Skiparin á Ågot hyggur við smíli í eyguni á krabbanum

Hetta er ein ómetaliga góð mynd. Ársins mynd í míni myndaverð. (Mynd Norðlýsið)

Rørandi at síggja mynd í Norðlýsinum av skiparanum á Ågot, sum við smíli hyggur í eyguni á stórum krabba, sum hann ætlaði Sjósavnið í Havn skuldi hava. Àrsins mynd í mínum myndaeygum, tí myndin sigur so ómetaliga nógv. Sigur okkum, at sjálvt í svárari tíð, nú skipið “arbeiðsamboðið” hjá reiðarínum og harvið nógvum monnum er illa meiðslað, kanst tú finna smílið fram við stórum krabba hondini umborð á meiðslaðum skipi. Bæði í sjónvarpinum og útvarpinum fekk eg veruliga virðing fyri skiparanum á Ågot, sum flestu føroyingar hava fylgt seinastu dagarnar. (Greinin skrivað í 2014)

Sambært Norðlýsinum hevur Hjaltur Poulsen skipari á Ågot verið hollur stuðul hjá Sjósavninum í Havn. Hjaltur hevur fingið Sjósavninum mangan fiskin til vega, og ætlanin var, at stóri krabbin eisini skuldi á Sjósavnið. Stuttligt at síggja skiparan errin við smíli vísa fram stóra krabban. Eisini rørandi at hoyra skiparan og mammu skiparan í sjónvarpinum, har tey fegnast um, at eingin mannskaði hendi men bara materiellur skaði. “Vit hava upplivað nakað, sum er verri enn hetta”, segði mamman, sum misti son umborð á Ågot fyri nøkrum árum síðani.

“Vit fara ikki at leggja okkum at sova, men spell var, at skaðin skuldi henda júst nú, tí tað gekk okkum so væl”, segði skiparin. Eisini rørandi at síggja og hoyra skiparan siga, at teir síggja ljóst upp á framtíðina, tí fiskiskapurin við gørnum norðanfyri er spennandi, sum skiparin sigur.

Tá ið eg sigi, at myndin av skiparanum og krabbanum er ársins mynd, so er nakað dragandi við júst einum krabba og einum djóravini. Tað eru krabbar, sum smábørn leita eftir, tá ið tey eru niðri í fjøruni. Og Hjaltur hevur sum smádrongur óivað fanga mangan krabba í fjøruni. Nú er Ågot á skipasmiðju í Klaksvík, har støða skal takast til, um skipið skal gerast aftur ella ikki. Skiparin á Ågot hevur drívmegi og lívsneysta, og vónandi fáa teir nýtt skip ella fáa gjørt Ågot aftur, so haldast kann fram við fiskiskapinum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply