Úr myndasavninum – Søguliga frálíka myndin eru umleið 160 ára gomul

Myndin er tikin millum árini 1859-1874. Áhugavert at síggja Gamla hospitalið og katólsku kirkjuna. (Mynd Forminnissavnið)

Tá tú komst fram á vøkru søguligu myndina í bókini “Traðkaðu fólkinum slóð”, fóru tankarnir at sveima beinanvegin, tí økið fyllir so nógv í okkara hugaheimi, tí vit eru uppvaksin har á leiðini og vestureftir. Myndin er frá fyri 1874 verður sagt, men eftir katólsku kirkuni at døma, so er myndin tikin seinast í 1850-árunum, tí tá keypti pastor Bauer Christines Minde frá Christiani Holm og bygdi kirkju á staðnum, sum rúmaði tveyhundrað fólkum. Gamla hospitalið til vinstru var bygt í 1829 og niðurlagt í 1924, tá Alexandrine hospitalið var bygt. Nú nýtt sum til føðideild. Vit síggja eisini sethúsini hjá kaptajn Adreasen.

Áhugavert at síggja lendið í Rættará og har um leiðir, tí Østrøm var bygt við stórum slignum gróti stórir klettar slignir úr helluni til høgru. Fert tú inn í Østrøm, sært tú, hvussu væl bygningurin er laðaður í eini tíð, tá ongar maskinur vóru til at taka. Komi at eisini hugsa um Anettu Wang, sum var kona Knút Wang. Anetta segði mær, at pápi hennara Erik Faber arbeiddi sum lækni á Gamla hospitalið seinast í 1800-talinum. Erik var dani. Áhugavert at síggja slíkar myndir, ja, og so flyta økið í hugaheiminum inn í nútíðina. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply