Hetta árið er deyðin gingin okkum dekan ov nær. Nógv kend fólk farin og eisini ung fólk. Torført at góðtaka og skilja, tá rekkjufylgjan er skeiv. Hetta, tá ung fólk fara, og foreldrini, familjan og vinir sita eftir við sorgini.
Myndina av Kristian Martini Skála tók eg í 2012 í sambandi við, at nýtt hondbóltsfelag var stovnað á Argjum. Góðar venjingarumstøður. Kristian Martin sum altíð fyrikomandi og blíður maður. Í 2012 var Kristian Martin formaður í ÍA.
Í februar mánaði í ár hitti eg Kristian Martin á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, har hann segði okkum um sjúkuna. Hitti hann í summar aftur í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. Hann var til kanningar og merktur av sjúkuni. Nú er hann farin bert 51 ára gamal.
Stór mannfjøld fylgdi Kristian Martini til gravar. Kristian Martin spenti víða. Hann hevur millum annað spælt fótbólt við HB, spælt hondbólt við H71, róð kapp við í báti í Havnar Róðrarfelag og slóðað fyri hondbólti á Argjum. Kendur maður. Torført at góðtaka og skilja, at ein so ungur maður skal fara.
Á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn í februar hitti eg eisini Liljuna Thomsen, sum var illa sjúk. Vit sótu lið um lið á Læraraskúlanum í fimm ár. Hon er eisini farin 67 ára gomul. Liljan var úr Sandavági. Alt ógvuliga syrgiligt. (Vagnur)