Norski kópafangarin Flemsøy bleiv í 1959 leiðaður til Føroya sum sildabátur

Minnist væl Flemsøy, sum á myndini er umbygdur soleiðis, so hann eisini kann fiska við nót. Hetta var í 1965.

Fiskiskapur, bátar og skip hava frá barnaárunum havt mín áhuga. Nú, eg eri vorðin eldri, fylgi eg væl við virkseminum, sum fer fram á Vestaru bryggju. Hvønn dag okkurt áhugavert. Ein dagin kom mær serliga til hugs norskan kópafangara, sum í 1959 bleiv leigaður til Føroya. Partafelagið Norðhavið í Havn var mannað við brøðrunum Thorvaldi Andreasen, Ingolfi Andreasen og Debes Christiansen mammubeiggja. Teir áttu sluppina Fame, sum var keypt úr Vestmanna.

Triðja mai 1959 sakk Fame í Grønlandi, tá sluppin rendi á stórt ístykki sum lá undir í vatnskorpuni. Øll manningin var bjargað. P/F Norðhavið gjørdi skjótt av og leiðaði styrkta kópafangaran Flemsøy M-44-HD at fiska sild norðanfyri Føroyar. Fleiri av manningini umborð á Flemsøy mannaðu bátin á sildaveiðu við Ingolfi Andreasen sum skipara. Hann var eisini skipari á Fame, tá hann sakk í Grønlandi. Hesi árini treyt ikki sild norðanfyri.

Meðan eg standi á Ísbryggjuni, síggi eg fyri mær í huganum Flemsøy liggja við Molan í Havn. Molin var tá ikki so langur, sum hann er nú. Flemsøy var eygkendur, tí hann hevði tunnu uppi í mastrini, sum var brúkt í sambandi við kópaveiðu. Teir skutu kópar, sum lógu á ísinum.

Fame var í 1884 smíðað í Lowestoft í Onglandi. Myndin er frá 1946, tá sluppin var umbygd á Tórshavnar skipasmiðju. (Mynd Tjóðsavnið)

Minnist heilt væl Flemsøy, tí Debes Christiansen mammubeiggi var reiðari, og sonurin Vilhjálmur róptur Lill sigldi nakrar túrar við Flemsøy. Í 1959 var eg tíggju ára gamal og minnist, tá vit vitjaðu umborð á Flemsøy. Stórfingin ungdómsminni.

Eftir løtuna á Vestaru bryggju henda dagin gjørdist eg forvitin og vildi finna útav, hvussu leingi Flemsøy var í Føroyum, og hvar báturin endaði, tá hann eftir tvey møguliga trý summar fór aftur til Noregs.

So at ringja í eyst og vest, men eingin visti við vissu alla søguna um Flemsøy. Ja, so at ringja til vinmannin Finn Bjørn Guttesen, sum er nørdur, tá talan er um bátar og skip. Finn Bjørn var klárur beinanvegin.

Minnist væl nógvu sildatunnurnar, sum lógu allastaðni á Eysturu bryggja, ja, líka niðan í Hornabø. Saltsølan er  ikki bygd. (Mynd Tjóðsavnið)

Flemsøy var bygdur í 1917 í Moldi í Noregi sum styrktur kópabátur. Finn Bjørn fann bæði manningarlistar, og hvar Flemsøy endaði sínar dagar. Báturin var sum sagt í Føroyum fyrst sumrini 1959 og 1960, men var nokk eisini leiðaður til Sandavágs eitt summar. Men hetta hava vit ikki fingið endaliga váttað. Flemsøy var umbygdur í 1965 og fekk kraftblokk ísettan. Flemsøy sakk við Jan Mayen 21. apríl 1977. Á landingarseðli sæst, at Flemsøy eina túrin landar 590 tunnur við sild í Kollafirði.

Samarbeiði millum P/ Norðhavið og P/F Hvannasund

Ávíst samarbeiði var millum bæði partafeløgini. P/F Hvannasund stovnaðu abbi mín Christian Christiansen róptur Christian í Hvannasundi og synirnir Debes og Jógvan Christiansen. Teir bygdu í 1930-árunum saltfiska – og turkihús við Heygsvegin og áttu sluppirnar Grundick og King Arthur. Og seinni Vestfart.

Thorvald Andreasen átti Norðstjørnuna og seinni línubátin Nornagest. Thorvald búði við Ellisheimið, og vit ungu høvdu nært samband við familjuna, ja, og hvussu gekst bátunum. Tí vit búðu jú í nærumhvørvinum. Norðstjørnan landaði mangan saltfisk til turkihúsið við Heygsvegin.

Grundick TN 324 var bygd í 1884 í Galmpton í Onglandi.

Havi hoyrt eldri mann siga, hvussu strevið arbeiði var at sigla við sluppunum, sum fiskaðu sild norðanfyri. Eitt var at seta tey kanska hundrað gørnini, men ógvuliga strevið at draga gørnini aftur við hond. Fyrst at rista sildina úr hvørjum garni fyri síðani at avhøvda, salta og laka sildina í tunnur, sum vóru fingnar úr tunnuhjallinum aftanfyri stýrihúsið. Sildarósla var at síggja um allan bátin.

Grundick tildømis lastaði umleiða 600 tunnur, sum vóru illtungar og skuldi fáast í lastina. Minnist, tá Útvarp Føroya gjørdist veruleiki í 1957, har tú kundi hoyra tíðindi frá sildabátunum norðanfyri. Høvdu tey fingið tunnu ella meira upp á garnið, so gekk væl, men tú hoyrdi eisini, at tey bert fingu fjórðings tunnu ella onkuntíð næstan drógu svar. Eisini kundi hoyrast serlig góð tíðindi, tá bátarnir fingið tríggjar og fýra tunnur uppá garnið, og tá var rokan umborð.

Her seta teir mongu sildagørnini. Mynd frá 1965 umborð á Saint Jacques TG 56 úr Vági.

Um Grundick kann leggja aftrat, at sluppin í 1963 lá við bryggju á Landasandi í Kollafirði. Illverðursdag sleit hon og rak á land á Morskranesi og gjørdist vrak. Grundick var bygd í 1884 í Calmpton í Onglandi.

Sildaævintýrið norðanfyri er áhugaverd søga, sum nógv er skrivað um. Seinast  í 1950 – árunum og fyrst í 1960 – árunum vóru fleiri nýggir stállínubátar komnir til Føroya, og um 1962 vóru royndir gørdar at umbyggja einstakar bátar, sum kundu kasta nót um sildastiman og fáa sildina við stórum glúpi inn á dekkið. Minnist, at Beinir hjá Aksel Hansen var ein av bátunum.

Her draga teir gørnini og rista sildirnar úr gørnunum. Síðani vantar nógv arbeiði, áðrenn sildirnar eru komnar í tunnurnar og í lastina. Mynd frá 1965 umborð á Saint Jacques TG 56 úr Vági.

Náttúruna eru vit mangan ikki harrar yvir. Knappliga umleið 1968 hvarv sildin norðanfyri eins og sildin eisini gørdi í Íslandi. Sá einastaðni, at tað var Eiler Jacobsen, sum fann sildastimarnar aftur í Norðsjónum og  har umleiðir. Tá fóru føroyingar at keypa sild í Stonoway at salti í tunnur. Kundi verið áhugavert at vitað, um Flemsøy veruliga var leigað í Vágarnar. Kanska onkur har veturi kennist við hesi tíðindi. (Vagnur Michelsen skrivað januar 2025)

Umráðandi at rekja gørnini væl, so tey eru klár at seta aftur. Mynd frá 1965 umborð á Saint Jacques TG 56 úr Vági.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply