Tríggjar verkætlanir broyttu býráðsúrslitið í Tórshavnar kommunu

Bygging av háhúsi við parkeringskjallara og málið við Heysvegin var startskotið til Borgaraflokkin. Vandamikið er at koyra frá Kongagøtu út á Niels Finsensgøtu, tí tú skalt tvørtur um gongubreyt, har fólk koma tætt fram við húsum. (Mynd Vagnur)

Býráðsvalið í Tórshavnar kommunu gjørdist serligt, tí vit fingu borgaraflokk, kommunuflokk og politisku flokkarnar at velja ímillum. Borgaraflokkurin má sigast var mótmælisflokkur, meðan Kommunuflokkurin kom undan kavi, tí fýra býráðslimir í Javnaðarflokkinum ikki vildu á listan. Hvørt mansbarn visti, hví so var.

Haldi, at tað vóru serliga trý stór byggimál, sum avgjørdu valstríðið, og at valið endaði sum tað gjørdi. Ja eisini, at vit fingu aðra býráðssamgongu, sum hevur maktina á Vaglinum frá 1. januar.

Vit tosa mangan um vinnara og tapara í ítrótti, men sanniliga eisini í býráðs- og bygdarráðsvali. Eingin ivi er um, at Tjóðveldi var stóri vinnarin í Tórshavnar kommunu, og núverandi borgarstjórin á Vaglinum gjørdist eisini vinnari, sjálvt um Javnaðarflokkurin misti tríggjar býráðslimir, og borgarstjórin bert fekk triðingin av atkvøðunum frá seinasta býráðsvali.

Borgarstjórin gjørdist vinnari, tí av teimum fýra, sum ikki vildu á listan, vóru bert tvey vald aftur, og sum í telvingini endaðu í andstøðu. Eisini Sambandið, sum var í samgongu, endaði í andstøðu. Hvørji eru so tey trý byggimálini, sum heilt vist avgjørdu býráðsvalið.

Tíverri eydnaðist tað býráðslimum á sinni at fáa broytt byggisamtykt, so kirkja kann byggjast fram við Sandá. Dáragerð. Alt økið frá Sandagerðsnesi og fram við ánni skuldi fyri nógvum árum síðani verið friðað. (Mynd Vagnur)
  1. Nýggja kirkjan á Argjum. Hóast hundraðtals mótmæli, ja túsundtals, so tvíhelt meirlutin í býráðnum, at kirkjan skuldi byggjast á vakra økinum við Sandá. Eisini hóast Müller familjan á sinni ikki ynskti, at so var. Alt økið er partur av haganum hjá Müller. Óskiljandi, at býarsamtykt á sinni var broytt. Og hyggur tú í valúrslitini frá býráðsvalinum, so fáa býráðslimir, sum atkvøddu fyri nýggju kirkjuni, ikki nógvar atkvøður á Argjum. Nú er bert ein eftir av teimum í samgonguni. Hetta sigur alt.
  2. Stórur bygningur við parkeringskjallara millum Bøkjarabrekku og Kongagøtu. Hetta mál og mál við Heygsvegin var startskotið til Borgaraflokkin. Fólk vóru ónøgd, at býarsamtyktir ferð eftir ferð verða broyttar. Gamal býarpartur skuldi mest sum oyðileggjast av stórkapitali, hvar kommunan eisini var partur í málinum og skuldi hava parkeringspláss í stóra bygninginum. Mær er sagt, at málið í Kongagøtu/Bøkjarabrekku tíbetur nú er slept. Grannar og borgarar annars hava serliga víst á mist útsýni, og at gamli býarparturin tolir ikki meira ferðslu. Torført er at koma til og frá økinum..
  1. Økið við Skansan. Tá nýggja bryggjan við Eystaru bryggju skuldi víðkast, vóru bátahavn og vegur fram við Skansanum út í Válgaravík eisini á tekniborðinum. Stór mótmæli ímóti hesi ætlan, og fleiri túsund fólk mótmæltu í skrivi. Hetta førdi til, at Vaglið tíbetur bakkaði og tók henda part úr ætlanini.Tjóðsavnið hevur jú alla  tíðina víst á, at sjóvarmálin við Skansan er partur av fornminninum.

    Í kjaki segði stjórin í Tjóðsavninum, at sjóvarmálin við Skansan er partur av fornminninum, og hetta skulu býráðslimir virða. (Mynd Vagnur)

Men serliga formaðurin í havnarnevndini sýntist stremba eftir at fáa veg fram við Skansan, so tunga ferðslan kundi fara út í Válgaravík og upp á vegin aftur Yviri við Strond. Ein millión krónur vóru settar av til tess at fyrireika ætlanina. Púra vilt og óskiljandi siga fólk, sum eru góð við Skansan og vakra økið Yviri við Strond. Sjóvarmálin er jú partur av fornminninum. Nú háttaði býráðsvalið seg soleiðis, at henda nógv umrødda ætlan er slept. Hetta kunnu vit fegnast um.

Havnin er ikki ov lítil

Undirritaði hevur gott útsýni oman yvir Eystaru bryggju. Havnin er ikki ov lítil, og hetta sigur mín eygleiðing. Norrøna, Smyril og Teistin hava síni pláss, og farmaskipini koma og fara eftir fáar tímar við bryggju. Um summarið fáa ferðamannaskipini altíð pláss og liggja eisini bert fáar tímar á Havnini. Men kanska er ætlanin, at stóri russaraflotin við Føroyar skal hava heimstað við Eysturu bryggju. Vit sóu jú stór russisk skip umskipa fisk innan fyri Molan skamt frá Tinganesi. Tveir stórir trolarar við farmaskipi ímillum sín. Hetta “provokeraði” fólk.

Óskiljandi at nakar kann finna uppá at gera veg fram við Skansan og út í Válgaravík. Tíbetur hevur nýggja samgongan ongar ætlanir at fremja hesa ætlan. (Mynd Vagnur)

Býráðslimir gera mangan ikki sítt heimaarbeiði

Haldi, at býráðslimir mangan ikki gera sítt heimaarbeiði, tá stórar verkætlanir skulu gerast. Tey hugsa meira um asfalt og betong og ov lítið um umhvørvið, ja náttúruna. Tey gloyma eisini borgaran, sum eisini dugir at hugsa, og omanfyri nevndu ætlanir eru dømi um hetta.

So gloyma vit hesaferð Tjóðleikahúsið, sum gjørdist kastibløka av teimum heilt stóru. Gott nýggjár. Havnin er hóast alt væl skipaður býur at búgva í. (Vagnur Michelsen)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply