Hvussu langt minnast vit aftur í barnaárini?

Eg minnist einki til hesi klæðini ella nakað frá mínum fyrstu barnaárum.
Eg minnist einki til hesi klæðini ella nakað frá mínum fyrstu barnaárum.

Eg las herfyri ein greinastubba um at minnast aftur í barnaárini. Tað eru fólk, sum hava so gott minni, at tey minnast alt millum himmal og jørð frá barnaárunum, men so eru vit onnur, sum ikki minnast, hvørjir næmingar vit gingu í fyrsta flokki saman við og nóg illa, hvørji tøl eru skrivað á nummarplátuna. Í greinastubbanum um minnið fekk eg nógv áhugavert at vita, sum eg ikki áður hevði grunað um.

Eitt fýra ára gamalt barn minnist mangt, sum fór fram, tá ið tey vóru tvey ár, men sum tíggju ára gamalt minnist sama barnið ikki hendingar frá tvey ára aldrinum. Tó kunnu ógvusligar hendingar brenna seg so fæst í minnið, at tær aftur og aftur koma fram í minninum hjá barninum. Vanligt er, at børn dvølja ikki í fortíðini.

Eg kenni persónar, sum minnast, hvørjar troyggjur næmingar gingu í í fyrsta flokki, vit onnur minnast ikki allar næmingarnar, sum gingu í fyrsta flokki í Nonnuskúlanum.

Tað eru persónar, sum minnast ótrúliga væl fólkanøvn, vit onnur kenna væl andlitsmyndina, men leita mangan í minninum eftir navninum. Ja, og so eru tað persónar, sum kenna hvønn enskan fótbóltsspælara, at tú stendur sum kánus og virðismetir góða minnið hjá viðkomandi.

Allar størsti parturin av tí vit læra á skúlanum fer í gloymskuna, og mangan standa vit spyrjandi, tí vit vita, at vit einaferð hava lært hetta, men hava nú gloymt tað. Vísindin sigur, at tað er heilt normalt at gloyma, og vit gloyma øll. Nógv av tí, vit lærdu í skúlanum verður gloymt fyrstu tímarnar, dagarnar og vikurnar. Kanningar vísa, at tað, sum situr í minnum eftir nakrar vikur, situr so mikið fast, at tað er klárt í minninum í nógv ár.

Nógv av tilfarinum í bókunum til eina próvtøku fer skjót í gloymskunnar hav.
Nógv av tilfarinum í bókunum til eina próvtøku fer skjótt í gloymskunnar hav.

Orsøkin, at vit ikki minnist nógv av ti, sum vit lærdu í skúlanum, er, tí vit ikki í gerandisdegnum fáast við tilfarið, vit lærdu, tí fer tað í gloymskunnar hav. Men um vit “repetera” einaferð lærda tilfarið, so stendur tað aftur klárt í minninum. Tær hendingar, sum standa klárast í minninum frá barnaárunum, eru hendingar, sum hava gjørt serliga ávirkan á teg. Serligar upplivingar.

Vísindin tosar um trý trin í minnisstiganum. Tilfarið skal “kodas” rætt i heilan, tað skal goymast, og tað skal heintast fram í rætta høvinum. Bara um eitt av hesum stigum svíkur, so gloyma vit tilfarið beinanvegin ella heilt skjótt. Víst verður á, at gloyma vit tilfar frá skúlatímanum, so hava vit ikki lært tilfarið rætt. Vit hava kanska ikki gjørt skúlaarbeiðið til fulnar, hava tí bara fingið partar av tilfarinum við. Tí gloyma vit hetta tilfar ógvuliga skjótt.

Sjálvandi gloyma vit tilfar, sum ikki verður brúkt, men eisini er ein orsøk, at tilfarið kemur í bland við nýtt tilfar, sum allatíðina skal í minnið. Og jú eldri vit gerast, jú torførari er at halda skil á øllum í minninum, sum mangan kemur í bland.

Her siti eg í vogni saman við beiggja mínum Torbjørn. Kennist slett ikki við hvørki vogn ella hending. Frá vinstru mamma mín Ása, síðani Kirstin systir, systkinabarnið Gunnvør og mammubeiggin Jógvan.

Mamma mín, sum bleiv hundrað ára gomul kona, var ótrúliga skrøpp at loysa krossorðagátur. Í míni verð er orsøkin, at hon hevur loyst krossorðagátur, so langt eg kann minnast. Nógv av orðunum ganga aftur og aftur, og tí minnist hon hesi orðini. Eisini mintist hon nógv frá barnaárunum og í grannalagnum, og hetta passar væl eftir vísindini. Mamma hevði altíð áhuga í familju og tosaði nógv um ungdómsárini og familjuna. Her er talan um endurtøku av tilfari, og tí fer tað ikki í gloymskuna.

Sjálvur haldi eg meg ikki hava gott minni, og nú eri eg komin í tann aldur, at minnið óivað fer at vikna enn meira. Eg haldi meg bara minnast aftur á okkurt frá  fimm, seks ára aldrinum, sjálvt um eg royni at kýta meg at minnast okkurt áhugavert. Men síggi eg gamla mynd, so kemur okkurt undan kavi, sum eg havi gloymt.

Minnið kann sjálvandi venjast, og tey sum lesa nógv, eisini tildømis loysa krossorðagátur og annars í familjuni tosa nógv um gamlar dagar, kunnu varðveita minnið betur enn onnur. Her er talan um venjing og endurtøkur hjá tí einstaka. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply