Tjóðleikahúsið enn einaferð partur av býráðsvali í Tórshavnar kommunu

Økið har møguligt tjóðleikahús skal byggjast er nú partur á býráðsvalinum komandi.  (Mynd Vagnur)

Nú stundar til býráðsval og kommunuval kring landið. Fríggjadagin 4. oktobur um fimm/seks tíðina seinnapartin gekk eg mær túr á Skansavegi og hugdi yvir nógv umtalaða økið, har møguligt tjóðleikahús skal byggjast. Tjóðleikahús sum við seinasta býráðsval var partur í valstríðnum og nú eisini til býráðsvalið komandi. Ja, økið hevur sprongd býráðssamgonguna á Vaglinum, har býráðslimur er farin í annan flokk og onnur ikki stilla upp. Hesa løtuna var friðsælt í allar ættir. Eingin Norrøna, Smyril, farmaskip, ferðamannaskip ella fiskiskip. Alt friðsælt og fólk farin at halda vikuskifti. Tankarnir reikaðu hesi regnløtu.

Niðurstøða mín gjørdist púra greið, sum hon alla tíðina hevur verið. Tjóðleikahúsið hoyrir ikki heima á Skálarøð ei heldur á eysturu bryggju. Og økið við Skansan og fram við Strond skal fáa frið og fáa loyvi at llva sítt egna lív. Havnarmeistarin, formaðurin í havnarnevndini, stjórin á Strandferðsluni og nú borgarstjórin hava talað. Og endaliga niðurstøða má nú vera: Tjóðleikahúsið hevur fingið endaliga mønustingin og verður ikki bygd á Eysturu bryggju. Tjóðleikahúsið verður mett at kosta 600 milliónir krónur, og gongst sum við nýggju havnini og Glasir, so nærkast endaligi kostnaðurin uttan iva 800 milliónir krónur.

Uppundir seinasta býráðsval var Skálatrøð og tess tjóðleikahús partur í valstríðnum. Henda ætlan var tibetur slept. (Mynd Vagnur)

Hesa løtu á Skansavegi var kikarin eisini vendur út á Skansan, eitt fornminni, sum Tórshavnar kommuna og landið varða av.  Tá farið var undir at byggja nýggju havnina, var ætlanin eisini at byggja smábátahavn við Skansan. Vegur skuldi gerast frá nýggju havnini fram við Skansan út til Válgaravík, har stórir trailarar komu upp aftur á vegin Yvir við Strond. Stór mótmæli í býnum við Fornminnissavninum á odda. Mótstøðan var so mikið stór, at táverandi býráðssamgonga bakkaði við borgarstjóranum og formanninum í havnarnevndini á odda. Økið við Skansan fekk frið eina tíð aftrat.

Skansin má ikki byrgjast inni av vegi og bingjum, og sjóvarmálin Yvir við Strond má ikki oyðileggjast av breiðum bingjuvegi. (Mynd Vagnur)

Tíðliga í ár hoyrdist í fjølmiðlunum, at Tórshavnar kommuna við formanninum í havnarnevndini á odda høvdu sett eina millión av til tess at fyrireika nógv umtalaða vegin framvið Skansan. Formaðurin í Fornminnissavninum gjørdi vart við seg og førdi fram í fjølmiðli, at alt økið við Skansan er heildarmynd, har útsýnið út á sjógv er partur av fornminninum og hetta skuldi varðveitast.

Politiska landslagið broytist mangan skjótt, og nú er tað so hent, at formaðurin í havnarnevndini, sum slóðar fyri hesi ætlan, er farin úr Javnaðarflokkinum í Framsókn. Púra vilt og átaluvert, at Skansin og økið við Skansan ikki fær frið.

Kirkjan fram við Sandá

Nú var farið at regna á Skansavegi, so best var at sleppa sær víðari, men tó vendi kikarin út á Argir fram við Sandá. Alt málið um kirkjuna á Argjum er frá byrjan út av lagi vánaligt politiskt handverk. At hugsa sær, at kommunan longu í 2007 broytir byggiætlan fram við Sandá, sjálvt um Müller familjan ynskti at varðveita økið framvið Sandá, so einki bleiv bygt har. Túsundtals mótmæli savnað um ikki at byggja kirkjuna við Sandá men aðrastaðni.

Ófatuligt, at fólk vilja byggja kirkju fram við Sandá. Økið er heilt serstakt og tað vakrasta á Argjum. (Mynd Vagnur)

Kom hesa løtu at hugsa um, at tey, sum endaliga akvøddu fyri at broyta byggisamtyktina um økið við Sandá, slett ikki vóru uppvaksin í Havn ella á Argjum men aðrastaðni í kommununi. Eingin ivi um, at tey slett ikki hava somu kenslur fyri økinum fram við Sandá, sum vit onnur, sum hava traðkað barna- og ungdómsskógvar har á leiðini. Og soleiðis er við nógvum øðrum málum av slíkum slag. Millum annað økið við Skansan.

Tað sýnist, sum býráðslimir hava ógvuliga torført at finna útav, hvat rørir seg millum manna, og hvat nú er skilabesta loysnin. Óteljandi dømi er um hetta, og tí alt rumblið, nú tað stundar til býráðsval í Havn. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply