
Eg minnist einki til hesi klæðini ella nakað frá mínum fyrstu barnaárum.
Eg las herfyri ein greinastubba um at minnast aftur í barnaárini. Tað eru fólk, sum hava so gott minni, at tey minnast alt millum himmal og jørð frá barnaárunum, men so eru vit onnur, sum ikki minnast, hvørjir næmingar vit gingu í fyrsta flokki saman við og nóg illa, hvørji tøl eru skrivað á nummarplátuna. Í greinastubbanum um minnið fekk eg nógv áhugavert at vita, sum eg ikki áður hevði grunað um.
Eitt fýra ára gamalt barn minnist mangt, sum fór fram, tá ið tey vóru tvey ár, men sum tíggju ára gamalt minnist sama barnið ikki hendingar frá tvey ára aldrinum. Tó kunnu ógvusligar hendingar brenna seg so fæst í minnið, at tær aftur og aftur koma fram í minninum hjá barninum. Vanligt er, at børn dvølja ikki í fortíðini.
Eg kenni persónar, sum minnast, hvørjar troyggjur næmingar gingu í í fyrsta flokki, vit onnur minnast ikki allar næmingarnar, sum gingu í fyrsta flokki í Nonnuskúlanum. Læs resten →