Tað er við sorgblídni og nógvum góðum minnum, at eg í myndasavninum komi fram á og síggi myndina omanfyri. Myndin er av mansunglingunum hjá Neistanum, sum vunnu FM heitið í 1968. FM kapping fyri dreingir byrjaði í 1963 og mansunglingar í 1966. Á myndini eru sjey spælarar, men tíverri eru Ragnar Holm, Niels Jacob Petersen og Oddmar Kürberg ikki millum okkum longur. Ragnar doyði í ferðsluvanlukku í Danmark í 1973, og Niels Jacob doyði av sjúku í 1983. Og í 2012 andaðist Oddmar Kürberg í Danmark.
Áhugavert at síggja leikbúnarnar hjá spælarunum. Hvør spælari átti sína troyggju, og mangan var ikki lætt at fáa fatur í troyggjum. Um hetta mundið fer føroyskur hondbóltur inn í eina broytingartíð, tí høll verður bygd í Klaksvík í 1968, og í 1970 spæla vit fyrsta dystin í høllini á Hálsi. Hondbóltur gerst við tíðini eitt innanduraspæl. (Vagnur)