Tá eg í morgun kom fram á myndina niðanfyri av fótbóltslandsliðnum frá 1948, kom eg at hugsa um, at allir spælararnir á myndini eru farnir uttan HB málverjin Hans Marius Mikkelsen. 86 ára gamla málverjan kenni eg, men havi ikki sæð hann í fleiri ár. So eg út á Mikkjalstrøð í Grønlandi við myndini í hondini, har Hans Marius er uppvaksin og býr. Konan Lisa og Hans Marius vóru ógvuliga blíð, og tá eg smílandi segði míni ørindi, var hann klárur beinanvegin og mintist landsdystin ímóti Hetlendingum í 1948 í Gundadali, sum Føroyar vunnu 4-1. Mynd av landsliðnum frá 1948 sæst niðanfyri. (Greinin skrivað í 2015 – Hans Marius fór í 2017)
Hans Marius, sum er føddur 12. september 1928, lærdi til rør-og blikksmið hjá Børga Rubek Nielsen, sum hevði smiðju á Kongabrúnni. Serliga minnist eg Hans Marius, tá hann arbeiddi hjá Vatnverkinum í Tórshavnar kommunu. Hesir menn vóru mangan at síggja í havnargøtum, tá gomlu vatnrørini fóru at leka. Hans Marius var 24 ár hjá Vatnverkinum. Hans Marius er sonur vælkenda Mikkjal í Grønlandi, og Lisa og hann eiga trý børn. Boga, sum í mansaldur hevur búð í Danmark, Hákun og løgtingskvinnuna Jónu. Fyrst spyrji eg málverjan, hvat hann minnist til myndina av landsliðnum frá 1948.
– Eg minnist heilt væl henda dystin, tí danin Arne Rasmussen var landsliðsvenjari. Kriss Guttesen var fyrsti málverji á landsliðnum, men hann hevði forfall vegna skaða í hondini, tí hann var dottin úr stiga, tá hann málaði fyri Kisan. Tí fekk eg møguleikan ímóti hetlendingum. Eg var bara nítjan ára gamal á myndini. Vanligt var ikki tá at hita upp so nógv fyri fótbóltsdyst, men Arne vildi hava okkum inn í Plantajuna at renna í smølu gøtunum, so vit gjørdist heitir og klára at spæla landsdystin. Vit komi ikki inn á vøllin fyrr enn beint fyri fyrsta brígsl. Haldi at Hetland fekk fyrsta málið, men vit vóru betri enn hetlendingar og vunnu 4-1. Heilt nógvir áskoðarar sóu landsdystin.
Hans Marius smíltist, tá eg segði honum, at eg var spentur, um hann var heilt klárur, tí nú vóru árini so mong. Nú veit eg, at Hans Marius er HB-ari av heilum hjarta, og næsti spurningur er, um hann framvegis kemur í Gundadal ella kanska lurtar eftir fótbóltsdystum í útvarpi sunnudag. – Eg var bara einaferð í Gundadali seinasta kappingarár, og í ár havi eg ikki enn sæð HB spælt, men eg lurti altíð í útvarpinum. Best dámar mær at lurta í bilinum, tí tá kann ongin órógva meg, og ógvuliga spentur eri eg sum altíð, hvussu gongst HB, sigur Hans Marius.
Vit práta góða løtu um mangt og hvat, og komu eisini inn á, hvat hann heldur um fótbóltsspælið nú á døgum, og eisini, hvussu nógv teir vandu, tá hann spældi fótbólt við HB. – Tað var mín góði vinur Mortan Mørk, sum spældi í B36, sum gjørdi meg til tann málverja, eg varð. Málverjarnir fingu onga skipaða málmansvenjing, men Mortan Mørk fekk meg at koma í Gundadal at venja málmansvenjingar. HB húsið lá út ímóti ánni, og norðanfyri var grasfløta. Vit settu upp tveir málstengur, og so kastaði Mortan bóltar, sum eg kastaði meg eftir. Mortan var sjálvur frálíkur fótbóltsspælari og honbóltsspælari og hevði góð evni at venja meg sum málverja, sigur Hans Marius.
Tá vit at enda tosa um fótbótlsspælið í 2015 og um, hvussu nógvur peningur er í fótbóltinum, yppar Hans Marius øksl. – Mær dámar slett ikki alt hetta við peningi í fótbótlinum, hetta er ikki rættur ítróttur. Felagskenslan hjá spælarum er slett ikki sum hjá okkum, tí nú snýr seg alt um pening. Vit áttu sjálvir fótbóltsklæðini, og minnist, at systir mín Katrina bant mær hosur, málmanshandskar og málmanstroyggjurnar. Fótbóltsskógvarnir keyptu vit sjálvir. Dugi slett ikki at ímynda mær, at eg kundi skift felag, tí HB var mítt felag, sum eg var og eri góður við.
Tú spyrt meg eisini, hvør var munurin var á B 36 málverjanum Kriss Guttesen og mær sum málverji. Kríss var høgur maður og var ógvuliga góður serliga í luftini, meðan eg var kringari niðri við jørðini. Hetta var sagt tá.
– Eg spældi bara tann eina landsdystin sum fyrsti málverji, og vit vóru landsliðsferð bæði í Hetlandi og Ìslandi. Frá 1945 til og við 1954 stóð eg í málinum á besta liðnum hjá HB. Ì 1955 varð eg biðin at hjálpa 2. deildarliðnum, har vit vunnu kappingina, men so var slutt. Eg fekk familju, og mangan arbeiddi eg eisini úti á bygd. Minnist bara at hava spælt dyst ímóti B36, KÍ, TB og VB, men ikki so ofta ímóti VB, sigur Hans Marius at enda. (Vagnur)