Gundadalshøllin fylti fjøruti ár 31. mars í ár

Kyndil, Neistin og Fleyr tóku stig at byggja Gundadalshøllina í 1984. (Mynd Vagnur)

Ì kjallarunum í Gundadalshøllinni liggur gomul klokkan, og á klokkuna er fest silvurpláta, og har stendur 31. mars 1984. Klokkan var gáva frá ÌSF í sambandi við hátíðarhald í høllini, sum boðaði frá, at nú hevði Havnin fingið eina ítróttahøll aftrat. Til lukku við føðingardegnum stendur at lesa á klokkuni.

Ikki er neyðugt at endurtaka, hvussu stóran týdning Gundadalshøllin hevur havt fyri hondbóltin og flogbóltin í høvuðsstaðnum. Tað vóru feløgini Fleyr, Kyndil og Neistin, sum lótu hølliina byggja. Formenninir í felølgunum vóru í 1984: Herman Lindberg, Fleyr, Jóannis Dalsgarð, Kyndil og Hjalmar Petersen, Neistin. Høllin kostaði 11, 5 milliónir krónur at byggja. Tíverri vísti seg skjótt, at sjálvt um høllin fekk 30% í stuðli frá Tórshavnar kommunu og 30% í stuðli frá Føroya Landsstýri, so vóru einar fimm milliónir í skuld ov stór upphædd hjá feløgunum at bera.

Høllin á Hálsi var tikin í nýtslu í 1970. Neistin, Kyndil, Havnar badmintonfelag, HB og Kyndil tóku stig at byggja høllina. (Mynd Vagnur)

Høllin fór av knóranum í 1991, og skuldin var tá komin heilt upp á 8,7 milliónir. Leiðslan í høllini tá rullaði kavabóltin undan sær og lánti pening frá fíggjarstovnum í Føroyum at senda víðari til kredittfelag í Danmark. Hetta bar til í teimum “glade” 80 árunum, men henda gongdin bar sjálvandi ikki til í longdini. Fíggjarkreppa var eisini í landinum.

Tað var fongur fyri tey trý feløgini, at Føroya Sparikassi í 1991 keypti høllina á tvingilssølu frá danskari kredittfyritøku. Føroya Sparikassi seldi síðani høllina aftur til Fleyr, Kyndil og Neistan fyri 3.9 milliónir krónur. Feløgini skuldu binda seg til 300.000 krónur hvørt, og høllin skuldi fíggja tær tríggjar milliónir krónurnar.

Nú vit skriva 2024 kunnu vit siga, at høllin er í góðum standi innan, mrn klædningurin uttan er illa farin hesi fjøruti. Tá Føroya Sparikassi keypti høllina í 1991 kom eg at umboða Neistan í nevndini og var har í tretivu ár. Nú er tað so hent, at Tórshavnar kommuna eigur allar hallarnir í høvuðsstaðnum og feløgini venja ókeypis í hallunum.

Havnin er nógv vaksin, síðani Gundadalshøllin var bygd í 1984. Høllin á Hálsi er bygd út, høll er komin á Hamrinum á Argjum, høll er í Hoyvík og á skúlanum á Fløtum. Ja, so stundar til, at stóra høllin uppi í Hoyvíkshaganum gerst liðug. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply