
Herfyri hugdi eg í myndabók á Tjarnargarði, har yngsti pápabeiggi mín, Vagn Erik Dahl Michelsen, býr. Vagn Erik er yngstur av seks systkjum og einasti eftir á lívi. Tey vóru fýra beiggjar og tvær systrar. Onnur systirin Minna doyði av tuberklum, hon var tá miðskeiðis í tjúgu-árunum, og hin systirin, Pitte, flutti til Danmarkar á ungum árum, har hon giftist dana. Vit ungu sóu upp til pápa okkara og pápabeiggjarnar, tí umframt at teir vóru beiggjar, vóru teir eisini vinmenn og góðir stuðlar hvør hjá øðrum. (Greinin skrivað í 2015)
Foreldrini vóru bæði úr Havn. Pápin, Hans Jacob Dahl Michelsen, var úr Dalólastovu úti í Reyni, og Amanda Michelsen, fødd Poulsen, var uppvaksin á Húsabrúgv tætt við Havnar kirkju. Pápin var skipsførari og var millum annað við fyrstu sluppini, sum fór royndarfiskiskap til Grønlands í 1906. Seinni bleiv hann fyrsti havnarfúti í Havn.
Mamman var ikki meira enn farin um tey fjøruti árini, tá ið hon fekk heilabløðing, so hon misti førleikan. Hon fekk ikki tosað og hevði trupulleikar at fóta sær í gerandisdegnum. Læknin segði, at Amanda kanska bara fór at liva í eitt ár, tí skaðin var so mikið stórur, men hon livdi í 28 ár.
Næstyngsti pápabeiggin, Ejler, búði tá heima, og hann kom at ansa mammuni. Onkuntíð høvdu tey tvær arbeiðskonur í húsinum, tí mamman kravdi so nógva hjálp. Yngsti pápabeiggin, Vagn Erik, var bara seks ára gamal, tá ið mamman gjørdist sjúk.
Beiggjarnir vóru sambandsmenn og fráhaldsmenn, og teir dugdu væl við tí fíggjarliga. Tá ið teir bygdu sær hús, áttu teir helvtina av upphæddini, húsini kostaðu. Teir vóru av tí gamla slagnum, har tú ikki mátti skylda nøkrum nakað.

Elsti pápabeiggin, Aage Dahl Michelsen, føddur í 1911 og doyði í 1982, arbeiddi í 49 ár sum bókhaldari á Meiarínum. Tá vóru ongar teldur og el-roknimaskinur, og eg minnist sum smádrongur, hvussu skjótt hann arbeiddi við mekaniskari roknimaskinu, har hann flutti nakrar pinnar og snaraði pinnahjólinum, tá ið hann legði saman ella faldaði.
Aage var óivað tann mest konservativi av beiggjunum. Hann var losjumaðar, var limur í Líkningarráðnum og visti alt um fíggjarviðurskifti bæði í Føroyum og uttanlands. Hann var giftur Helmu Rubeksen úr Ruba, og tey áttu dóttrina Birgit, sum doyði fyrr í ár.
Aage kom mangan við ymsum vegleiðingum til okkum ungu. Millum annað minnist eg, at hann bað okkum bíða at byggja okkum hús, tí heilt ringar tíðir fóru at koma í Føroyum, hann sá gongdini í øðrum londum. Nógv hús verða til keyps, segði hann. Hetta var seinast í 70-árunum.
Aage hevði ikki heilt rætt, tí í 80-árunum pumpaðu donsk kreditfeløg milliardir í føroyska samfelagið og hildu soleiðis lív í samfelagnum. Skrædlið, sum Aage tosaði og ávaraði um, var tí seinkað nøkur ár, men skrædlið kom, og 6000 føroyingar máttu flyta av landinum.

Pápi mín, Helgi Dahl Michelsen, sum var næstelstur, var føddur 1913 og doyði í 1985. Pápi arbeiddi í 48 ár í Smæruni, har hann fyrst arbeiddi sum handilsmaður og fletti neyt og seyð. Seinni bleiv hann stjóri í Smæruni, sum var fyrsti sjálvtøkuhandil í Føroyum.
Pápi hevði bara sjey ára skúlagongd, men hann var føddur við serligum menniskjansligum gávum. Hann dugdi ótrúliga væl við fólki, og enn hoyri eg frá fólki, hvussu vinarligur og fyrikomandi maður hann var. Hann hevði ongantíð verið á nøkrum leiðaraskeiði ella bókhaldsskeiði, men tað stóð ikki á at leiða stóra fyritøku, har hann sjálvur hevði bókhaldið og framvegis arbeiddi í handlinum og fletti seyð og neyt serliga um kvøldarnar.
Pápi mín var giftur Ásu Michelsen, fødd Christiansen, úr Havn. Mamma býr á Ellisheiminum og er 94 ár. Vit eru fimm systkin Chirstin, sum býr í Danmark, og Hans Jákup, Torbjørn, Leivur og undirritaði.

Ejler Dahl Michelsen føddur í 1917 og doyði 1998 arbeiddi eitt langt lív hjá Tórshavnar kommunu. Fyrst sum pantifúti í fjúrtan ár, og síðani var hann kassameistari í kommununi. Ejler var giftur Katrinu, dóttir Mikkjal í Grønlandi, og tey eiga sonin Einar.
Tá ið mamman livdi, passaði Ejler heimið í Tórsgøtu, og sjálvandi var tað eisini hann, sum arvaði barnaheimið, tí hann hevði fíggjað arbeiðskonurnar tey 28 árini, mamman var sjúk.
Eg síggi fyri mær Ejler standa á Káta horninum hvítklæddur og práta við fólk. Plagdi at spyrja hann, um hann ikki var kaldur, og hann svaraði: -Tey søgdu mær, at eg hevði havt ensku sjúkuna sum barn, tí gjørdist eg ikki kaldur sum onnur fólk og fekk ongantíð hálsbruna. Og so var.
Eg minnist eisini, tá ið hann vísti mær tvær stórar gullbarrir, sum høvdu stórt virði. Eisini átti hann nógvar virðismiklar gullkrónur.

Vagn Erik Dahl Michelsen, sum er yngstur av beiggjunum og føddur 1927, arbeiddi alla sína tíð á Telegrafstøðini í Havn. Hann var útbúgvin telegrafistur. Hann fortaldi mangan, tá ið hann var avloysari við trolaranum Jóannesi Patursson í Grønlandi. Hann forvann sum fjarritari eins nógv umborð á trolaranum í tríggjar mánaðir, sum hann forvann á Telegrafstøðini meira enn eitt ár.
Vagn Erik var giftur Petru, sum doyði fyri góðum tíggju árum síðani. Tey eiga døturnar Elina og Minnu. Minna býr í Nykøbing Falster, og Elin í Keypmannahavn. Vagn Erik er 85 ára gamal og er nú so mikið viknaður, at hann býr Tjarnargarði.
Tað er við sorgblídni eg minnist aftur á teir fýra beiggjarnar. Mangan prátaði eg við serliga Aage og Vagn Erik um politikk, tí vit høvdu ikki somu sjónarmið. Pápi var meira hóvligur, hann segði altíð, at Føroyar vóru ov smáar at liggja einsmallur úti í Atlantshavinum. Gott at hava Danmark at styðja seg til. (Vagn Erik andaðist í 2019)
Beiggjarnir vóru serliga góðir vinir, hjálptu hvør øðrum á ymsan hátt. Serliga Aage og pápi mín tosaðu nógv saman, mest sum hvønn dag. Mamma sigur, at teir vóru so góðir við pápa sín, at teir mangan fóru út á Havnarskrivstovuna, tá ið pápin var liðugur at arbeiða. Og so spákaðu teir triggir prátandi eftir bryggjuni.
Mammuna vóru teir ikki minni góðir við, tí teir vitjaðu mammuna hvønn dag og ofta fleiri ferðir um dagin, sigur mamma mín. Tá var Havnin ikki so stór sum nú, og heldur ikki frástøðan millum barnaheimið og húsini hjá beiggjunum.
Tá ið alt omanfyri er sagt, so royktu pápi og Aage illa, og eingin ivi eru um, at roykurin stytti um lív teirra. Pápi roykti North State og Aage sigar og pípu. Eg minnist væl, tá ið vit vóru í føðingardegi hjá Aage og teimum. Har var tjúkt í royki inni í harrastovuni, tí so nógvir av vinnmonnum Aaga royktu. Ótrúliga fittir og fyrikomandi beiggjar. (Vagnur)

Sera áhugavert.