Úr myndasavninum – Teir hava júst svomið kapp í “gamla” hyli í 1934

Unglingarnir eru aftast frá vinstru: William Dam, Jákup Pauli Johansen, Harry Rubeksen, Gullak Zachariassen og Thorstein Mortensen. Fremst frá vinstru: Hjørleif Hansen, Petur Petursen, Niels Debes, Tollakur í Dali og Otto Jacobsen. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Gundadalur er nógv annað enn fótbóltur, og Gundadalur hevur sína søgu, hesin einaferð vakri dalur uttan fyri Havnina. Nú sæst stórur partur av landslagnum ikki, tí so nógv er bygt á staðnum. Kom fram á hesar báðar myndirnar, sum hava sína søgu. Myndin av unglingunum er frá ólavsøkukappsvimjing í 1934 í gamla og fyrsta svimjihyli í Gundadali.

Svimjihylurin var bygdur í 1930 og var niðurlagdur sama árið, eg var føddur. Men tá vit sum smádreingir komu í Gundadal, sóu leivdirnar av svimjihylinum, sum var stongdur í 1949, tí hann var vorðin ov skitin.

Fyrsti svimjihylur í Gundadali var bygdur í 1930 og læt aftur í 1949. (Mynd Fornminnissavni´)

Vit sóu skapilsi av hylinum og húsið, sum bleiv brúkt sum skiftingarrúm. Tíggju ár seinni fingu vit nýggjan uttandura 25 metrar langa svimjihylin í Gundadali. Áhugavert at síggja unglingarnar á myndini, og hvussu andlitsbragdini og skapini ganga aftur í fleiri ættarlið.

Nógvar myndir frá svimjikappingum á eysturvág kunnu síggjast nógvastaðni, men ikki havi eg sæð slíkar myndir frá svimjikappingum í svimjihylinum frá 1930. Unglingarnir á myndini hava júst svomið kapp á ólavsøku í 1934.

Kann nevna, at hesin Otto Jacobsen á myndini var sonur Hans Jacob Jacobsen í Smæruni. 7. mai 1945 skeyt týskur hermaður Otto í Næstved. Otto var í Danmark og lærdi til slaktara. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply