Tillisch amtmaður slóðaði fyri fyrstu búseting í Skopun

Skopun avmyndað í 1899. Veðurbardur sjóvarmáli, eingin bryggja og bátar drignir niðan í bygdina. (Mynd bókin)

Tá eg herfyri var á Gomlurætt og eisini eygleiddi bilar sum komu úr Sandoyartunlinum, kom mær til hugs bóklingin Skopun 150 ár, sum Ólavur Clementsen, sáli, læt úr hondum í 1983. Skopun er av yngstu bygdum í Føroyum og hevur aðra søgu og búseting enn aðrar líknandi bygdir.

Tá vit koma inn í 19. øld, fer manntalið í Føroyum at vaksa munandi, og hetta førir við sær, at nú koma fleiri nýggjar bygdir. Samfelagið broyttist so líðandi frá at vera bóndasamfelag til eisini fiskivinnusamfelag.

Serligt ynski var frá embætisfólkum at fáa fólk at búseta seg í Skopun, so tey ferðandi kundu fáa tak yvir høvdið í vána veðri, áðrenn haldast skuldi á Skopunarfjørð ella hinvegin heim á Sand. Men hetta gekk ógvuliga striltið, tí hús mátti byggjast og jørð fáast, so fólk kundi lívbjarga sær.

Amtmenninir Tillisch og Pløyen roknaðu nokk ikki við, at tvey hundrað ár seinni kundi koyrast undir Skopunarfjørð. (Mynd Vagnur)

Í nógv ár var roynt at fáa eigara av Sandi, sum átti jørð í Skopunarhaga at flyta til Skopunar, men einki spurdist burturúr. Men í 1830 kom aftur verulig ferð á fyrstu búseting, tí tá var Frederik Tillisch vorðin nýggjur amtmaður í Føroyum. Hann fór beinanvegin eldhugaður undir at fáa í lag búseting í Skopun.

Vit eru nú fyrst í 1830 – árunum, tá fátækir ognaleysir menn bjóða seg fram at flyta til Skopunar, men tað helt amtmaður Tillisch ikki, tí hesir máttu fáa stóran peningaligan styrk til bygging av húsum og øðrum. Og jørð átti teir onga.

Fólk eru í iva, um fyrstu húsini í Skopun vóru sambygd hús til tvey húski ella tey vóru tvey vanlig hús.(Mynd bókin)

Tillisch kom í prát við festiarvingin Mikkjal Jacobsen, sum segði seg vilja flyta, um hann fekk tvær merkur av kongsjørðini, sum lógu í Skopun, og sum pápi hansara umsat. Eisini vildi hann hava fíggjaligan styrk at fáa bygt húsini. Um hetta mundið helt hestmaðurin Jóan Hendrik Poulsen seg eisini kunnu flyta til Skopunar.

Tillisch fekk nú alt í lag viðvíkjandi jørðini og eisini fígging at byggja fyrstu húsini í Skopun. Og á sumri 1833 verður bygt í Skopun, og tað vóru fýra havnarmenn, sum fyrst sagaðu tilfarið til húsini í Havn fyri síðani at flyta tað til Skopunar. Tað almenna bar kostnaðin at byggja húsini.

Skopun 1899. Veðurbardur sjóvarmáli og bátarnir driignir niðan í bygdina. (Mynd bókin)

Ì 1840 var fyrsta manntal í Skopun, og tá búðu trý húski í bygdini, men bygdin vaks skjótt, tí í 1850 vóru húskini fimm í tali. Tíggju ár seinni í 1860 vóru tíggju húski í Skopun. Skopun er tann bygdin í Sandoynni og har um leiðir, sum er vaksin skjótast. Tillisch ammaður fer í 1837 úr Føroyum, og Pløyen settur amtmaður. Eisini hann vísti Skopunar bygd áhuga og royndi eins og Tillisch at hjálpa niðursetumonnunum, har hann kundi.

Í 1920 fekk Skopun fyrstu havnina. Løgið at hugsa sær, at nú kanst tú koyra úr Havn til Skopunar.

Norðdepil og Suðuroyartunnilin

Meðan tankarnir henda dagin sveima eitt sindur við Sandoyartunnilin, kemur bygdin Norðdepil í hugan. Langabbi og langomma mín, sum vóru úr Havn, komu at búgva í fyrstu húsunum í Norðdepli, tí fyrstu niðursetufólkini knappliga doyðu í bestu árum. Fyrsta búretingin í Norðdepil var í1866, tá fyritøkan Beck og sønner heimahoyrandi í Klaksvík sá møguleikan at keypa fisk frá útróðrarbátum. Ein onnur búseting enn hon í Skopun.

Áhugaverd strikumynd sum sigur frá, hvussu skjótt fólkatalið vaks í Skopun. (Mynd bókin)

Hesi løtu við Sandaoyartunnilin sveimaði tankarnir eina løtu aftrat. Setti mær spurningin. Fari eg nakrartíð at uppliva at koyra gjøgnum Sandoyartunnilin og víðari til Suðuroyar. Svarið? Neyvan. Havi ikki verið ofta í Suðuroy tó spælt hondbólt ímóti TB, Stýrdi Sílinum á jóanssøku á Tvøroyri í 1963, ja, og koyrdi í 1963 til Hvalbiar gjøgnum fyrsta tunnulin í Føroyum. Tunnil var ikki alment tikin í nýtslu, og vit ungu sótu í lastini í lastbili og upplivdu hetta myrka holið.

Vanda eisini neistagentur, sum spældu fyrsta dystin ímóti VB gentum í nýggju ítróttahøllini i Vági. Hetta var januar 1979. Vágsgenta skeyt fyrsta málið í høllini og fekk steyp. Høllin var í 1980 saman við Høllin á Hálsi og høllini í Klaksvík karmur um C-HM hondbóltskappingina.

Sera góð minni og tankar við munnan til Sandoyartunnilin henda dagin í góðveðrinum. (Vagnur – skrivað í apríl 2025)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply