Úr myndasavninum – Sanatoriið í Hoydølum varð bygt í 1907

Spennandi at frætta, hvat gerast skal við bygningarnar, tá ið miðnámsskúlin er liðugur. (Mynd Fornminnissavnið)

Dagarnir hjá Studentarskúlanum og HF-skeiðnum í Hoydølum eru skjótt taldir, tí tey byggja nú stóran miðnámsskúla í Marknagili. Myndirnar av Sanatoriinum í Hoydølum eru vakrar, og eisini er vakurt at spáka í Hoydølum. Men niðurslitni betongbygningurin prýður so sanniliga ikki økið. Næmingar gevast sær óivað ikki far um tað, men hjá mær hevur altíð nakað myrkt og dapurt sveimað yvir Hoydølum, tí so nógvar menniskjalagnur eru knýttar at plássinum. Eisini í okkara familju. (Greinin skrivað í desembur mánað í 2015)

Santaoriið í Hoydølum varð bygt í 1907, og fyrst tuberklasjúklingurin var innlagdur 12. juni 1908. Pláss var fyri sekstan sjúklingum. Í 1931 varð Santaoriið útbygt, tá ið millum annað læknahús vórðu bygd. 1. feburar 1962 var seinasti dagur, Sanatoriið í Hoydølum varð brúkt sum sjúkrahús. Tá vóru teir fáu sjúklingarnir, sum vóru á sjúkrahúsinum, fluttir í fyribils barakk við Landssjúkrahúsið. Ljóta og dapra barakkin, sum minnir um fangabarakkirnar í Týsklandi undir seinna heimsbardara,  skuldi bara standa í heilt fá ár, men barakkin stendur har enn í 2014.

Nógv vakurt men samstundist myrkt og dapurt sveimar yvir Hoydølum. (Mynd Forminnissavnið)

Rithøvundurin Karsten Hoydal varð borin í heim í Hoydølum í 1912. Umstøðurnar hjá honum vóru øðrvísi enn hjá børnum flest. Pápi hansara var umsjónarmaður í Bróstsjúkrahúsinum, og drongurin kom tí at liva tætt at sjúku og deyða hesi fyrstu viðkomu árini. Karsten skrivar millum annað. – Eg livdi tætt uppat sjúkum fólki, og hesir morgnarnir, tá ið pápi einsamallur fór við rossavagni oman til Havnar við líki, sum førast skuldi út á bygd, bóru eitt sovorðið myrkur og illveður inn í meg, at eg øtaðist og mátti verja meg á onkran hátt. Karsten hevur yrkt og skrivað tilfar um barnaárini í Hoydølum, og minnissteinur til minnis um Karsten Hoydal (1912-1990)  er settur við høvuðsbygningin í Hoydølum.

Á 100 ára føðingardegnum hjá Karsten Hoydal, var minnissteinur settur í Hoydølum. (Mynd Vagnur)
Á 100 ára føðingardegnum hjá Karsten Hoydal, var minnissteinur settur í Hoydølum. (Mynd Vagnur)

Flestu familjur í Føroyum merktu sviðan av tuberklunum eisini okkara familja. Minna systir pápa mín fekk tuberklar og lá leingi á Sanatoriinum. Pápi mín tosaði mangan um Minnu, sum fekk sjúkuna um 20 ára aldur og doyði at enda av sjúkuni. Beiggarnir vóru fýra, men ikki allir sluppu at vitja systrina, tí blóðflokkurin hjá beiggjunum gjørdi av, um teir kundu vitja Minnu ella ikki. Haldi meg minnast, at yngsti beiggin Vagn Erik vegna smittuvanda ikki kundi vitja systrina. Beiggjarnir skiftust um at vitja Minnu hvønn dag. Teir gingu úr Havn niðan í Hoydalar.

Læknirnir á Sanatoriinum vóru frá byrjan danir, men í 1936 kom fyrsti føroyski yvirlæknin at arbeiða á Sanatoriinum. Tað var Andreas Magnus Pauli Vilhelm Magnussen, sum arbeiddi sum yvirlækni til í 1962. Tuberklar er nú sjaldsom sjúka í Føroym, men her fyri hoyrdist í fjølmiðlunum, at unglingi var smittaður. Men nú finst góður heilivágur at lekja sjúkuna, og hon førir ikki til deyða, sum hjá mongum nógvu fyrstu árini á Sanatoriinum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply