist knappliga stórur áhugi fyri hondbóltsspælinum í bygdini. Og Ása greiðir frá:
– Finaludagin í 1947 í Havn stendur púra klárur í mínum hugaheimi, tí hetta gjørdist ógloymandi uppliving fyri okkum ungu gentur, sum vit ongantíð komu at uppliva aftur. Í Havn búðu vit á Háskúlanum, og eg minnist, at finaluliðini gingu skrúðgongu av Vaglinum niðan í Gundadal. Eitt svenskt skip lá á Havnini, og skipsmanningin var eisini á Vaglinum og fylgdi skrúðgonguni niðan í Gundadal. Teir floytaðu eftir okkum, og tað vóru vit ikki vanar við á Eiði.
– Vit spældu finaluna ímóti Vípuni á nýggja hondbóltsvøllinum í Gundadali, og nógv fólk vóru og hugdu at dystinum. Serliga minnist eg eiðismenninar Thomas Nygaard og Hans Jákup Joensen, sum hálsfevndu okkum, tá ið vit vunnu dystin 7-3 og harvið føroyameistaraheitið. Thomas Nygaard og Hans Jákup Joensen vóru ríkir gamlir dreingir, og tað var serlig uppliving, at teir hálsfevndu okkum.

Eftir dystin bjóðaðu teir báðir okkum til fínan døgurða í húsum við Heygsvegin, sum Poul Hansen átti. Har var vín á borðinum, og eg minnist, at ein av gentunum var eitt sindur svimmul, tá ið vit komu oman aftur á Háskúlan. Vit kendu einki til vín og vóru samdar um, at gentan ikki toldi tað sindrið av víni, vit fingu í lítla vínglasið.
– Tú spyrt meg um vakra leikbúnan, vit vóru í á myndini frá 1947. Vit bundu sjálvar troyggjuna, sum var ljósagrøn. Tvær av gentunum dugdu væl at seyma. Tær seymaðu okkum “legaðu niðurdeilarnar”, sigur Ása.
At enda spurdi eg Ásu, hvat hon hugsar, tá ið hon sær liðmyndina av eiðisgetum, sum vunnu føroyameistaraheitið í 1947. – Eg havi ikki orð fyri kenslunum, hvørja ferð eg síggi myndina.Hondbóltstíðin á Eiði var bara so ótrúliga stuttlig, sum eg minnist aftur við stórari gleði, sigur Ása at enda.
Í seinnu grein fari eg millum annað at siga frá, tá ið Eiðis Bóltfelag varð stovnað í 1913, og tá ið tey bygdu fótbóltsvøllin niðri á Mølini. Eisini fari eg at hugleiða meira um hondbóltin á Eiði, og á borðinum liggja nakrar áhugaverdar liðmyndir av EB liðum, sum skulu á heimasíðuna. (Vagnur Michelsen)